Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 24 - 5. februar 2002 Útisetar okkara stríd- dust væl í vikuskifti- num og bjargaðu sær úr botinum nú bert tvey umfør resta í TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Undan dystinum ímóti Hillerød lógu føroyingar í Keypmannahavn á fimta plássi í 2. deild og bert trý stig og tvey pláss niður til niðurflytingarplássi. Hille- rød lógu hálvt stig aftari enn føroyska felagið, og tí varð talan um týðandi botn- dyst. Ikki vóru útlitini góð hjá okkara monnum, tá Heini Olsen, Flóvin Tór Næs og Rógvi W. Rasmussen ikki vórðu tøkir til hendan dyst. Gamla orðavendingin sigur tað væl, nevnliga, at maður kemur í mans stað, og tíbet- ur varð júst hetta prógvað í dystinum, sum endaði við einum 4,5 — 3,5 sigri til føroyingarnir. IM John Rødgaard bleiv boðin niður at manna pláss- ið hjá Heina, meðan Terji Petersen og Magnus Eg- holm arvaðu plássini hjá Flóvin og Rógva. Tá rating viðvíkur vóru danirnir við yvirlutan, men stigini fóru kortini rætta vegin. John Arni Nilssen telvaði eitt gott talv á fyrsta borði og vann. Nevnast skal tó at danin, Jens Østergaard, hevði gyltan møguleika tað einu løtuna at avgera talvið, men sá tíbetur ikki ljósið. Merkisvert ljóðar tað, men allir hinir sjey telvar- nir á liðnum leiktu javnt. Bert eitt vunnið talv og heili sjey javnleikir. Sera óvanligt. Bert tveir av hes- um sjey javnleikum vórðu lidnir innan fjórða tíman, nevnliga teir hjá IM John Rødgaard og Carl Eli N. Samuelsen. Eyðun Nolsøe, Magnus Egholm og íslendarin á lið- num, Hlidar Hreinsson, bardist væl og leingi fyri javnleikinum, meðan Heini Danielsen helst átti at fing- ið alt stigið, men bleiv snýttur og mátti taka til takkar við hálvum gekki. Terji Petersen sat seinast eftir og vann sær javnleikin. Støðan í 2. deild K41 26,5 Helsingør 22 Føroyar 20,5 Skakspilleren 20,0 Hillerød 19,0 AS 1904 18,5 Fredriksberg 17,5 Lyngby-Virum 16,0 Sum tað sæst á stigartalv- ini eru føroyingar nú á ein- um heiðurligum triðja plássi, men eru enn bert trý stig frá niðurflytingarpláss- inum, eftirsum tvey lið flyta úr deildini. Munurin er tó at liðið hevur yvir- hálað tvey onnur lið, sum hava tungar dystir eftir. Eitt lið flytur upp í fremstu deildina, og sum tað sæst, er hetta nærum við vissu ein ógjørlig uppgáva hjá føroyingunum. Tvey umfør resta í, og næsta mótstøðu- lið føroyinga verður AS 1904 (verður telvað 24. feb). Í seinasta umfari verð- ur toppliðið K41 mótstøðu- liðið ( seinasta umfar 17. mars), sum hava verið suvi- renir í ár og flyta allarhelst upp í 1. deild. Ungdómskappingin útsett Vegna harðan storm um vikuskifti, varð ungdóms- kappingin á Oyrarbakka út- sett. Helst verður kappingin flutt til leygardagin 17. februar, men enn kann einki sigast við vissu. Sí www.faroechess.com um nærri upplýsing. Heili 150 børn høvdu teknað seg, og er hetta óhoyrt høgt tal og sjálvsagt sera gleðiligt. Seinasta árið hevur talv sum ítrív vaksið alsamt millum skúlabørn, og eiga feløgini kring land- ið heiðurin fyri hetta. Talv- sambandið eigur eisini sín lut í hesum tiltøkum. Eitt nú verður meira fíggjarlig orka frá TSF løgd í ung- dómstelving kring landið, og hetta samanspæl millum feløgini og TSF tykist at bera frukt. Um tit