fríggjadagur 17. september 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
Sosialurin
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Símun Jóhan
Wolles
á Eiði
til minnis
Mangan birtast mær í minni farnir dagar,
tá í Miklagarði savnaðist eitt lið:
Nakrir menn og kvinnur sungu songir glaðar,
vóru fá - vit børnini tá vóru við,
mintust hann, sum kom av høgum einglahimni.
Smíðað varð við hegni andans flotafar,
nýggi bátur skotin var av lívsins lunni
út frá landi - út har streymasjógvur var.
Stinnur kallur stóð í lívsins lagnuleiki,
stríddi góða stríð frá lívsins morgunstund.
Sannførdur um styrki gjørdist brátt hin veiki,
tá ið hann við lívsins upphav kom á fund.
Røddin var so hvøll sum brimbrotið á vetri,
tá ið ævinleikaboðið greitt hon bar,
frøddist har øll hátign alheimsins í setri,
tí at drottur konga konga ærdur var.
Kyndilin, ið birtur varð á árum ungum,
hevjaður varð hátt og borin fram á leið,
lýsti bjart í lívi og á lýdnistungu,
vindar blástu, men hann kundu sløkkja ei.
Kyndilin hann lýsti stútt sum sólarglottin,
glampaði út yvir yvir dimmleitt tíðarhvarv,
varpaði sítt ljós á heims- og friðardrottin,
sum í hendi okkum leit so stórbært starv.
Sólargeislar tínir nú ei longur roða,
lívsins middagssól ei gyllir brøttu líð.
Tú á manndómsgøtu orð Guds kundi boða.
Nú er røddin tagnað, komin hvíldartíð.
Minnast ungdómstíð og manndómsmegi.
Frelsaranum fylgdi tú drúgt æviskeið.
Knortlut mangan gøtan var á lívsins vegi.
Alvaldshondin var tó har - hon svíkti ei.
Svenning av Lofti
Góða mamma.
Vit mugu geva sálma-
skald inum rætt, tá hann
skrivar at, “Tíðin rennur sum
streymur í á”, um vit hugsa
um, at tú nú gerst sjeyti ár.
Tað tykist so stutt síðani, at
vit vóru smá, og at tú vart um
okkum hvønn dag og harvið
okkara snúningspunkt í tí
dagliga.
Vit hava bert góð minnir
um teg nú tú rundar sjeyti, og
vilja vit her royna, í stuttum,
at lýsa lív títt, ímeðan vit
ganga og gleða okkum at
halda stóra dagin, saman við
tær.
Mamma er uppvaksin við
Gjógvara, suðuri í Vági, og
er tann elsta av børnunum
hjá Elspu og Martini Olsen í
Vági. Hini 3 systkini eru Mia,
Elmar og Niels.
Sum ung, vart tú forvitin,
sum ung flest, og fór uttan
um landoddarnar at royna
tínar veingir. Har starvaðist
tú m.a. eitt tíðarskeið á Hotel
Hebron í Keypmannahavn.
Eisini starvaðist tú í Havn eitt
tíðarskeið, á Sanatoriinum í
Hoydølum.
Tað kom tíðuliga til sjónd-
ar, at tú hevði hjarta, hug og
hegni, til at vera um onnur
menniskju, og gjørdist hetta
eisini lívsleið tín. Seinni fekst
tú starv í heimahjálpini í
Sumba, og mundu tað verða
mong av teimum eldru, sum
fegnaðust um at fáa teg á
gátt. Vit minnast mang ar
stuttligar søgur og upp liv-
ing ar, sum tú hevur sagt
okk um frá, serliga um tíðina
í Keyp mannahavn og á Sana-
toriinum.
Hóast stuttu útferðir tín ar
til stórbýirnar, hevur heim-
longsulin til Vág, helst verið
ov stórur, og valdi tú at koma
heim aftur. Sum aðrar ungar
gentur, hevur tú helst leita
væl og leingi eftir prinsinum
á tí hvíta hestinum, og hava
sjarmerandi,
sjeika ligu,
skemt ingarsomu sumb ingar-
nir, við brúllkremi í vakra
hárinum, helst trøllabundið
hjørtuni á fleiri av tykkum
vágsgentum. So kvóðu teir
eisini, sum rættir menn.
Tit vóru í øllum førum
nakrar, sum fullu fyri hesum
sjarmutrøllunum. Tú fanst
tín prins, um ikki á hvíta
hest inum, so kom hann
hand an Hestin, og vann títt
unga hjarta.
Tú og pabba blivu síðani
gift, og fingu tykkara fyrstu
dóttir í 1963. At alt ikki er
upp til okkum menniskju at
ráða yvir, máttu tit tíðliga
sanna. Fyrsta dóttir tykkara
doyði, bert stutta tíð eftir
at hon var fødd. Tú hevur
mangan tosa um hesa tíðina,
sum eina harða tíð, og hevur
hon helst sett djúp spor í
lív tykkara. Lívið gekk tó
víðari, og 21 mánaðar seinni
kom Joan, sum eitt ljós inn
í tykkara lív. Tit búsettust í
Kerinum í Sumba og fingu
síðani tvillingarnir, Anniku
og Eydnu.
At tíðirnar eru broyttar
nógv, sæst serliga á familju-
mynstrinum nú á døgum,
har flestu mammur arbeiða
úti, og fáa børnum sínum
ansaðum á stovnum. Soleiðis
var tað ikki tá, Pabba var
sjómaður, og valdi tú at
arbeiða heima, har tú hvønn
dag gjørdi dagligdag okkara
tryggan og góðan.
