Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133 36 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen – Eg havi ikki sæð stórvegis til føroyska fótbólt seinastu mán­ aðirnar. Men eg hugdi at HB um vikuskiftið, og tað er einki at ivast í, at liðið hevur fleiri sera dugnaligar fótbólts spælarar. Tað sigur Julian Hansen, sum komandi mánaðan skal standa á odda fyri besta liðnum hjá HB. Mánadagin varð Kristján Guðmundsson, sum setti seg í venjarasessin hjá føroya meist­ arunum undan kappingar byrjan, upp sagdur. Orsøkin var, at úrs litini og spælið hava ikki verið nøkt andi. HB er á øðrum plássi í Voda­ fonedeildini, trý stig aftan fyri oddaliðið. – Um venjaraskiftið kemur óvart á ella ikki, tað er ikki mítt borð. Mín uppgáva er at vinna nakrar fótbóltsdystir, og tað er tað, eg hugsi um, sigur Julian Hansen. Teir vístu HB-spæl 47 ára gamli Julian Hansen var millum áskoðararnir í Gunda dali, tá HB legði rygg til eyð mýkjandi stórtap á heimavølli. FC Suðuroy vann 4­1. Hansen staðfestir, at før oya­ meistararnir spældu eyðkenda HB­spælið fyrstu løtuna. Hann er bjartskygdur, hóast hann kennir ikki allar spælararnar enn. – Eg veit, at tað er stórur menningarmøguleiki í hesum lið­ num. Eg havi knappa tíð, men ætli mær at syrgja fyri, at liðið verður meira støðugt komandi vikurnar. Eg havi ongan møgu leika at broyta alt, men smáar broytingar kunnu gera stóran mun. Eg ræðist ikki at spæla framrættaðan fót bólt og leypa á við nógvum monn um, vísir hann á. Julian Hansen er ikki óroynd ur sum venjari. Hann hev ur áður verið knýttur at venjara toyminum í ÍF Føroyar, og hann var hjálparvenjari hjá FC Amager, sum fór av knór­ anum fyri gott og væl tveimum árum síðan. Seinastu tíðina hevur hann hjálpt til í ungdómsdeildini í Kastrup, har synirnir spæla. Búgvin sum venjari Julian Hansen loysti av Heine Fernandez sum venjari í HB í 2005. Tá stóð hann somuleiðis á odda fyri teimum reyðu og svørtu seinastu dystirnar. Tað stóð honum í boði at halda fram í starvinum, men hann var ikki búgvin, metti hann. Men tað er hann nú. Julian Hansen sigur, at tað er stór líkindi fyri, at hann fer at standa á odda fyri HB­liðnum í komandi kappingarári. Hann hevur verið í Danmark seinastu dagarnar, men lendi aftur í Vágum seinnapartin. Hann fer í vikuni at tosa við leiðsluna í Havnar Bóltfelag. – Fyrst og fremst hugsi eg um komandi dystirnar. Vit hava ein sera torføran dyst á útivølli móti Víkingi sunnu dagin. Hagtølini vísa, at teir eru favo rittar. Nú hugsa vit um, hvørja ætlan, vit skulu hava fyri dagin, sigur Julian Hansen. Julian hevur knappa tíð fótbóltur Venjarin hjá HB viðurkennir, at hann hevur knappa tíð at fáa sína ávirkan gald andi. Men hann sær stórar menningar møguleikar í liðnum Mín uppgáva er at vinna nakrar fót bólts dystir, og tað er tað, eg hugsi um Tað eru stór líkindi fyri, at Julian Hansen skal standa á odda fyri HB-liðnum í 2011 Mynd: Hilmar Jan Hansen Venjaraskifti Hallur Danielsen, sum skal verða hjálparvenjari hjá HB, skipaði fyri venjingini í gjár, tí Julian Hansen var burturstaddur Mynd: Hilmar Jan Hansen Víkingur rennur eftir gullinum Vodafonedeildin Finnur Justinussen, Páll Klettskarð og Sam Jacobsen skutu málini hjá Víkingi í gjár Uni Holm Johannesen Víkingur vann greitt og uppi­ borið á heimavølli móti AB í gjár. Sigurin hevur við sær, at liðið er nú fýra stig aftan fyri oddaliðið. Heimaliðið var á bóltinum í stórum løtum av dystinum. Tá fyrri hálvleikur var hálv runnin sendi Finnur Justinussen fram við Símun Rógva Hansen, sum vardi málið hjá AB. Og bara minuttin seinni var Páll Klettskarð á blett inum. Sam Jacobsen økti til 3­0 við brotssparki, tá hálvur tími var leiktur. AB svaraði aftur í tíðini, sum dómari hevði lagt afturat. Jákup Dam var málskjútti. uni@sosialurin.fo Víkingur 3 AB 1 Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen