mánadagur 20. september 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. september · Nr. 135
4
Sosialurin
Um fimm tíðina sunnumorgunin rendi ein bilur
á oynna niðast í R. C. Effersgøtu í Havn og koyrdi
víðari inn í veggin beint við.
Áðrenn politiið kom, var bilførarin rýmdur úr
bilinum, sum fekk stóran skaða eins og garðurin.
Tað eydnaðist ikki politinum tann morgunin at
finna bilføraran. Nógv fólk er framvegis í býnum
hesa tíðina ein sunnumorgun, og bilførarin kann
vera farin upp í fjøldina í býnum.
Men politiið veit, hvør bileigarin er.
Bilførarin rýmdi
Garðarnir fingu stóran skaða
av bilinum, sum rendi á
Mynd: Jens Kristian Vang
Í einum bardaga í Havn leygarnáttina varð ein
ungur maður sparkaður og sligin, so hann noyddist
á skaðastovuna. Sambært politinum fekk maðurin
ikki álvarsligan skaða.
Politiið veit, bæði hvør tann ungi maðurin er, og
teir, sum eru lagdur undir at hava framt harðskapin.
Nú bíðar politið eftir, at álopni maðurin skal
koma at geva frágreiðing, og so verður støða tikin
til, um meira verður gjørt við málið.
Leygarmorgunin steðgaði ein politibilur í Havn
einum ungum manni, sum varð skuldsettur fyri at
hava koyrt ávirkaður.
Tað vísti seg, at maðurin hevði verið í eini veitslu
og hevði stolið ein bil. Hann hevði bara koyrt einar
100 metrar, tá ið hann varð tikin.
Maðurin er umframt rúsdrekkakoyring eisini
skuldsettur fyri at hava stolið bilin.
Á skaðastovuna
eftir harðskap
Tikin beinanvegin
Randi Jacobsen
Tá ið avloysaraskipið hjá
Smyrli, Regina Baltica, leygar
morgnin legði frá landi úr
Havn, fekst bógportrið ikki
aftur. Skipið fór frá, men tá
ið tøknin ikki riggaði, vendi
Regina Baltica aftur.
– Tað var eingin vandi á
ferð, tí rampan innan fyri var
tøtt, men vit fóru iki at taka
nakrar kansir, sigur Conrad
Gaard Joensen, rakstarleiðari
á Strandferðsluni.
Arbeitt varð allan dagin
upp á bógportrið, men tað
fekst ikki at rigga, og tí
fór Regina Baltica ikki til
Suðuroyar fyrr enn seint um
kvøldið. Bógportrið var aftur,
og bilar komu umborð og í
land gjøgnum hekkuportrið.
Smyril hevur eisini bara
hekkuportur.
Conrad Gaard Joensen
sigur, at eykaluturin til bóg
portrið er bílagdur, men tað
tekur nakrar dagar at fáa
hann til Føroya. Bíleggingin
gongur gjøgnum reiðaríi hjá
Reginu Balticu.
Bíða eftir eykaluti
So leingi sum
bógportið á
Reginu Palticu
ikki kann latast
upp og aftur,
fara bilarnir
umborð og í
land gjøgnum
hekkuportið eins
og á Smyrli
Leo Poulsen
Fyri smáum trimum vikum
síðani setti formaðurin í
Føroya Fiskimannafelag, Jan
Højgaard, fram grovar ákærur
móti reiðaranum á Suðringi,
Marner Lisberg, har hann
samanlíknaði viðferðina av
tveimum portugisum við
mafiametodur
at
lokka
gleðisgentur
til
vestur
heimin.
Jan Højgaard vildi vera
við, at portugisarnir ikki
høvdu fingið eitt oyra í hýru,
og ikki fyrr enn Fiskimanna
felagið kom upp í leikin,
fingu menninir nakrar fáar
krónur, men als ikki nóg
mikið at rinda fyri ferðina
heimaftur.
Hesum vísti reiðarin á
Suðringi, Marner Lisberg
tó aftur, men hann heldur
framvegis, at málið hongur í
leysum lofti, og at fólk hava
eina fatan av, at hann ikki
hevur hildið sínar skyldur
móti portugisarunum.
Eg tími ikki at hava slíkt
hangandi oman yvir mær,
og tí leggi eg fram alment
peningaflytingarnar til teir
báðar portugisarnar, so fólk
kunnu síggja, at tað er ikki
hald í ákærunum hjá Jan
Højgaard móti mær, sigur
Marner Lisberg.
Reiðarin sigur, at hann
hevði gjørt avtalu við portu
gisarnar um eina mánaðar
liga hýru á 1.500 evrur til
útgjaldingar, og tá skuldi
reiðaríið rinda skattin. Sum
sæst á kvittanunum hava
portugisarnir fingið hesar
pengar,
annan
mánaðan
sum bankaflyting og hin í
hondina, so sum kvittanirnar
vísa.
Tá slík úttalilsi koma
frá formanninum í Fiski
mannafelagnum, so kemur
tað mær í ringt orð, og tí er
tað so harmiligt, at slíkar
ákærur bara verða slongdar
út, uttan at hald er í teimum,
sigur Marner Lisberg.
Kvittanirnar,
sum
Marner Lisberg leggur sum
prógv, vísa, at teir báðir
portugisarnir hava fingið
ta hýru, sum teir sambært
reiðaranum
høvdu
gjørt
avtalu um framman undan.
Teir hava í veruleikanum
fingið fyri tveir mánaðir,
hóast teir bara vóru við
skipinum í góðan mánað, so
teir hava als einki at kæra
um, sigur Marner Lisberg,
reiðari.
Portugisarnir hava fingið sítt
Marner Lisberg vil ikki hava hangandi á sær skuldsetingar
um, at teir báðir portugisarnir, sum sigldu við Suðringi, ikki
hava fingið ta hýru, sum framman undan var avtalað
Um vikuskiftið fleyt nakað av olju á Eystaru vág í
Havn, men oljan kom ikki frá n’økrum skipi tann
dagin.
Sløkkiliðið í Havn sigur, at eitt skip bunkraði eitt
sindur yvir i seinastu viku. Oljan er tá farin inn undir
bryggjuna og vísti seg aftur nú.
Nøgdin av olju, sum fór á sjógv í seinasu viku, var
so mikið lítil, at einki arð gjørt við hana.
Regina Baltica legði frá landi við
opnum bógportri, men vendi inn
aftur, tá ið tað ikki fekst niður
Mynd: Grethard Poulsen
Leivdir frá
seinastu viku