Hetta hevur als ikki verið
nøkur løtt uppgáva, tí pabba
var nógv burtur, og tú vart
einsamøll við trimum tøttum
smábørnum,
tað
mann
mang an hava verið strævið
hjá tær.
Tit høvdu tó áræði og
gott mót, og seks ár aftaná
tvillingarnar, kom so “beiggj-
on” Terje. Vit systr arnar
minnast enn hvussu glaðar
vit vóru um, at hava fingið
ein beiggja.
At tit vildu tykkum sjálv-
um og tykkara alt tað besta,
ber støðan, tit tóku sum
heilt ung boð um. Tit valdu
bæði at seta álit tykkara á
Hann, sum øllum valdar, og
settu harvið nýggja kós fyri
lívsleið tykkara. Hetta er ein
avgerð, sum vit, børn tykkara,
altíð vilja æra tykkum fyri, tí
hon hevur havt ein ævigan
týdning
fyri
okkum
og
okkara børn, og tøkk skulu
tit hava fyri tað.
Tá systrarnar so smátt
byrjaðu at flyta heiman ífrá,
og Terje var blivin stórur
smádrongur, fór tú út at
arbeiða, sum heimahjálp í
Sumba. Tú skapti ein serliga
hugna í heimunum, har tú
komst, tú bakaði, gjørdi reint
og vart góð við tey menniskju
sum tú vart um.
At vit, børn tykkara, hava
havt alt at siga fyri tykkum,
bera handlingar tykkara best
boð um.
Í 1989 tóku tit avgerð
um at selja húsini, og flyta
aftaná døtrunum norður um
fjørð. Hetta var als ikki nøkur
løtt avgerð hjá tykkum, tí
røturnar vórðu djúpt gróð-
ursettar í Sumba, og tit
høvdu stutt frammanundan
bygt tykkum nýggj hús í
Sumba. Hóast hetta, valdu
tit at verða har sum børn
tykkara vóru, og fluttu inn
á Skálafjørðin í 1989, har tit
hava verið síðani. Tá fyrst
Annika, og síðani Terje valdu
at flyta til DK, og pabba stóð
í boði at fáa arbeiði innan
donsku alivinnuna, fluttu
tit eisini niður til Holstebro,
har tit vóru í trý ár, og fluttu
so heim aftur á Skálafjørðin,
har tit búgva nú.
Elskaða mamma, tað sum
sermerkir teg sum persón,
er títt hjarta fyri øðrum
menniskjum, tína umsorgan
og tína hjálpandi hond hava
mong merkt. Sjálvt um tú
hevði fullar hendur, hevði
tú altíð tíð at hjálpa tá ástóð.
Hetta gjørdi tú ikki fyri rós
og viðurkenning, og var
tað heldur ikki drívmegin
handan gerðir tínar. Heldur
var tað góða hjarta títt og
ynski, um at verða til gleði
og signing fyri onnur sum
dreiv teg.
Mamma, vit halda, at
tú átti at komi í “Guinnes”
rekord bókina, fyri títt upp-
ofrandi, kærleiksfulla, og
altíð gevandi lyndi.
Tá vit minnast aftur á
okkara barnaheim, ber tað
als ikki til, uttan at tú ert ein
partur av minninum. Tú var
altíð har og syrgdi fyri at vit
høvdu eitt trygt og gott heim,
har kærleiki og umsorgan
settu
dagsskránna.
Vit
lærdu næsta kærleikan at
kenna, ikki bert í orði, men
eisini sýndan í verki, og
hevur hesin lær dómur havt
ein avger andi týdn ing fyri
lívs leiðina hjá okkum øllum
systkj unum.
Frá tí degi tit tóku ímóti
Jesusi, bleiv tað biði og lisið
hvønn morgun í okkara
heimi, og var tað tú góða
mamma, sum skipaði fyri
tí. Tá vit vóru byrjað í skúla,
komst tú upp við okkum, gav
okkum morgunmat og síðani
lósu og bóðu vit. Hetta tímdu
vit ikki altíð so væl, men í
dag takka vit tær og pappa,
fyri at tit gingu undan, og
vísti okkum vegin, sum vit
ganga í dag.
Góða mamma, orð eru
so fátøk, men vit vóna, at
vit við hesum fáu lýsingum
av okkara minnum, kunnu
vísa tær, at tú ert nakað
heilt serligt, at tú ert alt fyri
okkum, og at tey sjeyti árini
tú hevur livað, hava havt
lívsavgerðandi týdning fyri
so mong menniskju. Vit vóna,
at tú við hesum, betur kanst
síggja, tann stóra skara av
børnum og ommubørnum, tú
hevur verið við til at mynda,
og ta stóru fyrimynd og tann
stóra týdning, tú hevur fyri
okkum øll.
Guð vælsigni teg og pabba,
og takk fyri tað lívið tú hevur
givið okkum.
Hjartaliga tillukku, vit
elska teg, og gleða okkum til
leygarmorgunin kl. 11.00, tá
dagurin verður hildin heima
hjá tykkum í Skálabotni.
Har verða væntandi mong,
sum koma at heiðra teg, og
skulu øll verða hjartaliga
væl komin.
Joan, Eydna, Annika og
Terje við makum
og børnum
Emly Vestergaard sjeyti 18. september
Ein heilsan til mammu