Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130 Sosialurin Leo Poulsen Norðurlendsku samstarvs­ ráðharrarnir høvdu fund í Føroyum í gjár. – Tað er leiðslan í Norð­ urlendska ráðharraráðnum, og vit sita við fíggjarætlanini og skulu avgera, hvussu peningurin skal nýtast, og hvørji øki satsast skal uppá í Norðurlanraráðnum, sigur Jørgen Niclasen. Og tað eru ikki smápengar, ið talan er um. – Vit skulu so avgera á fundinum, hvussu stór upphæddin skal verða, men hon liggur um 900 millliónir krónur, so tað eru hampiligar upphæddir, talan er um, sigur Jørgen Niclasen. Fundurin hevur verið í Føroyum áður, men hetta er fyrstu ferð, at føroyingar sleppa at leiða fundin. – Ja, hetta er fyrstu ferð, at føroyski ráðharrin leiðir fundin, og tað er spennandi. Nú fæst so at vita, um eg kann liva upp til álitið. Orsøkin er ein avleiðing av, at Føroyar vildu hava limaskap í Norðurlandaráðnum, og tað fingu vit sum kunnugt ikki. Í staðin fingu vit sonevnda Álandsskjalið sum sigur, at tey sjálvstýrandi økini skuldu fáa størri ávirkan, og ein avleiðing er so, at vit hava leiðsluna á fundinum, sigur Jørgen Niclasen. Universitet í Hvítarusslandi Høvuðsuppgávan hjá norð­ urlendsku samstarvsráðharr­ unum er fíggjarætlanin, men tað verða kortini viðgjørd onnur mál. – Vit skulu viðgera fíggjar­ ætlanina fyri komandi ár, og vit byrja við ætlanini fyri 2012, men vit viðgera eisini onnur mál, eitt nú samanlegging av norðurlendskum stovnum, ið vit hava rættiliga nógvar av. Tað er ein fyrimunur at hava færri stovnar, fyri at fáa peningin at røkka longur, sigur Jørgen Niclasen. Eitt annað mál, ið var til viðgerðar, er virksemið í Hvítarusslandi. – Norðurlandaráðið hevur tikið stig til eitt óheft uni­ versitet í Hvítarusslandi, sum skal kunna undirvísa fólki á einum óheftum støði, og nú skulu vit so taka støði til, hvussu vit víðari fara fram við tí, sigur Jørgen Niclasen. Síðani eru eisini onnur mál, ið vórðu viðgjørd, men uttanríkisráðharrin sigur, at fíggjarætlanin hevur størstan týdning á fundinum, sum altso var á Hvonn í gjár. Fyrstu ferð føroyingar leiða fundin SAMSTARV Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir høvdu í gjár sín árliga fund, sum hesaferð varð hildin á Hvonn í Tórshavn. Og fyri fyrstu ferð leiddi føroyingar fundin Øll Norðurlond vóru umboðað á samstarvsfundinum hjá Norðurlendsku samstarvsráðharrunum í gjár Mynd: Álvur Haraldsen SAMSTARVSFUNDUR Leo Poulsen Veðrið fyrrapartin av nátatíðindi hildnaðist sera væl. Tað var góðveður hvønn dag, og fleiri bátar gjørdu sær dælt av hesum. Nógv hevur verið frammi um hvalbingarnar, sum høvdu gjørt seg út við reinsingarbingju, og stimaðu út frá Hvannasundi við skjótt­ gangandi bátum. Óváttað tíðindi vilja vera við, at teir skulu hava tikið upp móti 5.000 nátar. Aðrir hava stimað eftir meira traditionellum mynstri. Bátar úr Havn, Nólsoy og Skálafjørðinum hava gjarna einar tveir til tríggjar tímar norður á Svínoyarvík, og t´ða sigur tað seg sjálvt, at dagarnir gerast langir. Vit spurdu okkum fyri á sølutorginum í Vágsbotni, hvussu sølan hevði verið, og tað vísir seg at ójavnt hevur gingið. – Onkran dag hevur gingið væl, aðrar verri. Tað kemur eisini ann upp á, hvar tú stendur. Stendur tú við fyrsta sølubonkin eru líkindini fyri at sleppa av við fuglin so ógvuliga nógv betri, enn um tú stendur aftast, sigur nátamaður. Onkur vil vera við, at marknaðurin í Havn er versn­ aður nógv, síðani Norðoya­ tunnilin lat upp, tí nú kemur so nógvur fuglur norðanífrá á marknaðin í Havn. Fyrstu nátarnir, ið komu á marknaðin, vórðu til sølu fyri 100 krónur stykkið, men skjótt fall prísurin niður í 70 krónur áðrenn hann endaði á 60 krónum fyri nátan. Menn hava lokkað við saltaðum, ílidnum nátum, feskum og nú eisini skrædl­ aðum nátum. Men nú man fara at líða við nátum, tí seinastu dagarnar hevur verið fitt av vindi, og hóast tað ikki er farið av allari tíð enn, so krevur tað ein dag við stilli, skulu nátarnir ikki fara á flog, nú so langt er útliðið. Ójavnur nátamarknaður Tað er ymiskt, sum tað hevur ligið fyri hjá monnum at sleppa av við náta, og onkur vil vera við, at marknaðurin er versnaður eftir at Norðoyatunnilin lat upp Summar dagar hevur verið nærum fullsett á sølutorginum í Vágsbotni Mynd: Álvur Haraldsen