mánadagur 6. september 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. september 2010 · Nr. 129
Sosialurin
www.autoservice.fo
Føroya Ungdómsráð
The
Faroese
Youth
Council
Kongagøta 4, 100-Tórshavn, Postrúm 1359, telefon.: 218108/598108, teldupostadr.: fur@fur.fo, heimasíða: www.fur.fo
Skrivari til Føroya Ungdómsráð
Søkt verður eftir skrivara til Føroya Ungdómsráð, at byrja skjótast tilber.
Uppgávur:
Uppgávurnar í felagnum kunnu vera skiftandi, men umfata í mestan mun skrivstovuhald,
fundarvirksemi, samskipan, o.a.
Starvið:
Starvið er fjølbroytt og fevnir millum annað um at handfara post, røkja dagliga samskiftið við feløg
og stovnar, viðgerða umsóknir, og skipa fyri nevndarfundum.
Vit ynskja:
Ein persón, sum er fleksibul, røkin, ágrýtin og førður fyri at hava nógvar bóltar í luftini ísenn.
Tú skalt kunna arbeiða væl sjálvstøðugt og hevur møguleika til arbeiða við skiftandi arbeiðstíðum.
Vit bjóða:
Eitt spennandi og avbjóðandi starv ½ til ¾ tíð, við góðum møguleikum til at skapa sítt egna netverk.
Løn og setanartreytir sambært avtalu.
Umsókn:
Umsókn við prógvum og møguligum CV verður at senda til
Føroya Ungdómsráð
Boks 1359
FO-110 Tórshavn
Ella sum teldupost á fur@fur.fo
Seinasta freist at senda umsókn er 17. septembur 2010
Eitt sindur um felagið:
FUR hevur til endamáls at:
-
at vera felagsumboð fyri landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapir í Føroyum.
-
at seta fram og viðgera spurningar, ið beinleiðis ella óbeinleiðis koma føroyskum ungdómi
við, eftir áheitan og í samráð við limafelagsskapirnar.
-
at virka fyri, at skaptur verður almennur áhugi fyri ungdómsmálum. FUR skal somuleiðis
virka fyri, at hesi mál verða sett á dagsskrá innan barna- og ungdómsfelagsskapirnar, og á
henda hátt eggja ungdóminum til at taka lut í og fáa sær ávirkan á samfelagið, hann livir í.
-
at umboða limafelagsskapirnar í tann mun, teir ynskja tað, í viðurskiftum við myndugleikar,
stovnar og aðrar felagsskapir heima og úti.
-
at menna samstarv og sínamillum fatan millum føroyskan ungdóm.
-
at virka fyri og menna millumtjóða fatan.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum ert tú vælkomin at kontakta Hans Anfinnson Norðfoss,
formann á telefon 21 81 08 ella á fur@fur.fo
Hvønn dag í juli mánaða verða Sudoku
uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst,
tess størri møguleika hevur tú at
vinna.
Sendið okkum loysnina innan
mánadagin 4. oktober 2010 kl.
10.00 og merkið brævbjálvan
»Sudoku«.
Drigið verður í viku 40.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll
uppgávan verða loyst.
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Vinningurin í september er ein
BlackBerry Gemini - 8520
fartelefon frá Vodafone
Virði tilsamans: kr. 3.495,-
September-kappingin
Egið minni 256 MB
Møguleika at útbyggjað minni
upp til 32GB
MicroSD minnskorti
Bluetooth 2.0 við A2DP
Wifi 802.11 b/g
Stand-by 408 tímar (17 dagar)
Talutíð 4 tímar og 30 minuttir
2 MP-myndatól
Media player
Tónleika spælari MP3/AAC/AAC
+/WMA/ASF
Video spælari H.263/H.264/
WMV
BlackBerry maps
Blackberry Messenger
Fakta um BlackBerry Gemini - 8520
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Lesið
-so eru tit við!