fríggjadagur 17. september 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
24
Sosialurin
Í dag, fríggjadagin 17. sep
tember, fyllir Tórgerð Høgne
sen í Klaksvík 80 ár.
Ættsøgan hjá Tórgerð er
ein partur av lýsingini av,
hvussu bygdarlív, búseting og
flyting, familjulív og forløg í
Norðoyggjum hava myndast
seinastu hálvtannað hundrað
árini:
Fyri áttati árum síðani
stóð vøggan í Keldhúsinum
í Hattarvík, hagar bæði for
eldrini vóru tilflytarar.
Mamman, Elsebeth Maria,
var ættað av Kirkju. For
eldrini vóru Mikkjal á Fløtti
og Johanne Fredrikka, sum
var av Húsum. Tey fingu fýra
børn, og Elsebeth Maria, sum
var fødd í 1896, var næstelst.
Pápin,
Símun
Petur
Thomas sen, var úr Svínoy.
Mamma hansara var dóttir
Líggjas í Keldhúsinum í Hatt
ar vík. Kona Líggjas, Sigga
Sofía, var úr Eyðastovu í
Svín oy. Hon doyði frá seks
døtrum. Ein doyði sum smá
genta, og allar hinar giftust
av bygdini – ein yvir á Kirkju,
ein inn til Viðareiðis, ein í
Horni í Klaksvík og tvær
til Svínoyar. Tey eru mong
kring landið, sum eru ættað
frá hesum fimm døtrunum
hjá Líggjasi í Keldhúsinum í
Hattarvík.
Onnur av teimum báðum,
sum fóru til Svínoyar, var
Anna Katrina. Hon tænti har
Heimi í Svínoy, og har rann
saman millum hana og Jósup
Niclasen, sum var ættaður
úr Køk í Havn, og sum eisini
tænti har Heimi.
Tey bæð giftust og bú
settust úti á Bø, og tey fingu
sjey børn – fýra dreingir og
tríggjar gentur. Næstelsti
drongurin, Líggjas, fór út til
abban í Keldhúsinum, og í 1918
giftist hann inn við Elsebeth
Mariu. Stutt eftir doyði hann
av tuberklum. Og so var tað,
at tað rann saman millum
Elsbeth Mariu og Símun
Petur, sum var næstyngsti
beiggi fyrra mann hennara.
Tey giftust í 1923, og Símun
Petur, sum var føddur í 1891,
var umleið 32 ára gamal, tá ið
hann flutti úr Svínoy og út til
Hattarvíkar.
Elsubeth Maria og Símun
Petur fingu tvær døtur:
Tann eldra var Alisa, sum
var fødd í 1927, og sum doyði
í mars 2000. Hon var gift
Torbjørni Hjelm úr Vági, og
tey búðu í Klaksvík. Og so var
tað Tórgerð, sum í dag hevur
rokkið teimum áttati. Eisini
hon var ung, tá ið hon fór
yvir til Klaksvíkar, har hon
tænti eitt nú hjá Rasmussen,
presti, og hjá Símuni P.
Zachariassen, ið var ættaður
av Kirkju, og sum var lærari
og løgtingsmaður. Tórgerð
seymaði
eitt
skifti
hjá
Skradd aranum, og hon tænti
eisini hjá Evaldi Kjølbro.
20. november 1954 giftist
Tórgerð við Hjørleifi Waag
Høgnesen úr Klaksvík. Tór
gerð og Hjørleif giftust inn
á Vágsheygnum til mammu
hansara, Turid, sum var
einkja. Tey reistu húsini upp,
og tey bæði búðu í erva, og
Turid í miðhæddini. Í kjall
aranum var nógvu tey fyrstu
árini bilstøð.
Fyri knappliga seks árum
síðani hátíðarhildu Tór gerð
og Hjørleif 50 ára brúd leyps
dagin við sera hugna ligari
og væl vitjaðari sam komu
í kjallaranum í Christians
kirkjuni. Tá hildu tey bæði
talu fyri hvørjum øðrum, og
tað var bæði hugtakandi og
uppmuntrandi at líða á, tá
ið tey lýstu hvønn annan og
greiddu frá, hvussu stór gleði
og signing tað hevði verið fyri
tey at kenna seg elskaðan og
virdan av hjúnarfelaganum,
hvussu stóran týdning tey
sóu í hjúnarbandinum, og
hvat
trygga
familjulívið
hevði havt at siga fyri tey.
Tórgerð stuðlaði og stóð
saman við manninum í øllum
tí margfalda virkseminum,
sum hann fekst við. Hjørleif
var
røkin,
nágreiniligur,
trú fastur,
arbeiðssamur
og áhaldin, og tað sást
aftur í tí tími liga, har hann
hevði bilstøð, bilverkstað
og handil, og á tí andaliga,
har hann var organistur
í Christianskirkjuni og í
Emmaus,
har
hann
var
organistur og eisini av og á
hevði kór. Tað hingu eingir
lepar við hjá honum, og hann
visti, at á heimafrontinum
syrgdi konan fyri, at tað var
bæði fjálgt og gott.
Hjá Tórgerð var tað ein
dyggur smeitur, tá ið Hjørleif
eftir stutta sjúkralegu and að
ist 3. jóladag í fjør. Hjúnalagið
var signað við fýra børnum:
Turið, Eyð, Lív og Leif, sum
øll búgva í Klaksvík, og fyri
Tórgerð er tað ein stór gleði,
at hava síni næstu so tætt
upp at sær.
Tórgerð er sera familjukær
og trúgv. Hon vitjar, og hon
ringir og spyr og fregnast
og uppmuntrar, og hon er
gestablíð og gávumild.
Í 1956 fluttu tey gomlu úr
Hattarvík og til Klaksvíkar, og
nakað seinni keyptu Tórgerð
og Hjørleif Kelduhúsini. Tað
mundi vera sjáldan, at tey
høvdu umstøður at fara frá
dagsins uppgávum, men í
nógv ár vóru tey og børnini
onkra vikuna í Hattarvík.
Húsini eru framvegis í familj
uni.
Tá ið Elsebeth Maria og
Símun Petur komu til Klaks
víkar, vóru tey rættuliga
farin at eldast. Tey búðu á
Bumshamri. Símun Petur
hevði verið skipsmaður –
eitt nú hevði hann siglt við
svágrinum Jóannesi á Váli,
sum førdi Harald, og við
Olivuri í Gøtu, sum fór at føra
Harald, tá ið Jóannes drukn
aði í 1937, og sum seinni var
við Polarfarinum. Eftir at tey
vóru komin til Klaksvíkar,
arbeiddi
Símun
Petur
í
grótbrotinum í nøkur ár.
Tey
bæði
vóru
sera
familju kær,
gestablíð
og
takk som. Lívsins skúli hevði
lært tey so nógv. Elsebeth
Maria
hevði
mist
fyrra
mannin, og Símun Petur var
tann einasti av børnunum
hjá Onnu Katrinu og Jósupi,
sum gjørdist gamal. Allir
tríggir beiggjarnir fóru ungir:
Líggjas og Niclas doyðu av
tuberklum, og Tummas fórst
við Ernestinu. Eisini Sigga
doyði av tuberklum, og Anna
Sofía og Birita vóru heldur
ikki gamlar, tá ið tær fóru.
Tað sigur ikki so lítið
um hjartalag og trúfesti,
at mamma Hjørleif, Turid,
búði alla sína tíð undir somu
lon sum elsti sonurin, og at
foreldrini hjá Tórgerð fluttu
heim til dóttrina og versonin
at búgva, tá ið tey vóru vorðin
veik og gomul.
Góða Tórgerð! Vit heilsa
tær og ynskja tær hjartaliga
tillukku og tær og tínum
Harrans signing á leiðini. Tú
og pápi vóru systkinabørn,
og hann helt so sera nógv av
Tórgerð, systkinabarninum,
sum hann plagdi at taka
til. Tú vart trúføst ímóti
honum heilt til tað síðsta, og
framvegis ert tú trúgv. Tað
takki eg tær fyri.
Jóannes Hansen
Nøvn
Tórgerð Høgnesen 80 ár