Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-08, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130 46 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Føroyska landsliðið var í føroyskum ódnarveðri í gjár. Úrslitið var 5-0. Italia vann greitt og uppiborið. Cesare Prandelli, sum er italskur landsliðsvenjari, var væl nøgdur aftaná dystin. – Tað var lætt at standa á odda fyri landsliðnum í kvøld. Rómurin á hesum leikvøllinum er altíð fantast- iskur. Eg var vísur í, at vit fingu ein fótbóltsfestival, greiddi hann fjølmiðlunum frá. Tað er ikki løgið, at Italia, við gott og væl 60 milliónum íbúgvum, hølvar føroyska oyggjasamfelagið, við 50.000 fólkum, av í fótbólti. Men hinvegin, so eru tað slík úrslit, sum hava við sær, at stór- tjóðirnar hava lítlan hug at spæla móti smátjóðum. Tí ræður um hjá før oyingum at standa við røttum ryggi aftaná landsdystir. Men at tapa 5-0 er ov nógv. Brian Kerr er føroyskur lands- liðsvenjari. Hann var í øðini undan dystinum, tí føroyska lands liðið hevði vánaligar venjingar um støður. Kerr vísti millum annað í altjóða miðlum, at grasið á venjingar vøll- inum var so sítt, at tveitti tú sam- fullar føroyskar seyðir á vøllin, høvdu seyðirnir havt ov mikið at eta í ein mánaða. Men tað var ikki orsøkin til stórtapið í gjár. – Nei, als ikki. Mótstøðuliðið var ov gott til okkum í kvøld. Tað hevði ikki broytt úrslitið stórvegis, um vit vandu á einum øðrum vølli. Men Spania ella Frakland høvdu fingið heilt øðrvísi venjingarumstøður her, tað er víst, sigur Brian Kerr, sam bært ESPNstar.com. Tóktist lætt 27 minuttir vóru leiktir, tá Italia var á odda 3-0. Gilardino, De Rossi og Cassano ivaðust ikki, tá teir fingu møgu- leikan, og Gunnar Nielsen hevði ongan møguleika í føroyska mál- inum. – Vit valdu oftast lættu loysnina og royndu at hava ferð á bóltinum. Føroyska liðið rann bara aftaná. Vit vinna við fimm málum, so eg eri nøgdur, sigur Prandelli, sambært ESPNstar.com Seinna umfar í italsku lands- kappingini skal avgreiðast um viku- skiftið, og tað ávirkaði heimaliðið í gjár. Italia tók sær av løttum í løtum. Tíbetur fyri føroyingarnar, tí sigurin kundi verði væl størri. – Italia hevði munandi meira ferð á bóltinum enn Serbia, sum vit spældu móti fríggjakvøldið. Antonio Cassano og Giuseppe Rossi bjóð aðu stundum av, og vit høvdu sera trupult við at verja fyri teim um, metir Brian Kerr, sambært ensku heimasíðuni. Fabio Quagliarella og Andrea Pirlo staðfestu trivaliga sigurin við málum í seinna hálvleiki. Ov nógv At tapa 5-0 í fótbólti er nógv. Eisini um tú stendur á odda fyri føroyska landsliðnum, sum skal spæla á útivølli móti Italia. Tað er ein sannroynd, at stóru landsliðstjóðirnar hava lítlan hug at spæla móti amatørum úr Føroyum, Malta, San Marino og aðrastaðni. Við slíkum úrslitum, sum í Firenze í gjár, verða grundgevingarnar styrktar munandi, at tað loysir seg ikki, at smáu fótbóltstjóðirnar spæla við í undankappingunum. Føroyska landsliðið vil spæla við, og tí ræður um at bretta upp ermar hvørjaferð. Hóast mótstøðan er Italia, so er tað ongantíð nøktandi at tapa 5-0. Cassano var framúr Italskir miðlar hava serliga varpað ljós á Cassano seinastu dagarnar. Millum fyrstu broytingarnar hjá Prandelli, sum varð settur í starv sum landsliðsvenjari aftaná HM í summar, var at senda boð eftir Cassano at stuðla ungu lands liðs- leikarunum. Framherjin úr Sampdoria hevur Klassamunur! A-lAndsliðið Føroyska landsliðið royndi at hóra undan sum frægast í Firenze í gjár. Hóast Italia er fimm mál, helst fleiri enn so, betur enn Føroyar í fótbólti, so eru slík úrslit ikki nøktandi – Eg var vísur í, at vit fingu ein fótbóltsfestival, greiddi italski landsliðsvenjarin, Cesare Prandelli, fjølmiðlunum frá eftir dystin Mynd: Polfoto fótbóltsfestivAlur