hava spurningar viðvíkjandi komandi kapp- ing á Oyrarbakka, setið tykkum í samband við Bergur Johannesen á tlf. 210056, ella teldupost: berglis@post.olivant.fo. NM fyri unglingar Í døgunum 14-17. februar verður Norðurlandameist- araheitið fyri unglingar leikt í Danmark. Úr Føroy- um fara Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen (17-20 ára bólkurin), Olaf Berg, Rani Thómasson (15- 16 ár) og Rógvi Mortensen (11-12 ár). Liðleiðari verð- ur John Rødgaard. Trý kend nøvn eru millum hesar ungu sterku telvarar, nevn- liga Martin, Hans Kristian og Olaf, meðan tvey nýggj andlit í NM høpi eru teir báðir, Rani og Rógvi. Rani er klaksvíkingur og har norðuri frá verður sagt, at hann er sera talentfullur, og ein framtíðar elitutelv- ari. Eitt nú prógvaði Rani sítt virði tá hann leikti javnt móti tí meira kenda Hans Kristian í FM-Unglinga- kappingini seinastu páskir, umframt at Rani eisini koppaði The Grand Old Man Justines Hansen av Toftum - sum er umleið 60 ár eldri enn Rani — í lið- kappingini. Rógvi er evnaríkur havn- ardrongur, sum hevði eitt rimmar 2001 talvár við eitt nú góðum úrsliti seinastu páskir, umframt eina sera góða Íslandssúlukapping og HT-open. Bæði Rani og Rógvi eru sera ágrýtnir og luttaka í nógvum kapping- um. Jú, framtíðin innan før- oyska telving tykist bjørt. Sum liður í komandi NM-kapping, er serligur talvskúli nú á døgum í Klaksvík, har Heini Olsen undirvísur okkara ungdóm- selitutelvarum, umframt at aðrir áhugaðir ungdómar eisini eru við í tiltakinum. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 3 3 - 0 - 0 443 265 178 18 2 Stjørnan 3 3 - 0 - 0 401 313 88 15 3 VB 4 3 - 1 - 0 377 380 -3 13 4 Neistin 4 1 - 1 - 2 344 312 32 11 5 Sóljan 5 1 - 0 - 4 314 468 -154 4 6 Kyndil 4 0 - 0 - 4 366 425 -59 3 7 StÍF 3 1 - 0 - 2 269 351 -82 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 4 4 - 0 - 0 470 386 84 19 2 Neistin 4 3 - 0 - 1 494 415 79 16 3 StÍF 3 2 - 0 - 1 415 402 13 10 4 Tjaldur 5 2 - 0 - 3 423 478 -55 8 5 H71 4 0 - 1 - 3 438 466 -28 7 6 Kyndil 4 2 - 1 - 1 372 417 -45 7 7 KÍF 4 0 - 0 - 4 415 463 -48 4 TÍÐINDASKRIV Talvfelagið Rókur: “Vit hava gjørt av, at skipa fyri útsettu ungdómskappingini á sama stað, Ungmannafelags- húsinum Eydnuni á Oyrar- bakka, Leygardagin 16. februar klokkan 11.30. Øll liðini sum teknaðu seg til kappingina 2. februar, sum bleiv útsett vegna veður, eru sjálvsagt eisini teknaði til kapping- ina 16. feb. Best er tó um øll lið bæði úr skúlum og talvfeløgum tekna til av nýggjum áðrenn týsdagin 12.februar 2002. Møguleiki er enn hjá øðrum áhug- aðum at tekna seg á tlf. 210056, ella teldupost: berglis@post.olivant.fo So verður kappast Úr botninum Máltindarnir Kvinnur: Asta Petrauskiene Sóljan 145 (22) Simona Dziugyte Stjørnan 133 (38) Lotte Sørensen Kyndil 117 (52) Gabriella Fekete VB 104 (26) Ioana Rápa VÍF 97 (23) Regina Radó VB 86 (21) Annika Ljósstein Kyndil 83 (14) Joan M. Joensen Stjørnan 78 (2) Ileana Manulescu StÍF 76 (12) Katrin á Neystabø Neistin 76 (35) Anna K. Samson Stjørnan 66 (1) Andrijana MilodanovicStjørnan 66 (9) Sóley Mikkelsen VÍF 64 (12) Birita Wardum Neistin 62 (10) Nicoleta Radu VÍF 58 (1) Menn: Bjarni Wardum H71 110 (27) Jacob Jónsson Neistin 106 (15) Heini Joensen