Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-17, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134 Sosialurin Skúlakoyring í Hvalbiar sókn Við hesum verður skúlabarnakoyringin í Hvalbiar Sókn lýst leys. Skúlabarnakoyringin fevnur um flutning av børnum úr Sandvík og úr Nesi og heimaftur frá uml. 7.30 á morgni og til uml. 15 seinnapart. Harumframt skal skúlabussurin koyra til einstøk serlig tiltøk í skúlanum um kvøldið og til og frá svimjing í Vági. Í løtuni er svimjing ein dag um vikuna, men møguliga verður hetta økt til tveir dagar um vikuna. Tað kann koma fyri, at onnur skúlabørn skulu koyrast heim til Sandvíkar ella út í Nes samstundis sum børnini eru til svimjing í Vági. Tann, ið skal koyra skúlabussin, skal vera barnavinarligur. Hvalbiar Kommuna er áhugað í at gera ein 5 ára sáttmála. Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt at velja millum tilboðini, og bindur kommu- nan seg ikki til at taka av lægsta tilboðnum, ella at taka av nøkrum tilboði. Um tú vilt hava meira at vita um koyringina, kanst tú venda tær til Rúna Thomsen, 23 75 75. Tilboðini skulu verða Hvalbiar Kommunu í hendi seinast 30. september 2010 kl. 12.00 og skulu sendast til: Hvalbiar Kommuna Bíarvegur 2 FO – 850 Hvalba mrk.: Skúlakoyring Hvønn dag í juli mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mánadagin 4. oktober 2010 kl. 10.00 og merkið brævbjálvan »Sudoku«. Drigið verður í viku 40. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Vinningurin í september er ein BlackBerry Gemini - 8520 fartelefon frá Vodafone Virði tilsamans: kr. 3.495,- September-kappingin Egið minni 256 MB Møguleika at útbyggjað minni upp til 32GB MicroSD minnskorti Bluetooth 2.0 við A2DP Wifi 802.11 b/g Stand-by 408 tímar (17 dagar) Talutíð 4 tímar og 30 minuttir 2 MP-myndatól Media player Tónleika spælari MP3/AAC/AAC +/WMA/ASF Video spælari H.263/H.264/ WMV BlackBerry maps Blackberry Messenger Fakta um BlackBerry Gemini - 8520 Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinnarin av august kappingini: Elsebeth Johannesen Millum Gilja 32 188 Hoyvík