Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. september 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. september · Nr. 135 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Føroyski tónleikari Teitur Lassen var fríggjakvøldið við í donsku sendirøð­ ini Vild Med Dans. Men tað var nú ikki sum ein av dansarunum, at tónleikarin í Havn luttók í sendingini. Hann spældi ein sang hjá sær live. Patrick Wozniacki, sum er beiggi stóru donsku tennis­ stjørnuna Caroline Wozni­ acki, brúkti sangin Sleeping With The Lights On til sín dans, og Teitur var í upptøku­ hølunum og sang sjálvur sangin saman við orkestri­ num, sum spælir undir til dansirnar. Teitur í Vild med Dans Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo ­ Eyðfinn Reyðberg skal bara gera sum Sosialurin, so gong­ ur tað nokk. Tað var boðskapurin hjá Øssuri Winthereig, fyrrver­ andi tíðindaleiðara í sjónvarp­ inum, tá hann fríggjakvøldið gjørdi viðmerkingar til søl­ una av Dimmalætting í Degi og Viku. Øssur Winthereig segði, at man í 130 ár hevur elskað bløð, og at hesin alskur var or­ søk til, at bløðini eru komin út. Nú ger man tað, tí man skal tjena pengar, nú tosar man um íløgur og inntøkur, segði Øssur. Fyrrverandi tíðindaleið­ arin í sjónvarpinum roknar við, at Dimmalætting fer at leggja seg meira eftir inter­ netinum, at fyritøkan soleið­ is fer at breiða seg frá gamla pappírinum til internetið, til fartelefonina ­ og ja, kanska eisini til eina útvarpsstøð. Ja, um Dimmalætting ger tað sama sum Sosialurin við einum blað, einum Miðl­ ahúsi við fundum og tiltøk­ um, við Portalinum og við útvarpsstøðini Rás2, ja, so er Dimmalætting á vinnarakós, heldur altso Øssur Winther­ eig. Dimmlætting er nú farin á aðrar hendur. Bankin og tey bæði fyrr­ verandi reiðaríini, sum gjøgnum íøgufelagið Løkir áttu blaðið, hava nú selt tað til Sp/F Reyðberg, sum Eyðfinnur Reyðberg í Klaksvík eig­ ur einsamallur. Vit ynskja Eyðfinni Reyðberg bestu eydnu við verkæltanini og heilsa honum vælkomnum í hesa vinnugreinina. Eyðfinnur Reyðberg sigur, at hann ikki ætlar sær at ávirka journalistikkin hjá blaðnum, men at hann heldur ikki bara er ein passivur íleggjari. Hann segði, at hetta er ein gamal dreymur, sum er gingin út: At sleppa at sita við borð­ endan í síni egnu fyritøku! At dríva blaðvirksemi í Føroyum er ikki júst tað, sum gevur mestan pening av sær. Dimmalætting er eitt gott dømi um, hvussu illa tað kann ganga hjá einum væl eta­ bleraðum virki. Blaðið, sum var Føroya nógv størsta blað, bæði í upplag, inntøkum og inntjening, varð fullkomiliga tikið av fótum, og endaði tað við húsagangi, har allar ognir hjá felagnum fóru fyri skeyti ­ ognir, sum felagið hevur arbeitt upp í 130 ár. Seinastu fimm árini hevur tað kostað fyrrverandi parta­ eigarunum í Dimmalætting yvir 30 milliónir krónur at geva blaðið út. Hesar 30 milliónirnar eru farnar út í bláu luft, og fyrrverandi spari­ kassastjórin í Klaksvík tekur nú við avbjóðingini. Hann hevur blaðið, brandið, starvsfólkini, lýsararnar, haldararnar og keypararnar ­ og skal byrja av nýggjum við egnum pengum. Hetta er sanniliga ein av­ bjóðing. Tá vit siga, at blaðútgáva ikki júst er eitt gullnám, so eiga vit eisini at siga, at tað sjálvandi ber til at fáa blaðútgávu at bera seg. Avbjóðingin er bara tann, at bløðini hava færri lesarar av prentaða blaðnum, men við interneti og radio ber til at røkka fleiri lesarum og lurtarum. Øll bløð í til dømis Danmark missa lesarar. Upplagstølini eru minkað munandi, men kanningar vísa tó, at bløðini við nýggju og skjótu miðlu­ num saman við blaðnum tilsamans røkka fleiri fólkum, enn áður. Í Føroyum hava vit tó ta marg­ háttligu støðu, at tað almenna er í beinleiðis kapping við privatar miðl­ ar. Vit hava eitt alment skattafíggj­ að Kringvarp, sum er í beinleiðis kapping við privatu miðlarnar um lýsingar. Vit sakna ein mentamál­ aráðharra, sum hevur rygg til at rætta hendan skeivleika, sum kann tryggja okkum eitt óheft kringvarp, og sum soleiðis kann tryggja eina rættvísa kapping um lýsingarkrón­ urnar. Hetta hevði gangað føroyska miðlaheiminum og harvið fólkaræð­ inum í Føroyum. Tað er ein stór avbjóðing at geva Dimmu fyri egna pengar Taka nýggjan bygning í brúk Gøtu skúlu hevur í morgun tikið nýggjan tilbygning í brúk. Fýra nýggjar skúlastovur eru í bygninginum, sum fer at gera tað meira rúms­ átt hjá næmingunum. Nýggi tilbygningurin fer at avlasta verandi skúla nakað, og skúlin fær eisini serstov­ ur til eitt nú tónleik, heim­ kunnleika og handarbeiði. Leiðslan í Gøtu skúla fegn­ ast um útbyggingina, men ásannar eisini, at kringum­ støðurnar kundi verið betri. Men sagt verður, at arbeitt verður við einari umbygg­ ing av spæliplássinum og lið­ ugtgerð av einum nýggjum spæliplássi, og at hetta fer at gera trivnaðin í fríkorter­ unum munandi betri. Taka nýggjan bygning í brúk Ger sum Sosialurin, Eyðfinn Broytt lívsstílin hjá føroyingum Hans Pauli strøm kjak á síðu 12 Eru Føroyar tilafturs­ komnar? Heini Olsen kjak á síðu 29 Um Dimmalætting fer at gera meira við internetið og at fáa sær eina útvarpsstøð, so fer blaðið at klára seg í kappingini, heldur Øssur Winthereig Bankastjórin við BorðEndan Nýggi bygningurin hjá Gøtu skúla við Gøtugjógv Mynd: Jonhard Hammer