Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130 18 Sosialurin Føroysk framleiðsla Orð/mynd: Snorri Brend Havn: Úti í heimi finnast stórar verk smiðjur ið einans hava til upp gávu at framleiða góðgæti og bomm. Lítla fyritøkan á Spógvavegi í Havn kann á ongan hátt kappast við hesar í stødd, nøgd, tali av starvs fólki ella peningi til mark­ nað ar føring. Men í einum kunnu tey sakt ans kappast, og enntá vera við yvir­ lutan: Á hvørjum einasta bommi frá JEMA hevur nevniliga ein kjerlig manna hond verið á. ­ Vit leggja stóra orku í at fram­ leiða bomm við høgari góðsku. Júst hetta ynskja vit eisini skal vera okkara eyðkenni ­ at fólk skulu smakka og vita, at hetta eru hond­ gjørd føroysk bomm, vísir Jens á. ­ Og tað hevur sjálvandi eisini sín týdning, at vit í Føroyum eru før fyri at framleiða bomm til okkara egna marknað. Stríð og pening Hjúnini bæði hava í fleiri ár virkað sum trúboðarar í afrikanska landi­ num Kenya. Tey komu heim í fjør, og so kom spurningurin, hvat ar­ beiði tey kundu fáa. Malena fekk síðani arbeiði, men meðan Jens gekk og kannaði møgu­ leikarnar fyri at fáa sær arbeiði, kom hugsanin til hansara: Hví ikki byrja framleiðslu av onkrum ser­ støk um heima hjá mær sjálvum! ­ Hví tað so júst bleiv til bomm? Ja, eg havi ikki annað svar uppá tann spurningin, enn at innputtið kom úr erva, frá Gudi, greiðir Jens Mei til berg frá. Sum hugsað, so gjørt. Hann vitjaði á ymiskum støðum í Dan­ mark, har tey framleiddu hond­ gjørd bomm. Og haðani fekk hann nógv góð ráð og hugskot til fram­ leiðsluna. ­ Hetta á lovandi út, men tað var ikki lætt at fáa nakran stuðul til at byrja hesa framleiðsluna. So vit hava í stóran mun klárað okkum sjálvi, greiðir Jens íðin frá. Framleiðslan fer fram í garasju hansara, sum er umskapað til eitt høli, ið lýkur øll loyvi og allar góð­ kenn ingar til slíkt arbeiði. ­ Tað hevur kostað okkum bæði stríð og pening at koma so langt. So tú kanst ætla, at vit vóru fegin, tá vit stóðu vit tí fyrsta bomm pakka­ num í hondini, sigur Jens. Bomm við búmerki Nú er framleiðslan komin í gongd og fyrstu kundarnir hava ognað sær ein av bommpakkunum frá JEMA. Spurningurin er so, hvat fram­ tíðin fer at bjóða, tí møguleikarnir eru óendaligir. Hetta sæst fyrst og fremst aftur í tí, at ein partur av bomm unum bera nøvn úr føroysku floru ni. Hinvegin gera tey eisini bomm við ymiskum smakki úr lakreds, og hava hesi bommini nøvn síni við før oyskum gróti, t.d. malargrót. Ein annar møguleiki er at gera bomm við ymiskum logo’um á. Tey hava í roynd og veru longu gjørt eina bomm­røð við litunum í før­ oyska flagginum við einum ávís um bók stavi á. Ein heilt triði møguleiki er at gera bomm ið hava eitt búmerki hjá eini fyritøku, stovni ella felagi á. ­ Hetta tekur sjálvandi munandi longri tíð og krevur nógv eyka ar­ beiði, enn tey vanligu bommini. Men jú, møguleiki er avgjørt at gera tað her hjá okkum, sigur Jens. Hann nevnir sum dømi, at ítrótt­ a rfeløg, peningastovnar, Atlants­ flog, Smyril Line og onnur kundu havt gleði og gagn av einum bommi við teirra búmerki á. ­ Meg so vil eg beinanvegin siga, at skal ein gera slík búmerki, so krev ur tað onnur og størri høli enn hesa garasjuna heima hjá mær. snorri@sosialurin.fo HONDGJØRD BOMM Síðani á ólavsøku hava hondgjørd føroysk bomm við merkinum JEMA verið at sæð í teimum stóru matvøruhandlum og aðrastaðni í høvuðsstaðnum. Aftanfyri hesa framleiðsluna standa hjúnini Jens og Malena Meitilberg í Havn. - Vit eru byrjaði í smáum, og so fáa vit at síggja hvussu stórt hetta kann blíva, siga tey bæði, alt meðan tey pakka enn fleiri bomm til føroyska marknaðin Smakkur og útsjónd Sum nevnt aðrastaðni komu fyrstu hondgjørdini bommini frá JEMA á marknaðin beint fyri ólavsøku í ár. Tey bæði, ið “goyma” seg aftanfyri navnið JEMA ­ Jens og Malena ­ hava frá fyrsta degi lagt seg eftir, at bommini skulu vera vøkur á at líta og skulu sjálvandi eisini smakka væl. ­ Vit hava ikki lýst nakað serligt við bommunum, men tey standa so frammi í nógvum handlum her í Havn. Og vit hava skilt, at tað er júst hetta við útsjóndini og smakkinum, sum fólk leggja dent á og dáma. ­ Vit hava so bara fingið positivar afturmeldingar frá teimum, sum hava roynt okkara bomm, greiðir Malena Meitilberg frá. Tað hevur kostað okkum bæði stríð og pening at koma so langt. So tú kanst ætla, at vit vóru fegin, tá vit stóðu vit tí fyrsta bommpakkanum í hondini Serligi smakkurin skal selja søtmetið LIVA AV TÍ - Um tað gongur væl, vóni eg at kunna liva av tí, sigur Jens Meitilberg, sum her er í ferð við at pakka bomm til føroyska marknaðin, saman við konuni Malenu GÓÐAN SMAKK - Tey, ið hava roynt okkara bomm siga, at tey smakka sera væl, sigur Malena Meitilberg