Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Faroe Seafood er í tungum sjógvi, og hevur brúk fyri hjálp. Men hóast toftamaður er farin í land, so kemur tofta­ maður í toftamans stað. Toftamaðurin Anfinn Olsen er farin í land, og í toftamansins stað er toft­ amaðurin Ingi Højgaard komin. Toftamaðurin Ingi Højgaard hevur álit á toftamann­ inum Meinhard Jac­obsen, sum stjórnar felag­ num ­ og tí verð­ ur toftamaðurin sitandi við stýr­ isvølin. So er bert at vóna, at hendan fyrr so bæriliga fyritøka ikki endar í toft­ um... ­ Vit hava ikki ráð at senda fót­ bóltslandsdystir í sjónvarpi­ num, sigur kringvarpsstjórin, hóast Kringvarpið hevur havt ráð til tað í 20 ár. Nevnd hevur verið upphædd, ið nærkast 100.000 krónum fyri at senda slíkar dystir. Tað er kanska ikki meira, enn fyri 20 árum síðani, men raðfestingin er kanska øðr­ vísi. Eitt sindur av lagnunnar speisemi er tað, at Jógvan Arge, sum varð vrakaður og funnin ov lættur av nýggju kringvarpsleiðsluni, nú skal orðna allan landsliðsfótbólt­ in einsamallur ­ tað sama sum eitt heilt lið av útvarps­ og sjón­ varpsfólki, við­ merkjarum o. ø. gjørdi fyri 20 árum síðani. Av sonnum gott, at Jógvan slapp aftur í kring­ varpshitan! Tað var hugaligt at hoyra formannin í Tjóðveldi og løgmann tala at í gjár, tá íslendski forsætirsráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir og kona hennara, Jónína Léosdóttir, vórðu háðaðar fyri sína seksuellu sann­ føring ­ av føroyskum monnum ­ løgtingsmonnum, sum sjálvir ikki himprast við soleiðs at royna at skora sær politisk poeng við at vísa á, at onnur fólk ikki eru Guds bestu børn. Løgið kortini, at menn, sum dáma so væl at vísa seg alment við Halgubók brúka slíkar snildir at klikkja niður á onnur. Eitt gott dømi um, hvussu Guds orð verður brúkt sum fótatraðk. Øll vita, at sjálvgørdir Guds dómarar ikki hava undirtøku í fólk­ inum. Tí var tað ikki minni fløvandi at hoyra Arna Zac­hariasen og Jens Wang, báðir virknir í brøðrasamkom­ uni, tala at hesum í útvarpinum. Hóast ikki samdir um samkyndan livihátt, so nýta teir sína trúgv í røttum næstrakærleiksanda heldur enn døma onnur, taka pantent upp á Várharra og soleiðis styggja fólk frá kristnari trúgv. Hinvegin eiga vit í miðlunum at taka í egnan barm: Hví skulu vit al­ tíð biðja tey mest rabiatu siga sína hugsan, sum til dømis í hesum máli, tá ein samkyndur stjórnarleiðari kemur á vitjan? Vit vita øll, hvat teir meina um tað at vera samkyndur. Hví er tað so áhugavert at vita, hvat hesir menn meina? Álvaratos! Hvør biðjur slíkar menn um sítt vælsign­ ilsi? At fornokta slíkan livihátt man vera sum at fornokta veður og vind. Nøkur menniskju hava altíð livað so­ leiðis, og nøkur menniskju fara altíð at liva soleiðis. Intoleransa og sjálv­ søkni hevur altíð eyðkent menniskj­ að, og sjálvgjørdir Guds dómarar hava verið mongum menniskjum at bana gjøgnum øldirnar. Kristin hugsunarháttur er tað so ikki at døma fólk á hendan hátt. Jesus var júst eyðkendur fyri at eta saman við fólkum, sum av sjálv­ gjørdum Guds dómarum vóru søgd ­ ofta av seksuellum livihátti ­ at vera óverdug og skitin. »Tann av tykkum, sum syndaleys­ ur er, kasti fyrstur stein á hana!« segði Jesus við teir skriftlærdu og fariseararnar, tá teir komu við kvinnuni, sum hevði drivið hor. Hes­ um kundu okkara heimligu »skrift­ lærdu« lært okkurt av. Tað er gerðin, sum telur so nógv. Tað eru ikki orðini. Tí skulu vit øll sum kalla okkum kristin læra okk­ um at sýna kristindómin og næstra­ kærleikan í gerðum heldur enn í orðum. Tá hevði eingin tikið pantent upp á Várhárra, og so fækkaðust teir dómarar, sum styggja fólk frá kristindóminum. Tað er gerðin sum telur so nógv. Tað eru ikki orðini Fríggjadagin 13. september kl. 16 til 18 letur ein framsýn­ ing við verkum hjá Tróndi Patursson upp í Galerie Foc­­ us í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Tróndur Patursson er kendur fyri at hava prýtt nógvar bygningar, bæði í Føroyum og uttanlands. Verkini á framsýningini í Galerie Foc­us verða inn­ an fyri spontanu listina, ið Tróndur er kendur fyri. Myndevnið er náttúrulýs­ ingar, hav, klettar og bjørgini – tann stóra náttúran sum Tróndur hevur møtt. Framsýningin verður op­ in til 23. september, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Tróndur í Foc­us Taka paTenT upp á várharra Umsita vit skila­ gott? Thomas arabo kjak á síðu 15 Navnið spillir ongan halgir WinTher Poulsen kjak á síðu 16 eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Kunnandi fundur um menn­ ingarsamstarv í Miðlahúsi­ num í kvøld klokkan 20. Christian Aid er ein sjálv­ boðin hjálparfelagsskapur, sum arbeiðir við menning­ arsamstarvi og neyðhjálp úti í heimi. Felagsskapurin er skrásettur í Onglandi, og virkar har tørvurin er størstur, óheft í mun til reli­ gión og húðalit. Í 2009 fekk felagsskapurin viðurkenn­ ingina »the Human Ac­c­oun­ tability and Quality Mana­ gement Standard«. Felagsskapurin kemur nú til Føroyar at kunna um sítt virksemi og um teir møg­ uleikar, føroyingar hava at virka sum sjálvboðin ella í starvi hjá felagsskapinum. Á fundinum í Miðlahúsi­ num verður eisini høvi at seta spurningar og fáa eitt prát við umboðini, sum koma úr London. Charlotte Seymour vónar, at koma á tal við nógvar føroyingar. Menningarhjálp í Miðlahúsinum Toftamaður í toftamans stað Jógvan orðnar alt einsamallur