fríggjadagur 10. september 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131
26
Sosialurin
Eg vil fegin bera kæra tví
burðabróðir mínum, Kára,
eina kvøðu, nú vit báðir
rundaðu 80 ár sunnudagin,
og siga nøkur orð, ið eg kenni,
at eg átti at borðið fram við
endan á veitsluni í Bethel.
Kári bróðir, vit báðir,
sum standa hvør øðrum
so nær, heilt frá føðing av,
í uppvøkstri og framvegis
gera tað – bæði andaliga og
tímiliga, hava nógv at takka
fyri. Ta tøkkina eigur tann
Harri, sum vit hava sett
álit okkara á, sum hevur
varðveitt okkum frá teimum
vandum, ið vit hava verið í
og frá teimum vandum, ið vit
ongantíð vóru varir við.
Tú hevur havt títt lívs
starv á sjónum, bæði við
sluppum og trolarum. Tú
sigldi bæði við norskum
og føroyskum trolarum og
arbeiddi í Føroyingahavnini.
Eg kenni meg ikki sørt
stoltan, tá eg hitti menn,
sum spyrja, um eg eri bróðir
Kára. Teir hava verið til skips
saman við tær og kenna teg
sum ein sera dugnaligan og
raskan mann. Hetta sama er
galdandi fyri Jacob, ið nú er
83 ára gamal og somuleiðis
fyri Arcibald og Evald, ið eru
farnir heim til Harran.
Ólíkir vóru og eru vit báðir.
Tú vart djarvur sum fáur,
tordi væl til bakka og at fara
í línuna at síða. Hetta dirvi
hevði eg ikki.
Kæri bróðir, takk fyri
løtuna í Hvalba sunnudagin
saman við øllum tínum
kæru, tá vit komu norður at
heilsa tær. Takk fyri alt gott,
ið vit nutu har. Eisini takki
eg tykkum fyri, at tit komu
suður í Bethel at heilsa upp
á meg og at vera saman við
okkum.
Kári bróðir – tíðin er
farin, og hana fáa vit ikki
aftur! Men, gott er at vita, at
vit stevna ímóti landinum,
har einki eitur tíð; har alt er
ævigt. Nú eru vit bert fýra
brøður eftir og ein systir av
ellivu systkjum.
Til seinast vil eg veita
eina hjartans tøkk frá okkum
báðum til øll, sum heiðraðu
okkum og gjørdu dagin
ógloymandi fyri okkum. Vit
takka fyri sang og talur og
alt, sum fór fram við virðing
og sóma.
Eg ynski Harrans ríku
signing yvir tykkum øll við
heilsan úr Sálmi 23.1: “Harrin
er hirði mín”, og úr Sálmi
37.25: “Eg havi verið ungur
og eri vorðin gamal, men
ikki havi eg sæð hin rættvísa
vinaleysan
ella
avkom
hansara leita eftir breyði.”
Við kærleikskvøðu til tín,
kæri bróðir.
Heilsan Róald
Nøvn
Ein kvøða til Kára Norðberg,
tvíburðabróður mín
Kári og Róald á 80 ára føðingardegnum seinasta sunnudag
8. august fingu Priscilla Mikkelsen og Mikael
Mikkelsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long
og vigaði 3150 gr.
31. august fingu Ulla Bundgaard og Heðin Ellings
gaard, Fanø, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði
3500 gr.
31. august fingu Helena Holm og Rógvi Thorsteins
son, Tvøroyri, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3740 gr.
3. september fingu Bára Martinsdóttir Strøm og
Signar Strøm, Trongisvági, ein son. Hann var 55 cm
langur og vigaði 3880 gr.
3. september fingu Petra Christiansen og Jákup
Holm, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og
vigaði 3295 gr.
3. september fingu Anita og Simon Passey, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 47 cm long og vigaði 2650 gr.
Hon eitur Ann Elisabeth Passey.
4. september fingu Siri og Dan Sjóstein, Klaksvík, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3710 gr.
4. september fingu Marin Fríhild Simonsen og Einar
Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 49 cm langur
og vigaði 2940 gr.
5. september fingu Eina Øssursdóttir Nielsen og
Niels á Reynatúgvu, Signabø, ein son. Hann var 53
cm langur og vigaði 4440 gr.
6. september fingu Ólrun og Kristján Eiriksson,
Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði
4300 gr.
7. september fingu Helen og Jógvan Olsen, Toftum,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3425 gr.
7. september fingu Randi Holm og Bárður Brestirs
son Nielsen, Saltangará, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3620 gr.
8. september fingu Katrin Sigurðsdóttir og Karstin
Kristiansen, Aalborg, eina dóttur. Hon var 50 cm
long og vigaði 4270 gr.
9. september fingu Annika V. Hansen og Kristleif
Zachariasen, Langasandi, ein son. Hann var 51 cm
langur og vigaði 3525 gr.
Føðingar
Merkisdagar
90 ára føðingardagur
16. september fyllir Johs.
Andr. Næs, Tórshavn, 90 ár.
Dagurin verður hildin við
hátíðarløtu í Meinigheits
húsinum í Havn leygardagin
18. september kl. 15.
85 ára føðingardagur
Týsdagin 14. september verð
ur Margith Nielsen á Eiði
85 ár. Dagurin verður hildin
saman við børnunum.
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 12. september
fyllur Petur Danielsen, Hós
vík, 80 ár. Dagurin verður
hildin 23. september á Gilja
vegi 40 frá kl. 18. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
60 ára føðingardagur
Leygardagin 18. september
verður Rúna Berghamar 60
ár. Opið hús verður í Páls
stovu kl. 1217. Tey, ið vilja
gleða hana við at koma,
verða biðin um at ringja á tlf.
316033 ella senda teldupost
til berghamar@kallnet.fo í
seinasta lagi leygardagin 11.
september.
Silvurbrúdleyp
Tirsdag 14. september hava
Tórur og Birgitte Johannesen,
Sorøvej 42, 4250 Fuglebjerg,
silvurbrúdleyp. Der er morg
enkaffe kl. 8 på dagen.
Prógv
28. juni bleiv Margretha
Thomsen,
Klaksvík,
út
búgv in jarðamóðir á jord
moderudannelselskolen
Køben havn.
Tann 1. juli 2010 fingu
Siri Johnsdóttir
í Grund, Eiði, og
Karolina Guttesen,
Tórs havn, prógv sum
professións bachelorar
í sjúkrarøktar frøði
á »Sygeplejerske
uddannelsen
Metropol« í
Keypmanna havn.
Prógv