Neistin 104 (32) Høgni Klein Kyndil 98 (7) Dragisa Stojovic Tjaldur 96 Costin Dumitrescu StÍF 95 (28) Ingi Olsen VÍF 91 (11) Finnur Hansson H71 89 (21) Halgir Dahl Olesen H71 87 (11) Sverri Justinussen Tjaldur 86 (13) Sámal Joensen VÍF 86 (13) Durica Tomic KÍF 83 (22) Iljan Topic KÍF 82 Artur Johansen StÍF 73 (5) Mortan Hansen Tjaldur 73 (7) C M Y K 24 Nr. 24 - 5. februar 2002 25 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Finnland fær mat- vøruhjálp Hóast Finnland verður roknað sum eitt av teimum ríku londunum í heimninum, fær land- ið matvøruhjálp frá ES, har landið er limur. Hjálpin kom í gildi, tá finski búskapurin var í álvarssamari kreppu fyrst í 1990-árunum, og hóast viðurskiftini eru nógv broytt til tað betra síðani, heldur skipanin fram. Nógvir finnlendingar eru ímóti, at stjórnin skal taka av hjálpini. Víst verður á, at finska vinnulívið við flagg- skipinum Nokia á odda gongur sera væl, og at talið á millióningum í Finnlandi veksur á hvørjum ári. Fyri tveimum árum síðani segði stjórnin, at hon fór at biðja ES steðga skipanini, men enn er tað ikki gjørt. Tísakil fær Finnland eisini matvøruhjálp frá ES í ár SAS sigur nei SAS sýtir fyri at lækka prísin á innanlands- flúgvingini í Noregi. Serliga tey, sum búgva í Norðurnoregi, hava fýlst á, at tað er alt ov dýrt at flúgva úr Oslo og norðureftir. Kann- ingar hava eisini víst, at norðmenn, sum skulu úr Oslo til Bodø, rinda 24 prosent meiri enn sviar, sum flúgva úr Stockholm til Kiruna. SAS ásannar hendan munin, men sigur, at á øðrum rutum er tað helst bíligari at flúgva í Noregi enn í Svøríki. Harafturat vísir SAS á, at lønarlagið í Svøríki er lægri enn tað norska. Tann 12. februar fer SAS at almannakunn- gera roknskapin fyri 2001, og longu nú er greitt, at hann fer at vísa einar tvær milli- ardir krónur í halli. Leiðslan í SAS vil tó ikki siga, at tað er ov bíligt at ferðast, men sigur, at felagið missir 20 milliónir krónur um dagin nú. Úr Norðurlondum: Fleiri arbeiðs- skaðar Talið á arbeiðsskaðum í Danmark veksur skjótt. Fyri tíggju árum síðani vísti ein kanning, at 25. hvør dani, sum ar- beiddi, fekk skaða á arbeiðsplássinum, men ein nýggj kanning av- dúkar, at nú fær 18. hvør dani arbeiðsskaða. Kanningin vísir eisini, at tað er serliga kvinn- urnar, sum verða raktar av arbeiðsskaðum, men tað kemst av, at í dag eru munandi fleiri kvinnur á arbeiðsmark- naðinum. Danska arbeiðsgev- arafelagið sigur, at fimm prosent av frá- verudøgunum á fyri- tøkunum standast av arbeiðsskaðum frá medarbeiðarunum. Ferðslu- skaðar dýrir Norsku tryggingarfe- løgini hava roknað út,. at ferðsluskaðarnir kostaðu norska samfe- lagnum 27,2 milliardir norskar krónur í 2000. Meginparturin av kostnaðinum er rokn- aður eftir skaða, sum fólk fingu í ferðsluni. Her verður hugt eftir missinum hjá tí ein- staka og hansara avvar- andi. Afturat hesum koma so útreiðslurnar av viðgerð á sjúkrahúsi og seinast tann materi- elli skaðin, sum var tann minni parturin. Meiri góðs Góðsflutningurin um Stórabelti í Danmark er vaksin munandi, síðani fasta sambandið kom. Í 1998 fluttu ferjurnar 1215 lastbilar í meðal um dagin yvir um sundið, men síðani brúgvin kom, hevur talið ligið um 2600. Sambært brúgvar- felagnum hava fleiri