Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 · 10. september 2010 15 VIKUSKIFTI Lat veturin koma Summarið hevur verið, sum tað plagar at vera her á okkara leiðum. Nøkunlunda lýtt og grátt. Nú standa heystið og veturin fyri framman, og vit kunnu ugga okkum við, at sambært brasiliumonnum skal hármótin í vetur verða litríkur – rættiliga litríkur. Vit vilja avgjørt mæla til, at eisini føroyingar taka hendan mótan til sín, so veturin kanska verið festligari enn summarið. Nógv, heilt nógv, alt ov nógv, halda nógv, er forboðið í Føroyum. Tað er sum boðini á skeltinum, ein segði mær frá, hann hevði sæð í Týsklandi. Har stóð: “Alt, sum ikki er loyvt, er forboðið.” So er tað sagt! Men tílíkt, sum átti at verið for boð ið, her í Føroyum í hvussu so er, er tíverri ikki forboðið. So sum demokrati og religión. Ja, re ligi ón átti at verið forboðin í øllum londum, ikki bara hjá okk um, hóast religión er ódemo­ krat isk. Bæði eru skaðilig, demokrati og religión, tí tey billa fólki inn, at tey hava ávirkan við at velja og biðja. Demokrati, fólkaræði, á dett orð, havi eg skrivað um ofta fyrr. Tí er óneyðugt eina ferð enn at skriva hálvan teig av próv­ grund um og góðum argu ment um yvirhøvur. Tann stutta útlegg ing­ in er: lurta eftir einum løgtings­ fundi í ein tíma ella so. Og so leingi, vit hava demo­ krati, verður eingin loysing, einki full veldi, sum sagt, einki frælsi, ella tað, tey rópa frælsi. Tí forðar fólka ræðið fyri. Religiónin, okkara grund lógar­ ásetta statsreligión, fólkakirkjan, er neyðug, sigst, tí hon skrásetur fólk, tá tey eru fødd og í hinum enda num, tá tey doyggja. Hetta kunnu onnur gera, sama um tað so fer at kosta meira. Og vit vita kortini ikki, hvussu nógv vit eru, og hvørji vit eru. Tí skal nú gangast hús úr húsi at telja fólk og spyrja tey, hvørji tey eru, nær tey eru fødd, og nær tey ætla sær at fara hiðani med alla. Tvær aldagamlar bøkur eru orsøkin til, at vit hava fólka kirk­ ju, Bíblian og kirkjubókin. Jarðarferðirnar kunnu komm­ un ur nar og privatir jarðar ferðar­ samskiparar kappast um. Dópur eigur at vera forboðin sum annað svik. Nýføddir óvitar fáa spurningar, sum teir ongan liv andi kjans hava at taka støðu til, so onnur svara fyri teir. Og bara einans svarið er loyvt og verð ur góðkent. Hjúnaband eigur sjálvsagt at vera útilokað í einum samfelagi, sum kallar seg framkomið. Og kun nu fólk ikki liva uttan í tjóðri, ber til at heita á borgarstjóran ella fútan. Fólk, sum hava sjálvsálit og áræði, hava ikki brúk fyri religión líka lítið sum fyri opiumi. At kalla allur heimsins fanans­ skapur stavar frá religión. Tey flestu kríggini til dømis. Relig­ ión in hevur uppfunnið fanan og helviti fyri at hava hann og tað at ræða fólk við. Sjálvandi veit eg, at tað er ógjørligt at for bjóða fólki at trúgva. Tað lukk að ist ikki í til dømis gamla góða Sovjett­ sam veldi num. Men tað eigur at bera til at áleggja fólki at hava sína trúgv í einrúmi, hurðar og vind eygu afturlatin, og ikki rópa hana út um allar geilar øðrum til ampa og fortreð. Men heldur ikki tað bar til í Sovjettsamveldinum. Eg var í kirkju í Moskva á pásk um í 1981. Ein sálvumikil amerik ansk ur hallelýjagreðingur geylaði gleðiboðskapin, og vit skriv aðu atheist í gestabókina. Men Sovjettsamveldið var og er eingin fyrimynd, ikki so? Trúgvin hjá fólki er eitt mál mill um teirra og tann gud, tey hava, og ongan annan. Almenna rúmið eigur ikki at vera eitt sølutorg hjá trúboðarum. Sølutorg hjá fólkum, sum halda seg vera betri og reinari og rætt vísari og alt møguligt annað gott enn vit hini eru. Vit glataðu sál ir, sum fara beint, onga staðni inn á vegnum, til helvitis. Religiónin skal kortini ikki fáa rokn ing ina fyri alt. Tá Jóhanna slapp at hava sína konu við til døgurð an í Kirkjubø, vildi Jenis eisini hava sína við. Tað slapp hann ikki, og tí sendi hann av­ boð. Aftur til forboðini? Vatn hevur drip ið fleiri fólk enn øl, sum er sterk ari enn 5,8 prosent. Flóðin Mikla til dømis. Tvey forboð afturat, takk! UmaftUrafTurum høgNi djurhuuS Nakað hált Tveir terrormistonktir tiknir í Hállandi Vagaportal.fo Ja, teir eru fótbóltsspælarar – ikki svimjarar TB trívist illa á Skálafjørðinum Portal.fo Kringvarpsgjaldið fer so til makrel Løgmaður: Eiga at umhugsa tilfeingisgjald á makreli Kringvarp.fo Nakar funnin ov lættur? Vigaðir undan og eftir venjing Dimma Púra beint! Danska uttanrikisráðið meldað fyri grindadráp Kringvarp.fo Hvat við Sea Shepherd? ETA lýsir vápnahvíld Portal.fo Tað er ikki óvanligt Vígdis er vaksin við uppgávuni Dimma Eystanfyri jarntjaldið? Triton skal skjóta eystanfyri Portal.fo Onnur fara runt um... Hann er ikki hvør sum helst. Hann er nevnliga tann fyrsti, sum hevur runnið tvørtur um knøttin 3-2 í KvF ranga í strúpan Hvat kann eg gera? Ein eldri maður fór til læknan til árliga kanning. Lækin hevði ikki góð boð at bera honum. - Vit hava tíverri funnið út av, at tú ert so sjúkur, at tú hev ur bert seks vikur eftir at liva í, segði læknin. - Hvat? Eg havi tað fínt, havi ikki havt tað betri í nógv ár. Tað kann ikki passa. Er tað einki, sum eg kann gera, spurdi maðurin. - Jú, tú kundi kanska farið til heilsurøktina og tikið eitt runubað hvønn dag. - fer tað gera meg frískan? - Nei, men so kanst tú venja teg við at liggja í mold. myNd: PoLfoTo Gott at stiga seg til Við hvørt skulu kreativar loysnir til, tá ið okkurt skal gerast. Og hesin bussførarin hevur verið umhugsin, nú hann skuldi undir lúkuna at arbeiða. Tað hevði nevniliga ikki verið so gott at fingið lúkuna í heysin, og tí er gott at hava okkurt at stiga seg til.