fríggjadagur 10. september 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 131 · 10. september 2010
2
VIKUSKIFTI
Herligur filmur
um Dynamitt
Fulltíðar
mamma
við
full tíðar
starvi
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Karina Ottosen / Mynd: © Bollwein
4 SaMrøða: Karina OttOsen
7 TiPS: sminKa til myrKu tíðina
8 BaKgrund: Heilsueftirlit á arbeiðsplássinum
10 10 Ting uM Wayne rOOney
11 90 SEKund: Jóannes JaKObsen
14 Til arBEiðiS: anniKa fay JOensen
15 uMafTurafTuruM: Høgni DJurHuus
16 KrOniKK: VíðgOngD mannminKan
ella altJóða mannarættinDi
18 HEilSuSíðan: matpaKKar
19 MiðlaMJarr: tað siga tey á facebOOK Og í miðlunum
23 Tað HEndir: KOnsertir, tiltøK, bøKur Og annað
24 ViKuMyndin: steina í inDia
»Hvat meina tey, tá tey siga, at eg eri
vikuskiftis-mamma?«
Starvsfelagin rópar hart við
døgurðaborðið!
Hon hevur júst lisið fyrsta partin í
eini røð, ið hevur fingið heitið »At vera
fulltíðarmamma«.
Greinin er um 28 ára gomlu Helenu, ið
hevur valt at verða heima við børnunum,
til tey byrja í skúla, og harvið valt at liva av
eini løn, ongan bil at hava og ongar uttan-
landsferðir at gera.
Starvsfelagin fær skjótt nógvar yvir á
sína síðu. Heiti á greinarøðini provokerar
okkum mammur, ið arbeiða og hava børnini
í barnagarði. Við tí at verða mamma kemur
eisini kenslan av at ongantíð verða nóg góð.
Ein slík greinarøð er reint dynamitt fyri ta
kensluna.
Heiltíðar mammur eru vit, hóast at vit
arbeiða úti 6-8 tímar dagliga! Vit gera tað, ið
kvinnurnar fyri okkum bardust fyri at sleppa
– út at arbeiða, vinna egnan pening og gerast
sjálvstøðugar.
Helena og hennara líkar eru sjálvandi
væl komnar at ganga heima, men fyri flestu
kvinn ur er tað ógjørligt av fíggjarligum
ávum.
Eg hevði ikki hugsað mær at gingið heima
við børnum. Eg havi verið heima eitt ár við
hvørjum, og tað er nokk. Arbeiðið og tær
avbjóðingarnar lokka, og børnini hava tað
gott saman við javnaldrum í barnagarðinum.
Mamma mín gekk heima við okkum, til
vit fóru í skúla. Eg eri sjálvandi glað fyri
tíðina, og vónandi var mamma eisini glað og
nøgd við sítt lív heima. Men eg hevði avgjørt
ikki tikið skaða – heldur tvørturímóti – av at
gingið nakrar tímar í barnagarði, áðrenn eg
byrjaði í Sørvágsskúla.
Starvsfelagin rópar aftur hart – nú frá
skrivstovuni: »Eg sendi eitt mótmæli til
redaktørin«. Hon er ill! Kanska tí at hon
stríð ist dagliga við at fáa trý børn í skúla og
barna garð og at gjalda stóra húsalánið. Hon
hevur gjørt sítt val útfrá tí støðu, hon er í. Og
full tíðar mamma – ja tað er hon so garantera!
INNIHALD
DokUmentaR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ein dagin ringdi telefonin hjá Niclas
Hera Jákupsson. Tað var ikki omman
við Gjógv, ið ringdi, men sangarin Karl
Martin Samuelsen.
– Hann segði við meg, at hann hevði
brúk fyri einum kóri til ein fótbóltssang,
og kórið skuldi ikki syngja for reint.
Hann spurdi meg, um vit í Dynamitt
ikki kundu koma at syngja.
Hetta er ein av søgunum, sum
tón leikararnir í Dynamitt siga frá í
nýggjum doku mentarfilmi um bólkin.
Film urin er partur av útgávu, har eisini
live-fløga við bólkinum er við.
Søgan um Dynamitt minnir nógv
um søgurnar um aðrar føroyskar tón-
leikabólkar – teir byrja meira ella minni
tilvildarliga millum vinfólk í onkrum
kjalllara – men við tíðini er søgan um
tann popputa bólkin úr Klaksvík meira
serlig. Teir hava verið meira áhaldandi
enn miðal føroyski tónleikabólkurin,
hava givið fimm fløgur út og hava
spælt stórar konsertir fyri túsundtals
áhoyrarum.
Teir hava verið kallaðir ein søkkandi
skúta við pillrotnari last, men teir hava
yvirlivað tær lemjandi atfinningarnar
– og fólk hava sungið við.
Óformellur
Dokumentarfilmurin sigur eina stuttliga
og fríska søgu um Dynamitt frá byrjan,
tá ið vinmenninir Niclas Heri Jákupsson
og Emil Gunnarstein keyptu ljóðføri fyri
konfirmatiónspengarnar og stovnaðu
bólk, hóast teir ikki dugdu at spæla,
og fram til dagin í dag, nú Dynamitt
er populerari, enn teir nakrantíð áður
hava verið.
Tónin í filminum er óformellur
og stuttligur. Niclas Heri og Emil
undirhalda við søgum um bólkin.
Millum annað, tá ið teir einaferð vóru
á veg til Sands at spæla, men mistu
hugin á veg suður. Teir ringdu avboð,
men máttu finna upp á eina umbering
fyri ikki at møta til dansin.
– Vit søgdu so, at bussurin hjá okkum
var farin út av á Oyggjarvegnum, og at
tveir av tónleikarunum vóru endaðir á
Landssjúkrahúsinum.
Dynamitt hevur við nýggju útgávuni
gjørt nakað, sum eingin annar bólkur
hevur gjørt. Teir dokumentera sína
søgu við filmi, og tað er kanska í tráð
við heitið á útgávuni:
Vit vilja ongantíð doyggja.
SøKKANDI skútan verður DrIgIN upp á
turt í nýggjum DoKumENtArfILmI, sum er
fríSKur, stuttligur og uNDIrHALDANDI
klumman
Inna
Törnroos
Teir hava verið kallaðir ein søkkandi skúta við pillrotnari last, men teir hava yvirlivað tær lemjandi
atfinningarnar ímóti bólkinum – og nú hevur bólkur givið út live-fløgu og dvd-film um bólkin
myND: Eyðbjørn jacobsEn