Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131 Sosialurin Ítróttur Andreaz Herzog var á miðvøllinum hjá Eysturríki hin 12. september í 1990. Hann hevur seinastu árini virkað sum hjálparvenjari hjá Eysturríki. Hann var heldur ikki í iva, tá hann varð mintur um dystin í Landskrona. – Vit hugsaðu, at um vit spældu væl, so vunnu vit 10-0. Spældu vit illa, so vunnu vit 3-0. So tú kann siga, at hatta var mín fyrsti og størsti váti vøttur á landsliðnum, segði hann undan dystinum móti Føroyum á Tórsvølli í 2008. dystin í Parkini boðaði hann frá, at hann gavst á landsliðnum. Hann hevði tá búð í Danmark í nøkur ár, og tað ger hann framvegis. Fót­ bólturin hevur hann tó ikki slept. Hann virkaði sum hjálparvenjari hjá FC Amager, sum seinni fór á húsa gang. Allan Mørkøre: Yngsti spælarin á Landskrona­liðnum taldist í drúgt áramál millum teir fremstu før oysku spælararnar. Umframt barn dómsfelagið KÍ, hevur hann eisini spælt í B36, HB, íslendska ÍBV og AB. Er ein av bara tveimum spælarum, sum hava vunnið FM við trimum føroyskum feløgum, umframt, at hann longu eina ferð hevur vunnið uppflyting við AB, har hann gavst í venjarastarvinum fyri tveimum vikum síðan. Hann er nú venjari hjá B36. Er útbúgvin krambakallur og námsfrøðingur. Abraham Hansen (nú Løkin): Mið vallarovastin hevur eitt merkis­ vert met í føroyskum fótbólti, har tað gingu 26 ár millum fyrsta og seinasta dyst hansara í bestu før­ oysku deildini. Sum spælari gjørdi hann um seg hjá ÍF, B36, NSÍ og B68, umframt, at hann á ungum árum eisini var í bæði svenskum og donskum fótbólti. Í borgarliga starvinum hevur hann seinnu árini fingist við at selja fisk, og er hann ein av eigarunum av FO­fish. Hann stendur á odda fyri besta liðnum hjá ÍF nú. Torkil Nielsen: Stóra hetjan úr Landskrona. Hóast fótbóltsevnini vóru eyðsýnd og kanska til nakað meira, so spældi hann øll árini við SÍF og FS Vágum. Og í aðrar mátar er talan eisini um ein merkis­ verdan ítróttarmann, sum ehvur verið á talvlandsliðnum, unglinga­ landsliðnum í flogbólti og í lands­ liðshópinum í hondbólti. Støðu – og trúfesti hevur eisini eyðkent privatmannin, Torkil Nielsen, sum enn starvast hjá Sandavágs Timbur­ handli. Kári Reynheim: Íspegilin á lið­ num, sum altíð hevði sjálvsálitið í lagi, um enn avbjóðingar vóru ovur stórar. Og sum bæði á og uttan fyri vøllin var spælarin, sum kundi lyfta lagið. Spældi fyri HB og B36, umframt, at hann eitt skifti var í norskum fótbólti. Hevur seinnu árini roynt seg sum venjara, men enn hevur hann ikki veruliga fing­ ið sítt gjøgnumbrot í hesum. Er unglinga venjari hjá AB. Starvast sum elek trikari í frítíðini. Jan Dam: Eingin ivi er um, at Jan taldist millum mest gávaðu før oysku spælararnar yvirhøvur, og fram til aldarskiftið var hann eisini fastur fúsur á landsliðnum. Sum spæl ari royndi hann seg hjá bæði HB, KÍ og B68, umframt, at hann var hjá danska Herfølge eitt stutt tíðar skeið. Er útbúgvin lærari. Kurt Mørkøre: Var í nógv ár ein av vandamestu føroysku áleyp ar­ unum, og í Klaksvík hevur hann mest sum legendustatus. Royndi seg eisini í norskum fótbólti, har hann eisini hevur nomið sær venjara útbúgving. Eina útbúgving, sum hann eisini hevur nýtt hjá KÍ og B36. Er nú aftur í Noreg, har hann eisini roynir seg sum venjara. Eykamenninir Kaj Leo Johannesen, sum nú er Føroya løgmaður. Magni Jarnskor, Poul Enok Hansen, sáli, Jens Erik Rasmussen og Gunnar Mohr. jakup@sosialurin.fo Hickersberger um Landskrona Fyri tveimum árum síðan hevði eysturríska blaðið »Der Standard« samrøðu við Josef Hickersberger, sum seinastu 20 árini hevur livað við, at hann stóð á odda fyri eysturríska landsliðnum, sum tapti 1-0 móti amatørunum úr Føroyum. Hickersberger segði eisini bart út, at dysturin var ein persónlig tragedia. – Talan varð um beiskastu løtuna á yrkisleið mínari. Tað kundi ikki verða verri enn hatta, greiddi hann frá. Leygardagin: TB – AB II Sevmýra, Tvøroyri Kl. 15.00 1. deild Víkingur II – B68 II Leirvík Kl. 15.00 1. deild FC Hoyvík – KÍ Gundadalur, Tórshavn Kl. 15.00 1. deild HB II – EB/Streymur II Gundadalur, Tórshavn Kl. 15.00 1. deild 07 Vestur – NSÍ II Sørvágur Kl. 15.00 1. deild Sunnudagin: HB – FC Suðuroy Gundadalur, Tórshavn Kl. 15.00 Vodafonedeildin EB/Streymur – B36 Við Margáir, Streymnes Kl. 15.00 Vodafonedeildin B68 – B71 Svangaskarður, Toftir Kl. 15.00 Vodafonedeildin Mánadagin: NSÍ – ÍF Við Løkin, Runavík Kl. 15.00 Vodafonedeildin Týsdagin: Víkingur – AB Í Sarpugerði, Norðagøta Kl. 15.00 Vodafonedeildin Fótbóltsdystirnir um vikuskiftið: Vatnhamar heldur fram Sølvi Vatnhamar fer ætlandi at spæla við Víkingi komandi tvey árini. Hann og felagið hava skrivað undir nýggjan sáttmála. Tað boðar heimasíðan hjá Víkingi frá. Sølvi Vatnhamar hevur staðið seg sera væl á miðvøllinum hjá Víkingi í hesum kappingarárinum. Hann hevur skotið 10 mál í ár. Miðvallarin hevur spælt 71 dystir og skotið 16 mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini í alt, sambært faroesoccer.com. Víkingur skrivar á heimasíðuni, at felagið fegnast um, at Sølvi Vatnhamar heldur fram. Mynd: Álvur Haraldsen Latið atfinningar vera motivatión Jóannes Jakobsen var liðskipari í Landskrona. Hann segði bart út við Sosialin fyri tveimum árum síðan, at um hann hevði verið landsliðsspælari í dag, hevði hann verið reyvhamrandi troyttur av at hoyra gamlar landsliðsleikarar reypa um Landskrona, sum hann málbar seg. ...tað er mááál! Torkil Nielsen sendir bóltin framvið eysturríska málverjanum – og Føroyar á sigurskós. savnsmynd Mikkjal Danielsen tók fullkomiliga pippið frá eysturrísku stjørnini, Tony Polster savnsmynd