mikudagur 8. september 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
4
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Sjey
parkeringsbásar
á
Konga brúnni hava eftir øll
um at døma elvt til drúgt
kjak í Tórshavnar býráð.
Marin
Katrina
Frýdal,
bý ráðslimur, var sannførd,
tá hon prátaði við Sosialin í
farnu viku.
– Heðin Mortensen, borg
arstjóri, hevur ikki lurtað
eftir
býráðslimunum,
og
tað eru fleiri av okkum týði
liga argir um. Uppgávan hjá
borgarstjóranum er fyrst og
fremst at standa fyri sam
tyktum, men hann hevur
igno rerað okkum í hesum
mál inum, segði Marin Katr
ina Frýdal.
Heðin Mortensen svaraði
aftur.
– Um Marin Katrina Frý
dal hevur viðmerkingar, so
er hon vælkomin at siga tað
við meg, áðrenn hon fer til
fjølmiðlarnar. Eg havi einki
hoyrt frá henni í hes um
sambandinum, segði borg
arstjórin.
Ikki undirtøku
Málið snýr seg um, at Sp/f
B&B søkti í fjør um loyvi at
innrætta veghæddina í Hotel
Djurhuus til matstovu, og
Áarstovugrundina til úti
servering.
Umsøkjarin metti, at hans
ara ætlanir fingu positivt
árin á økið, samstundis sum
økið varð eitt prýði fyri Tórs
havnar kommunu.
– Fyri einum ári síð an
var farið í holt við fyri reik
ingarnar at fríðka um Hotel
Djurhuus og Fútastovu. Ætl
anin var at binda ognirnar
saman soleiðis, at tú fekk
eina heild á kongabrúnni við
matstovu, torgi og søguni,
hevur Petur Jacobsen, eigari,
greitt frá í summar.
Málið varð viðgjørt í bý
ráðnum, og eitt av krøv un
um, sum býráðið setti, var,
at hámarksferðin millum
Áarstovu og Café Natúr verð
ur 30 km/t.
Fíggjarnevndin boðaði hin
10. mars í ár frá, at »neyðugt
er at minka um Fútatorg, so
pláss verður fyri, at bilarnir
frá
parkeringsplássinum
kunnu bakka út. Tað merkir,
at sjey metrar skulu verða
millum parkeringsbásarnar
og Fútatorg«.
Byggi og býarskipanar
nevndin og ferðslunevndin
mæltu frá at taka parker
ingsbásarnar burtur.
Parkeringsbásarnir
burtur
Stutt áðrenn drotningar
vitj anina í summar hvurvu
parkeringsbásarnir.
– Tað var í samband við
drotningarvitjanina,
ólav
søk una og annað, sum var í
summar, segði Heðin Mort
ensen.
– Borgarstjórin tók einsa
mallur avgerðina, og hevur
ikki lurtað eftir býráðs lim
unum. Tað er als ikki nøkt
andi, sigur Marin Katrina
Frýdal.
Sosialurin hevur fingið
innlit í málið, og á fýra
bý ráðsfundum – hin 30.
november, hin 11. februar,
hin 1. mars og hin 10. mars
– var mælt frá at taka par
keringsbásarnar burtur.
Men Heðin Mortensen
tók einsamallur avgerð um,
at básarnir skuldu burtur.
– Eg veit einki um, at eg
ikki hevði undirtøku, var
stutta niðurstøðan hjá borg
arstjóranum, tá Sosial urin
prátaði við hann í farnu
viku.
Men hví var umráðandi at
parkeringsbásarnir hvurvu?
– Tí vit fríðkaðu um
økið, og bilar kundu ikki
verða parkeraðir har, meðan
arbeiðið fór fram. Tað vóru
boðini frá arbeiðsmonnunum,
sigur Heðin Mortensen.
Men borgarstjórin lurtaði
ikki eftir býráðslimunum,
og tað kann Marin Katrina
Frýdal als ikki taka undir
við.
–
Borgarstjórin
hevur
sum uppgávu at syrgja fyri,
at nevnd arsamtyktir verða
førdar út í lívið, men her
spælur hann solospæl, sigur
Marin Katrina Frýdal.
Heðin Mortensen hevur
boðað frá, at parkerings bás
arnir koma aftur, nú summ
arið so smátt er farið aftur
um.
Borgar
stjórin
hevði ikki
undirtøku
Heðin Mortensen, borgar stjóri,
lurtaði ikki eftir býráðs lim
un um, tá hann syrgdi fyri, at
parkeringsbásarnir á Konga
brúnni hvurvu í summar
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, til vinstru, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, til høgru
Parkeringsbásarnir á Kongabrúnni
Savnsmynd