mikudagur 15. september 2010síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
Sosialurin
Loyvi eisini mær at møða
fólk enn meira um klaksvíks
húkin.
Leingi átti húkur lívið í
føroyingum og ikki minst
klaksvíksingum og mestu
vælferð har um leiðir.
Tessvegna er einki for
gjørt í at reisa slíkan varða
fyri Klasksvíkar bý og Norð
uroyggjar á gáttini til økið.
Men so spyrst sperðil
burturúr og tað í ólukku
mát stavandi frá skrivstovu
veldinum
í
Havn,
sum
partú vil hevda sítt tilveru
grundarlag, mátt og tign.
Hvast móti hvøssum og
ímeðan rulla frontarnir hvør í
sínum lagi serfrøðingaskjúts
fram, ímeðan gjógvin bara
dýpist heldur enn í staðin
at sýna hógv, praktiskt vit
og skil at finna loysnir, so
at eingin kennir seg missa
andlit.
Fari sum leikfólk ikki at
vága mær at siga sokallari
serfrøði ímóti, eins og eg veit
frá uppfatanarsálarfrøði, at
fleiri
upplivingar/fatanir/
innputt um eina og somu leið
kunnu ørkymla ferðandi, og
tað kanska ikki minst okkum
bilførarar av kallkyni, sum
tey nú entá siga okkum vera
skerdar heilaliga sæð viðv.
at hava fleiri bóltar í luftini
í senn.
Well den, og kenst klaks
víkshúkurin nú knappliga
forboðsmyndugleikum herk
in útpurring aftaná at hava
sovið á vaktini, so mugu
somu myndugleikar út um
landið við kúbeini, hamara,
sag og tong at taka niður
aftur hópin av líknandi órogv
andi (?) skelting við so mong
onnur vegamót.
Vil kortini halda, at
ein heilt einfaldur húkur
órogvar
hugan
heldur
minni
enn
skiftandi
tekstir/myndir og í Havn
buppur/reyvar fyri ikki
um at tala grænar og
politisk slagorð við hvørt
val, undan ítrottardystum
og denslags.
Tað mugu vera proporti
ónir
í
gallskapinum,
“lighed
for
Loke
som
for Tor” og máti við
smáligum,
pátiknum
skrivstovuveldi.
Nullhugsjónina skulu
vit sjálvsagt virða og virka
fyri, tó trupult verður heilt
at byggja borð fyri báru.
Vandin fyri, at onkur
ferðgalin ørvitisknokkur
fresar
tvørturum
hasa
lágu
rundkoyring
við
Boroyðarvík er sjálvsagt
hypotetiskt
til
staðar,
men fyri tað eigur tað ikki
at skerja vanlig, hóvlig
hampafólk.
Tað vildi svara til, at
eitt nú øll okara mongu
havnaløg skuldu steingj
ast av ella gyrðast inni
fyri
ferðslugalnum
ørvitisknokkum
og/ella
enntá hampafólki, sum
bara hyggja seg um, gána
eftir skipum o.t.
Havandi í huga tað
imponerandi
einfalda,
greiða og físna arbeiði,
sum fólkini handan árliga
sjómannadagin
trúliga
og sjálvboðin inna ár
undan ári, so mann fatan,
roks, erkvisni og atgerð
skrivstovuveldisins í Havn
standa
mongum
sum
mikil andsøgn, og Guð nái
sjómannadagin, um slíkar
almenar nevndir skuldu
fyristíla. Tá hevði mangt
doyð í raki undan føðing.
“Mens græsset gror, dør
horsemor”, og var tað ikki
fanin sjálvur, sum sigst
hava sagt, at skuldi eitt
mál darvast ella enntá
forpurrast, so var bara at
koyra tað í nevnd. Væl er
demokrati gott, tó máti
skal vera við.
Men góðu tit, ið varða
av sjómannadegnum: Eg
havi áður undrast á og
eisini alment róst tykkara
áræði, uppfinnsemi og avriki
ár undan ári.
Og
hesuferð
var
so,
afturat mongum øðrum for
vitnisligum, húkurin funnin
fressur at kveikja samleika
norðuroyinga í sjóvarhøpi
og vekja ans millum gestir
og lokal.
Ósketna og helst óviljaða
erkvisnið skrivstovuveldisins
um húkin hevur í hvussu er
verið avbera góð reklama
fyri sama húk og fiskivinnu
samleika norðuroyinga.
Hvussu leingi súpan nú
framhaldandi verður gjørd
útá hatta fyribrigdið við
húkinum er óvist, síðani
eingin tykist vilja víkja fyri
øðrum tíansheldur virka fyri
semju.
Men trupulleikar eru fyri
at loysast.
Tað mátti borið til at latið
egið fyrilit og pátikna tign
víkja og savna vit og skil
til loysn, heldur enn púra
óneyðugan, fáfongdan kon
frontatiónspolitikk, klandur
og stríð og áhaldandi at fylla
almenna rúmið við sjálvt
lítisverdum, møða og sáa
mistreysti og misálit í fólk.
Kveikið nú p.t. fastlæstu
heilakyknurnar og finnið
saman
eina
skynsama
semingsloysn og kanska bara
fyri at jarða longu íkomnu
skommina og fáfongda óttan
fyri at missa tign.
Mangt ber við góðum
vilja til og kanska bara tað
at hækka rundkoyringina
eins og á ringvegnum í Havn,
sum skilvíst ferðsluliga sæð
noyðir ferðandi at ansa
galdandi
ferðslureglum
heldur enn at gána upp um
og taka tjansir. Eisini seta
vegbungur ferðina niður,
so sum ferðandi kortini
eiga at gera ávegis inn í
rundkoyring.
Men í mínum hugaheimi
er húkurin komin fyri at vera
so ella so.
P.S. Annars er tað ótrúligt,
hvussu mangt lítisvert og
svass fyllir almenna rúmið
(les: dunnuhylin) í Føroyum.
Okkurt og mangt annað
meira átroðkandi átti at
fangað sinnið og tað ikki
minst hjá almennum myndug
leikum, sum áhaldandi mugu
skerja, eisini ferðslutrygd,
av berum peningatroti. Og
í meðan alt hevur lands
búskapurin leingi verið á
gáttini til enn eitt falitt.
Húkafinalan
Eyðun Joensen, sálarfr.
klaksvíksingur í Havn
P/F Vága Floghavn bjóðar áhugaðum heildarráðgevum at søkja
um undangóðkenning í sambandi við útbyggingina av floghavnini.
Roknað verður við at útbyggingin umfatar um- og útbygging av
verandi farstøð, tænastubygningum, umsitingarhølum, brandstøð,
parkeringsøki, flogforplássi og ymiskum øðrum uttanumverkum.
Alt undangóðkenningartilfarið kann lesast á:
www.vagafloghavn.fo
Freist at søkja um undangóðkenning er 2010-10-15.
Undangóðkenning:
Heildarráðgeving
Vága Floghavn
FO - 380 Sørvágur
Føroyar
sansir.dk