Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 · 10. september 2010 21 VIKUSKIFTI Stór, góð og livilig hús á Argjum Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Úti við tromina á Hamaranum á Argjum standa hesi stóru, rúmligu, liviligu og snotiligu húsini við einastandandi útsýninum yvir alla Havnina og fjørðin. Fyrsta fatanin Tú ert í bygdum øki, men náttúran liggur vøkur og friðarlig beint uttan fyri dyrnar, so tú alt fyri eitt kemur í eitt lint huglag, ið er gott fyri likam og sál. Útistovan gevur tær eitt frálíkt samband við nær- og fjarumhvørvið. Útsýnið úr stovuni yvir Havnina, fjørðin og fjøllini norðanfyri er heilt eina- standandi. Tað verður neyvan betri nakrastaðni. Tú koyrir inn í snøgga túnið við dupultum bilskúri (carporti) og kanst ganga turrskøddur inn í hús- ini. Húsini eru vinalig, opin og inn- bjóðandi at koma til, men giringin ger, at tú ert fullkomuliga í friði inni hjá tær sjálvum. Ljós og luft – inni og úti Stóru vindeyguni geva nógv ljós inn í rúmini, og hurðin beint úr alrúminum og út í havastovuna geva eitt heilt serstakt samband millum úti og inni. Tú kennir teg á ongan hátt innilokaðan, og samstundis kanst tú væl og virði- liga vera ósæddur og í friði inni hjá tær sjálvum. Opna bilhúsið er eisini eitt flótandi skifti millum virksemi úti og inni, meðan tú í vásarúminum aftanfyri kanst vera tín egni. Stílur og snið Húsini sýnast minni, enn tey eru, og eru sera rúmsátt innan, tí plássið er gagnnýttt og innrættað sera væl. Alt er gjørt úr besta tilfari og við besta handverki. Stílurin er sum heild ljósur og opin. Stovan er opin upp í tróðrið, og hartil eg mekanisk luftskiftisskipan, so innan er alt frísklig og lætt. Húsini eru dagførd og viðlíkahildin, so tey eru so góð sum nýggj. Tey eru sera væl innrættað til stóru familjuna og eru egnað til bústað ein og til vinnu- ligt virksemi av einumhvørjum slagi. Veggir kunnu flytast, so rúmuppbýtið kann broytast til t.d. íbúð/ir. Tú kanst ganga inn niðriundir og í erva, og mong fólk kunnu búgva uttan at órógva hvønn annan alt ov mikið. Betondekk er millum hæddirnar, so lítið og einki hoyrist ímillum. Øll kunnu finna sær virksemi og frið eftir tørvi. Uttanfyri og uttanum Sera snøggur garður er uttanum. Alt er gjørt heilt liðugt við betonkantum og giring, asfalti og flísum, og dent- ur er lagdur á, at alt skal vera so viðlíkahaldsfrítt sum gjørligt. Húsini standa í góðum grannalagi í friðarlig- um og barnavinarligum umhvørvi við blindan veg. Dagstovnar, nýggi skúlin og busssamband er nær við. Innrætting Húsini eru í 2 hæddum við bilskúri og havastovu. Hvør hæddin er uml. 136 m2 – í alt uml. 272 m2. Í ovaru hædd er inngongd, durur, hjallur, grovkøkur / brygges, køkur / alrúm við útgongd til havastovu, borðsstova / stova, trappugongd, kamar, wc og hjúnarúm við atgongd til egið baðirúm. Í niðaru hædd er bilskúrur, snøgt vásarúm / fýrrúm, ítrivsrúm / millumgongd, inn- gongd, durur, gongd / trappugongd, 6 kømur og skrivstova. Fakta Adressa ..............Viðargøta 2, Argir Byggiár: ..............1999 Hæddir: ...............2 Gólvvídd: .............272 m2 Grundøki: ............617 m2 Hjallur: ................Ja Bilhús: .................Ja Prísuppskot: ......kr. 2.900.000