mikudagur 15. september 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
18
Sosialurin
Oyggjaredaktiónin:
Oyggjablaðið
Jens Kristian
Vang
jensk@sosialurin.fo
Vilmund
Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Snorri
Brend
snorri@sosialurin.fo
Snorri Brend
Sandur: Kommunan heima á Sandi avgjørdi
fyrr í ár at seta á stovn ein frítíðarskúla sum
eina roynd.
Sagt varð, at royndin var treytað av,
at minst seks børn vórðu meldað til hesa
skipan.
Hetta eydnaðist eisini, og nú, hetta tilboðið
hevur verið í gongd í ein lítlan mánað, er talið
av børnum komið uppá níggju.
– Bæði børn, foreldur og onnur kring
frítíðarskúlan lata sera væl at trivnaðinum,
skrivar Sandoyarportalurin.
Í frítíðarskúlanum arbeiðir í løtuni eitt
starvsfólk, Petrina Nolsøe.
Góð tíð
Tey níggju børnini hava eisini fingið væl burt
urúr hesa fyrstu tíðina í frítíðar skúlanum.
Í frítíðarskúlanum leggur starvsfólkið
seg eftir at møta ynskjunum hjá børnunum,
um hvat tey skulu gera, m.a eru tey nógvar
útferðir, eitt nú í biograf í Havn.
Børnini sum fara í skúla komandi ár, eru
somuleiðis saman við frítíðarskúlanum ein
dag um vikuna, har tey fyrireika uppsetanina
av einum sjónleiki, sum verður framførdur
komandi ár.
Henda eina dagin gjørdi frítíðarskúlin
eina útferð til Skúvoyar, eftir ynski frá
børnunum. Her sparkaðu tey bólt á FIFA
vøllinum í bygdini.
Tey fóru eisini í kirkjugarðin at síggja
grøvina hjá Sigmundi Bresturson, og síðani
gekk leiðin í handilin at keypa góðgæti og
annað, áðrenn leiðin nakað seinni varð sett
aftur ímóti heimbygdini.
– Børnini hildu at tað var stuttligt at sigla
við Sildberanum, men hann rullaði eitt sindur,
hildu tey, skrivar Sandoyarportalurin.
snorr@sosialurin.fo
Børnini trívast
í frítíðar
skúlanum
BØRN Nýstovnaði frítíðarskúlin hjá Sands Kommunu,
er ein sonn sólskinssøga. Børnini eru níggju í tali
Saman við børnunum í frítíðarskúlanum, var starvsfólkið, Petrina Nolsøe
við børnunum í Skúgvi á útferð, haðani henda myndin stavar
Mynd: sandportal.fo
ÚTFERÐ
Oyggjablaðið
í næstu viku:
HÚS & HEIM