mánadagur 13. september 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. september · Nr. 132
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Tveir tilburðir vóru um
vikuskiftið, har eldur og
roykur mundu gjørt av við
bilar.
Í fyrra førinum var talan
um ein bil, sum eldur kom
í uppi í Essalág. Ein maður
hevði verið ein longri biltúr,
og setti bilin í túni. Innkomin
varnast hann, at tað rýkur
úr bilinum, og áðrenn hann
fekk tikið stig at sløkkja, var
alt motorrúmið brent upp.
Bilurin
bleiv
koyrdur
niðan á Bileftirlitið, har
hann nú verður kannaður
fyri at vita, hvør orsøkin til
eldin var.
Hetta hendi fríggjakvøldið
um 21.30-tíðina.
Leygarmorgunin
um
10.30-tíðina fekk løgreglan
boð um nógvan royk í
Norðskálatunlinum. So tjúkt
var, at bilar vendu aftur, tí
teir óttaðust fyri trygdini at
koyra gjøgnum tunnilin.
Av løgreglustøðini var
tunnilin stongdur við bumm-
um í báðum endum, til greiða
fekst á, hvør orsøkin til nógva
roykin var.
Tað vísti seg at roykurin
kom frá einum bili, ið varð
vorðin so heitur av einari ella
aðrari orsøk. Tað kom kortini
ongantíð eldur í bilin, sum
síðani varð togaður út úr
tunlinum aftur.
Av løgreglustøðini verður
sagt, at tunnilin var stongdur
í einar 50 minuttir.
Olja á sjónum
Fríggjadagin um 14.00-tíðina
fekk løgreglan boð um, at
200 litrar av olju vóru farin
á sjógvin. Óhappið hendi, tá
Drelnes bunkraði. Sløkkiliðið
í Havn kom á staðið og tók
oljuna upp aftur, og skipið
fær nú eina bót.
Eisini í Norðdepli lak ein
bátur olju á sjógvin. Hetta
hendi um 16.00-tíðina leygar-
dagin og eisini í tí førinum
verður talan um bót.
Leygarnáttina vaknaði ein
maður úti við Velbastaðvegin
við buldur og brak. Tað vísti
seg, at ein bilur hevði rent
á kirkjugarðin. Løgreglan
kom á staðið og handtók
bilføraran,
sum
verður
ákærdur fyri at hava koyrt
ávirkaður. Eisini fann løgregl-
an narkotika uppi á manni-
num. Tveir persónar vóru í
bilinum.
Annars
stendur
lítið
og einki í døgnrapportini
hjá løgregluni. Teir vóru
boðsendir tvær ferðir alt
vikuskiftið, fyrru ferðina til
Kaffihúsið, har tveir mans
spældu hund og gjørdu
ónáðir. Teir gjørdu seg kortini
ikki inn á nakran, men tá teir
hildu fram eftir at løgreglan
hevði tosað teir til sættis,
varð annar maðurin tikin við
á løgreglustøðina.
Seinnu
ferðina
var
leygarnáttina, tá tveir mans
komu upp at kjakast á Cleo-
patra, men heldur ikki her var
talan um nakað álvarsamt.
Og sunnumorgunin varð
boðað frá omanlopi á Viða-
reiðisvegnum.
Hetta
var
kortini ikki álvarsamt heldur,
og
bilarnir
fingu
koyrt,
men
Landsverk
ruddaði
steinarnar burtur.
Eldur í bili og oljudálkingar
Tað hevur veirð stak friðarligt hjá løgregluni um vikuskiftið, og bert í einum føri
vóru teir boðsendir til harðskapsmál, sum tó ikki var álvarsligt
Undir bunkring fóru 200 litrar av olju á
sjógvin, sum Sløkkiliðið í Havn tók upp aftur
Modellmynd
Leo Poulsen
Fríggjadagin kom Landsverk
við sínari avgerð í sonevnda
húkamálinum, og boðini eru
greið: Húkurin skal takast
niður aftur.
Húkurin varð upprunaliga
settur upp til Sjómannadagin
í Klaksvík, men meiningin
hjá
fyrireikarunum
var
alla tíðina, at hann skuldi
verða
standandi.
Trupul-
leikin er bert tann, at húk-
urin stendur í einari rund-
koyring, sum er partur av
landsvegakervinum, og tískil
er
Landsverk
avvarandi
myndugleiki. Og Landsverk
vil hava húkin tiknan niður.
Gunvá við Keldu, borgar-
stjóri, sigur, at tey í løtuni
hava málið til viðgerðar, men
hon dugir ikki at siga, nær
ein endalig støða verður tikin
til, antin býráðið fer at kæra
avgerðina hjá Landsverk til
Vinnukærunevndina.
– Tað verður helst greitt
í morgin, ella í hvussu er ein
av fyrstu døgunum, sigur
Gunvá við Keldu.
Eisini fyrireikararnir av
Sjómannadegnum bíða eftir
býráðnum.
– Vit eru í bíðistøðu í løtuni.
Málið er aftur hjá býráðnum,
so vit bíða bara eftir, hvørja
støðu teir taka, og sum skilst
á lagnum verður avgerðin hjá
Landsverk helst kærd, sigur
John William Joensen, ið er
ein av fyriskiparunum av
Sjómannadegnum.
Hann sigur, at tað alla
tíðina var ætlanin, at húkurin
skuldi verða standandi, og
tað kemur tí rættiliga óvart á,
at Landsverk nú hevur kravt
húkin tiknan burtur.
– Tað eru fleiri dømir um
aðrar
rundkoyringar
við
ymiskum lutum í, sum fáa
loyvi at standa, sigur John
William Joensen.
- Vit viðgera málið í løtuni, annars havi eg onga
viðmerking, fyrr enn ein niðurstøða er gjørd, sigur
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, um húkamálið
Mest umrøddi
húkurin í
heiminum skal
ikki longur standa
í rundkoyringini
í Klaksvík
Klaksvíkingar í bíðistøðu