Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. september 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. september · Nr. 129 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Umhvørvisstovan fær av og á fyrispurningar um skúm í fjøruni Fólk, ið ganga við strend­ urnar um summarið, leggja ofta merkið til hvítt ella brúnligt skúm á sjónum. Um­ hvørvisstovan hevur spurt seg fyri og metingar siga at talan er um algur og sostatt ikki um dálking. Slím frá alg­ um gerst til skúm tá tað brýt­ ur eitt sindur. Talan er sostatt um eitt natúrligt fyribrigdi, sum er heilt vandaleyst. Myndirnar eru tiknar á Hvítanesi. Formansskapur Løgtingsins skal í næstum taka støðu til, um Løgtingið skal sleppa at viðgera uppskotið um stjórnarskipan Føroya. Væntandi tekur formansskapurin somu støðu sum seinast, at uppskotið kemur til viðgerðar. Juristar bæði í løgtingsumsiting­ ini og í løgmálaráðnum danska hava víst á, at uppskotið um stjórnarskip­ anina er í stríð bæði við grundlógina og við heimastýrislógina. Tað kann vera, at jurain fær trupulleikar av hesum ­ so onkur fyrilit mugu helst takast, men vit mugu ikki gloyma, at politikkur ­ tað at vilja broytingar ­ onkuntíð má takast fram um juraina. Um tað ikki var, so vóru fleiri viðurskifti øðrvísi, tí tað er so mangt broytt, sum ikki er í tráð við grundlógina, sum einki nevnir um, hvussu demokraiið í Føroyum skal verða skipað. - Nú ræður um, at tjóðskaparligu mótpolarnir í føroyskum politikki ikki skerpa klórnar hvør ímóti øðrum, men at vit við eini stjórnar- skipanarlóg finna eina gongda leið, har allir partar vinna seg til rættis. Soleiðis segði Jóan Pauli Joen­ sen, sum var formaður í grundlóg­ arnevndini, seinni stjórnarskipan­ arnevndni, í fororðunum í álitinum, sum hann flaggdagin í 2004 handaði løgmanni. Hann helt fram, at stjórn­ arskipanin skal bert taka støði í fólksins egna vilja. Tí tað er bert Føroya fólk, ið kann taka avgerð um egna lagnu, og hetta var aðalmálið, segði hann. Og rætt er tað. Vit hava í meira enn 100 ár stríðst um ríkisrætt­ arligu viðurskiftini millum Før­ oyar og Danmark. Vit hava ikki endiliga stríðst við danir, men vit hava stríðst innanhýsis, og tað er hetta destruktiva stríð, sum má halda uppat. Vit koma ongan veg, um flokkarnir halda fram eftir hesum meiningsleysa leisti. Tí er uppskotið um nýggja stýrisskipan eitt kærkomið høvi, har vit kunnu strika vøllin upp av nýggjum, leggja til viks sambands­ og loysingar­ stríðsøksirnar og definera okkum sum land og sum tjóð og hvussu vit skipa okkum sum samfelag ­ og hvussu viðurskiftini við danska ríki skulu broytast, um føroyingar eina­ ferð skuldu viljað tað. Endamálið við stjórnarskipan­ arlógini skal sjálvandi ikki vera, at Føroyar skulu úr danska ríkinum. Men skulu vit tað einaferð, so skal avgerðin sjálvandi liggja hjá okkum, og vit skulu vita akkurát, hvussu hon skal takast, so vit ikki næstu 100 árini fara at trætast um eina forvirraða fólkaatkvøðu frá 1946. Ein semja um stjórnar­ skipanina er kærkomin Frígg jamorgunin klokkan 9:30 danska tíð hevur danska sjónvarpsrásin, DK4, eitt portrett av føroysku Bar­ baru í Gongini. Sjónvarpstøð­ in skrivar, at Bar­ bara í Gongini »er for tiden en af Danmarks mest interes­ sante design­ ere.« Í sendingin fer hon at greiða frá um hugsan­ irnar aftan fyri sniðgeving hennara, samanrenningina av kvinnuligu og manligu sniðgevingini, eins og burðardygd, sum er nakað, sum Barbara í Gongini leggur stóran dent á. Tey, sum hava Can­ alDigital síggja DK4, sum eisini vísir sending­ ar á heimasíðuni www. dk4.dk Eiga at viðgEra stjórnarskipan Í kvøld koma forsætisráðharri Íslands, Jóhanna Sigurðar­ dóttir og maki hennara, Jón­ ína Leósdóttir við fylgi til Før­ oyar á almenna vitjan. Týsmorgunin verður farið út í Koltur. Seinnapartin verð­ ur vitjað í Norðurlandahúsi­ num, á Listasavni Føroya og á Føroya Fornminnissavni. Týs­ kvøldið er løgmaður vertur við einum døgurða í Kirkjubø. Mikumorgunin hevur løg­ maður bjóðað Jóhonnu Sig­ urðardóttir til morgunmat í Tinganesi saman við lands­ stýrisfólkunum. Aftaná verð­ ur fundur millum løgmann og íslendska forsætisráð­ harran, og klokkan 11 verður tíðindafundur í Tinganesi. Jóhanna Sigurðardóttir og fylgi fara av landinum seinnapartin mikudagin. Jóhanna og frú vitja løgmann Skúm kemur frá algum Hvussu við Boða­ nesi, Heðin? Jóna Mortensen kJak á síðu 26 Latið grindahval­ in fáa frið? agga niclasen kJak á síðu 25 Portrett av Bar­ baru í Gongini