Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 · 10. september 2010 16 VIKUSKIFTI KroniKK Uni Arge ua@sosialurin.fo Formaðurin í Miðflokkinum hevur aftur gjørt tað. Hann hevur politiskt mark erað seg við at seta niður á sam­ kynd, fornermað íslendsku tjóðina og sett Føroyar í ringt ljós kring allan heim. Heilt úr USA umvegis Ísland til Póllands skriva fjølmiðlar við einum láturbrøli, at í lítlu Føroyum eru summi so homofobisk, at tey uttan at skamm ast háða oddakvinnuna í ein um sjálvstøðugum stati fyri hennara kyns­ ligu sannføring. Í Íslandi fór søgan sjálvandi upp á allar tíðindabreddar. Í ríkis sjón varp­ inum týskvøldið var langt innslag um mótmælið hjá Jenisi av Rana ímóti Jóhonnu Sigurðardóttir og konu henn­ ara, Jóninu. Ríkissjónvarpið tosaði við Øgmund Jónasson, altingsmann, sum mælti íslendingum frá at døma allar føroyingar í málinum. Eisini Steingrímur Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, undr­ aðist á útsøgnina hjá føroyska ting­ mann inum og harmaðist vegna før oy­ ingar um málið. Íslendska sjónvarpið hevði eisini spurt fólk í Havn, hvat tey hildu. Av teim um seks, ið spurd vórðu, hildu øll, at formaðurin í Miðflokkinum var farin langt út um mark. Vit eru øll javn líkar og skulu viðfarast javnt, segði ein. Men úr íslendskum fjølmiðlum er søgan um Jenis av Rana og Jóhonnu Sigurðar­ dóttir farin víða um heim. Ísland er sjálvstøðugt ríki, og tá landsins leiðari er fyri tílíkum persónligum álopi, bera útlendskir sendiharrar og tíðindamenn sjálvandi søguna víðari. Mótmælti tí ónormala Jenis av Rana segði í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum týsdagin, at hetta, hann hevði sagt upprunaliga, var ikki so álvarsligt. Hann skuldi einans hava sagt, at hann tímdi ikki út um kvøldarnar, tí hann var so ofta úti annars, og hetta skuldi so vera orsøkin til, at hann ikki vildi fara til Kirkjubøar at eta døgurða saman við Jóhonnu Sigurðardóttir og konu hennara. Men hetta var ikki heilt satt. Fyrsta útsøgn hansara stóð á Vága­ portalinum mánadagin. Jenis av Rana hevur ikki tikið frástøðu frá útsagn­ unum har ella hildið uppá, at hann er skeivt endurgivin, og tí hevur hann orða rætt eftir Vágaportalinum sagt hetta: »Vanliga fari eg ikki út um kvøld­ arnar, uttan so at konan er boðin við, so velji eg heldur at vera heima hjá henni, og hetta hevur verið soleiðis í mong ár, so hetta er ikki nakað nýtt.« Síðan segði hann: »Men tá ið tað er sagt, so skal sigast um hesa innbjóð­ ingina frá løgmanni til døgurðan í sam­ bandi við vitjanina hjá íslendska for­ sætis málaráðkvinnuni við makanum frú Jóninu, at eg fór ikki kortini, um so konan hevði verið boðin við eisini. Hetta er nógv meira alvorligt enn sum so, og hetta signalerar ikki tað normala sambært skriftunum, so eg hevði ikki droymt um at farið til ein sovorðnan døgurða.« Hetta var útsøgnin, sum fekk heims pressuna at varpa ljós á Føroyar, og hetta var tað, formaðurin í Mið­ flokkinum veruliga meinti. Íslendski forsætis ráðharrin og hennara kynsliga sann føring umboðaðu ikki tað normala, og tí kundi Jenis av Rana ikki eta døgurða saman við henni og konuni, hóast Jesus ikki himpraðist við at sita til borðs saman við nøkrum. Kundi rok vænt ast av hesi útsøgn? Sjálvandi. Síðan hevur Jenis av Rana sagt við Politiken, at hann hevur Føroya fólk við sær í málinum. Hann hevur víst á, at tveir aðrir floksformenn, Jørgen Niclasen og Kári P. Højgaard, eis ini mótmæltu døgurðanum í Kirkjubø, hóast teir hava víst á aðrar grund­ gevingar enn tær hjá Jenisi av Rana. Við øðrum orðum roynir hann at siga, at hann umboðar meirilutan í Føroyum. Fólkaræðislig vøgga Í sjálvum sær er hetta ein áhugaverdur pástandur, sum er verdur at bjóða av, og tann møguleikin er nú til staðar, at okkurt skilagott kann spyrjast burtur úr tí skomm, sum hetta málið hevur fingið nógvar føroyingar at kenna djúpt í sín um gestablíðu hjørtum. Orsøkin til, at mong gerast so fúk­ andi óð um menniskjasýnið hjá Jenisi av Rana, er, at tey flestu halda seg búgva í einum toluliga upplýstum og tol somum samfelag við eini ávísari fólka ræðis ligari hevd. Men kanska er hetta ikki so. Kanska liggja føroyingar enn í eini fólkaræðisligari vøggu og Trongskygdir borgarar og poliTikArAr fara altíð at siga sína hUgsAn, og fólk sum Jenis Av rAnA skulu eisini hava rætt at TAlA fríTT. men veruleikin er, at føroyingAr í løtuni verða úThongdir í heimspressuni sum ógesTAblíðir homofobAr og víðgongdir ørviTisknokkAr. vit eiga at sTAðfesTA í okkara nýggju sTJórnArskipAn, at í føroyum er rúm fyri øllUm, og við lógini á lofti vísa UmheiminUm, hvat okkara veruliga virðisgrUndArlAg er Víðgongda mannminkan ella altjóða mannarætt Hetta signalerar ikki tað normala sambært skriftunum, so eg hevði ikki droymt um at farið til ein sovorðnan døgurða. Jenis av Rana