fríggjadagur 17. september 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 17. september 2010
10
VIKUSKIFTI
At liva lívið er sjáldsamt.
Flestu fólk eru bara til.
Oscar Wilde
írskur rithøvundur
10 tIng um medina
Hon er fremsta poppnavnið í Danmark í løtuni
og er við at røkka út um landoddarnar.
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
Andrea Fuentealba Valbak var fødd í Århus-
forstaðnum Risskov og er 27 ára gomul.
Í 2005 broytti hon navn til Medina Danielle
Oona Valbak, eftir at hon hevði verið hjá einum
numerologi.
Mamma Medina er donsk, pápin er ættaður úr
Kili.
Medina hevur ein 5 ár eldri beiggja og eina
systur, sum er 9 ár yngri enn hon.
Áðrenn hon fekk gjøgnumbrot sum tónleikari,
arbeiddi hon í eini sandwichbarr í Århus
Stóra gjøgnumbrotið fekk Medina við útgávuni Kun For
Mig, sum kom í 2008. Útgávan var á hitlistanum í
52 vikur – har av seks vikur ovast.
Í 2009 var hon mest seljandi
danski tónleikarin
Medina roynir nú at vinna fram uttanfyri
Danmark – eitt nú í Bretlandi og Týsklandi
Hon hevur tikið skeið í klædnadesigni og forvann
eitt skifti pengar við at seyma klæði til onnur.
Medina hevur síðani februar í ár hildið saman
við dansaranum og sjónleikaranum Mathias
Arvedsen.
1
2
3
4
5
7
6
8
9
10
Medina er heit
1 Hvussu eitur mannligi tennisspælarin, sum júst
hevur vunnið kappingina US Open?
2 Næstu vikurnar skal ein útlendsk ferja avloysa
Smyril á Suðuroyarfarleiðini. Hvussu eitur
avloysaraferjan?
3 Farna vikuskiftið fekk Føroya Lærarafelag
nýggjan formann. Hvussu eitur nýggi formaðurin?
4 Hvussu eitur nýggi formaðurin fyri høvuðsstýrið
hjá Kirkjuligu Heimamissiónini?
5 Hvussu eita nýggju venjararnir hjá HB?
6 Smyril Line hevur sett nýggjan stjóra. Virkandi
stjórin seinastu tíðina er nú settur fast í starvið.
Hvussu eitur hann?
7 Hvussu eitur sjónvarpsmaðurin, sum ger
sendingina Frætt og Fregnað?
8 Blaðið Kvinna hevur fingið nýggjan blaðstjóra.
Hvussu eitur hon?
9 Ein drotning hevur nú um dagarnar vitja í Havn,
uttan at fólk veruliga góvu sær far um tað. Úr
hvørjum landi var drotningin?
10 Heimasíðan elin.fo gevur ráð og upplýsing
um kynslív. Hvussu eitur kvinnan, sum rekur hesa
heimasíðu?
1-4 ikki nóg gott
5-7 Tú fylgir hampuliga væl við
8-9 Tú fært tað mesta við
10 veist tú alt?
1. Rafael Nadal, 2. Regina Baltica, 3. Herálvur Jacobsen, 4. Bergur
Debes Joensen, 5. Julian Hansen og Hallur Danielsen, 6. Rúni Vang
Poulsen, 7. Tórður Mikkelsen, 8. Barbara á Tjaldrafløtti, 9. Belgia og
10. Elin í Stórustovu
Svar