mánadagur 6. september 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. september · Nr. 129
6
Sosialurin
Leo Poulsen
- Eg havi ongantíð í lívinum
hótt eitt annað menniskja.
Tað vissaði ein gott 50
ára gamal maður dómaran
um, tá málið var fyri í Føroya
Rætti fríggjadagin.
Tann ákærdi greiddi frá, at
hann hevði ringt til læknan
tíð liga um morgunin tann 30.
janu ar í ár. Læknin hevði júst
fing ið eina viðurkenning, og
tað helt ákærdi maðurin lítið
um.
- Eftir at hann hevur havt
sonin í viðgerð, er son ur-
in vorðin ein reinur djev ul,
greid di ákærdi frá í rætti-
num.
Hann noktaði fyri at
hava hótt nakran, men hann
greiddi frá, at sonurin hin-
veg in hevði hótt seg eftir
lívi num. Hetta hendi, tá
hann hevði tikið sonin við til
út róðr ar, men sonurin hevði
etið heilivág til tvær vikur
eft ir tveimum døgum. Hetta
førdi til, at sonurin hótti
ákærda so hesin mátti sigla
inn við soninum.
- Tað var hetta, eg greiddi
lækn anum frá, og hann má
so hava misskilt meg, segði
ákærdi í rættinum.
Ákærdi segði seg eisini
hava skuldsett læknan fyri at
vera »Føroya størsti pushari«,
enntá við almennari løn.
Avsannaði
Læknin var førdur sum vitni.
Hann greiddi frá, at hann
varð uppringdur klokkan
06.15 av einum manni, ið pre-
se n teraði seg sum pápa at
ein um sjúklingi hjá sær.
- Men av tí at bert for-
navn ið var sagt, kundi eg ikki
vita hvønn talan var um, tí eg
havi fleiri persónar við has-
um fornavninum sum sjúk-
ling ar, greiddi læknin frá.
Fyrsta samrøðan vardi 54
sekund, og sambært lækna-
num var bert tosað um, at
maður in presenteraði seg, og
so tann viðurkenningin, sum
lækn in hevði fingið.
Eftir hetta ringdi ákærdi
tríggj ar ferðir aftrat, men
lækn in breyt av tvær tær
fyrstu ferðirnar.
- Triðju ferðina, hann ring-
di, tók eg hornið og hoyrdi
bara orðini »Tú skal drepast«,
so varð lagt á, segði læknin.
Men av tí at hann ikki
visti, hvør maðurin var, sum
hevði ringt, og at talan var
um eina deyðshóttan, gjørdi
hann av at melda málið.
Ákæruvaldið tók hend ing-
ina í størsta álvara, og ákærin
kravdi mannin dømdan í ikki
min ni enn 30 daga fongsul.
Verj in helt hinvegin ikki, at
mál ið var so álvarsligt og
mælti til ein treytaðan dóm.
Men dómarin fylgdi til-
mæli num
hjá
ákæranum
og dømdi mannin 30 dagar
treyta leysa fongsulsrevsing.
Ákærdi umhugsar dómin
og hevur eina freist upp á 14
dag ar at kæra málið inn fyri
lands rættin.
leo@sosialurin.fo
Tað kostaði einum gott 50 ára gomlum manni 30 dagar treytaleysa
fongsulsrevsing at hótta ein lækna um telefonina
Modellmynd
30 dagar fyri at
hótta lækna
Hóttan Hóast maðurin bedýraði, at hann var ósekur, valdi dómarin at trúgva vitninum og dømdi gott 50 ára
gamla mannin 30 dagar treytaleysa fongsulsrevsing fyri um telefonina at hava hótt ein lækna eftir lívinum
Hóttan