mikudagur 8. september 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
Sosialurin
Uni Arge
Brent barn ræðist eld, sigur
eitt gamalt orðatak, og væl
kann hugsast, at hetta er
ein av orsøkunum til nógv
minkaðu nýtsluna hjá før
oyskum húsarhaldum sein
astu tvey árini.
Árini 2006 og 2007 tók
seg upp ein nýggj mentan í
Føroyum. Fólk fóru at keypa
og selja partabrøv, og mong
høvdu eydnuna við sær, tí
partabrævaprísirnir
bara
hækkaðu og hækkaðu.
Samstundis sum parta
bræva mentanin
tók
seg
upp, var útlánshugurin hjá
bank unum stórur. Tørvaði
tær pengar, fekst tú teir, og
lánihugurin
gjørdist
ikki
minni av, at sethúsini bara
vuksu í virði.
Men
so
fór
botnurin
und an
partabrøvunum,
bank arnir skrúvaðu fyri út
lánunum, og sethúsa prísirnir
fullu. Heili 79 prosent eru
partabrøvini hjá føroyingum
fallin síðan oktober 2007 ella
tilsamans 6 milliardir krónur,
skrivar landsbankin í síni
seinastu búskaparmeting.
Landsbankin staðfestir, at
føroysk húsarhald eru ikki illa
fyri sammett við húsarhald í
øðrum londum. Í Føroyum
er samlaða lántøkan hjá
húsarhaldunum 75 prosent av
bruttotjóðarúrtøkuni. Hetta
er væl minni enn í Danmark,
Sveis, Stórabretlandi og USA,
har hon er millum 90 og 120
prosent.
Kortini hava føroysk hús
arhald minkað nýtsluna nógv
síðan 2007, og orsøkirnar eru
fleiri, sigur Sigurd Poulsen,
landsbankastjóri.
– Húsarhaldini regulera
sína nýtslu eftir, hvussu høg
inntøkan er, og hvussu væl
tey annars halda seg vera
fyri. Í 2006 og 2007 øktust
út lánini
hjá
bankunum
nógv, og sethúsaprísirnir
hækk aðu. Hetta hevði við
sær stóra nýtslu. Síðan er
vorðið truplari at fáa lán,
og
sethúsaprísirnir
eru
faln ir. Hetta førir sambært
van ligari búskaparfrøði til
minkandi nýtslu. Vit halda so,
at fallandi partabrævaprísir
haraftrat eru orsøk til mink
aðu nýtsluna. Fólk eru vorðin
varin, sigur Sigurd Poulsen.
Samfelag í bíðistøðu
Ein ábending um, at varsemi
eyðkennir atferðina hjá før
oyskum húsarhaldum er, at
privatu innlánini í bank un um
eru vaksin, sam stundis sum
útlánini standa í stað. Hetta
bendir á, at húsarhaldini í
løtuni spara pengar upp í
staðin fyri at brúka teir, sigur
Sigurd Poulsen.
Hann vísir á, at eisini
fyri tøkur eru ávirkaðar av
minkandi
útlánunum
og
stóra
partabrævafallinum,
tí teirra íløguhugur er mink
aður.
– Føroyska samfelagið
tykist vera í bíðistøðu í løt
uni. Fólk spara upp, og fyri
tøkurnar gera færri íløgur.
Eitt, sum vit eisini síggja, er,
at føroysk partabrøv hava ilt
við at koma líka skjótt fyri
seg sum aðrastaðni. Hetta
kemst helst av, at fólk bíða
eftir, at partabrævaprísirnir
hækka.
Trupulleikin
er
bara, at um ongin handlar,
so hendir onki, sigur Sigurd
Poulsen.
Hann heldur tó búskapar
ligu útlitini vera á heilt
góðari leið.
– Føroysk partabrøv tykj
ast vera undirmett, so helst
fara tey at hækka aftur, hóast
tey neyvan koma uppaftur á
støðið í 2007. Ongin ábending
er um, at sethúsaprísirnir
fara at lækka, og frívirðið í
húsunum er framvegis stórt.
Forteytirnar fyri, at gongdin
fer at venda, eru tí til staðar,
sigur Sigurd Poulsen.
Hava tit nakra uppgerð,
sum vísir, hvussu stórar upp
hæddir fólk hava lænt til at
keypa partabrøv fyri seinastu
árini?
– Vit hava onga uppgerð,
sum vísir hetta, men vit hoyra
søgur um tílíkar lántøkur,
sigur Sigurd Poulsen.
ua@sosialurin.fo
Føroyingar mist 6 milliardir
í partabrøvum síðan 2007
PARTABRØV Síðan oktober mánað í 2007 eru partabrøvini, sum føroyingar eiga, fallin 79 prosent í virði ella
tilsamans 6 milliardir krónur. Hóast privatfólk eiga ein minni part av partabrøvunum, kann hugsast, at ógvusliga
fallið hevur loypt ótta á húsarhaldini og ávirkað teirra nýtsluhug, heldur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri
• Landsbanki Føroya hevur gjørt nýggja
búskaparmeting í sambandi við
fíggjarlógina 2011
• Landsbankin heldur, at búskapurin er um at
venda frá niðurgongd til uppgongd, so BTÚ
fer at vaksa 3 prosent í 2010
• Væntaði vøksturin stavar m.a. frá hallinum
hjá tí almenna og øktum útgjaldingum
í ALS, sum stimbra eftirspurningin
• Óvist er tó, hvussu stórar íløgur fyritøkur
fara at gera, og hvussu húsarhald fara at
velja ímillum at brúka og spara
• Óvist er eisini, hvussu vakstrarlíkindini fyri
botnfiski eru undir Føroyum, og hvussu
orkuprísirnir verða
• Arbeiðisloysið var í juni 5,7 prosent. Tað
er vaksið nógv síðan 2008, men vøksturin
tykist fyribils vera steðgaður
Fakta