danskar fyritøkur um- skipað bæði fram- leiðslu og flutning, síð- ani fasta sambandið kom um Stórabelti. Talan er sostatt um ferðslu, sum ikki hevði verið, sigldu ferjurnar enn, sigur brúgvar- felagið. Kenneth Lay skuldi vitna í amerikansku Kongressini í gjár, men sýtti fyri at koma ENRON-GØLAN Árni Joensen Tað var sakførarin hjá Enron-stjóranum, sum kunnaði Kongressina um, at Kenneth Lay fór ikki at koma til avhoyringar. Sak- førarin vísti á, at fleiri kongresslimir seinastu dag- arnar hava sagt, at Kenneth Lay hevði havt ein sera týðandi og kanska eisini ólógligan lut í, at tann risastóra fyritøkan fór av knóranum. Sakførarin, Earl Silbert, legði afturat, at tá kon- gresslimirnir longu hava tikið støðu í málinum, helt hann tað vera skeivt av stjóranum at lata seg av- hoyra. Umboðsmannatingið hevur biðið Kenneth Lay koma til avhoyringar har í dag, men tað er ivasamt, um hann fer. Tað er komið fram sein- astu dagarnar, at samband- ið millum Enron-leiðsluna og stjórnina hjá Bush for- seta hevur verið gott og kanska meiri enn gott. Kanningar hava avdúkað, at fleiri embætisfólk í um- sitingini hjá Bush eru sett í starv eftir tilmæli frá Enron, og at umboð fyri Enron vóru seks ferðir á fundi við Dick Cheney, varaforseta, tá stjórnin skuldi leggja sín orku- politikk til rættis. Ríkisgrannskoðanin hev- ur nú kravt at fáa fundar- frágreiðingarnar frá teim- um seks fundunum. Fleiri hundrað fólk rændu sunnudagin við av einum russiskum farma- skipi, sum er farið á land í útsynnings- onglandi BRETLAND Árni Joensen Russiska farmaskipið "Kodina", sum er skrásett á Malta, sigldi á ein flúr tætt við strondina í Cornwall leygardagin. Sekstan mans vóru við skipinum, og tað eydnaðist bretskum tyrlum at bjarga allari manningini. Skipið var fermt við viði, og sunnudagin rak nógvur viður upp á land á leiðini, har sum skipið stendur. Bretska løgreglan sigur, at sjáldsama nógvir rekamenn vóru at síggja í Cornwall sunnudagin. Summi komu við smáum lastbilum, sum tey fyltu við viði, og onnur tóku tað, sum tey fingu inn í teir vanligu persónbil- arnar. Løgreglan sigur, at í veruleikanum var hetta ein gamal siður, sum brádliga varð tikin uppaftur, tí tað at leita eftir reka er gamalt í Cornwall. Tað er kent, at fólkið her á leiðini plagdi at villleiða skip fyri at fáa tey at sigla á land, so tey kundu fáa hendur á farminum. Í dag sigur lógin, at fólk skulu varskógva myndug- leikarnar, finna tey okkurt í fjøruni. Bretsku myndugleikarnir stúra tó meiri fyri oljuni, sum er í tangunum á russiska skipinum, og sum kann elva til stóra dálking. Hildið verður, at skipið hevði okkurt um 500 tons av olju, tá tað fór á flúrin, men í gjár var einki, sum bendi á, at hol var komið á skipið. Enron-stjóri sýtti fyri at vitna Rændu strandað skip Enron-stjórin Kenneth Lay. Nógv bendir á, at sambandið millum Enron og stjórnina hjá Bush hevur verið í so gott Mynd: Reuters 25 AUTO 1234 TO 311234 TO 123 AUTO -Dag & nátt- Hýra bil - ring 311234 BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Uppsetan og skipan av barrum Brúdleyp Rundar føðingardagar Starvsfólkaveitslur Ársveitslur Reseptiónir og tílíkt Til: Hans á Lag Sp/f Tlf. 21 93 83 hanslag@post.olivant.fo Sosialurin 311820 159,- f