mánadagur 20. september 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. september · Nr. 135
6
Sosialurin
Leo Poulsen
- Venjingin hevur ógvuliga
stóran týdning. Hetta er ein
ógvuliga intens venjing, og
tað er av stórum týdningi, at
foreldrini læra venjingarnar,
so tey kunnu gera tær heima
við børnunum, sigur Andrea
Udvardy Sabroe, sum er ungar-
ari, men gift í Danmark.
Tað sigur seg sjálvt, at
tað er av swtórum týdningi,
at stuðlarnir, sum eru um
børnini dagliga, eisini koma
við til hesi skeiðini.
– Koma stuðlarnir ikki við,
læra teir heldur ikki, hvussu
teir skulu hjálpa børnunum
í sínum dagliga starvi, sigur
Andrea Udvardy Sabroe.
Venjingarnar eru ógvuliga
ymiskar og eru sjálvandi
tilpassaðar hvørjum einstak-
um barni alt eftir, hvønn tørv
einstaka barnið hevur.
– Tað snýr seg um, hvussu
tey skulu liggja, ella standa
ella ganga, armar og hendur.
Svimjing er ein týðandi
partur eisini, og stórur dentur
verður lagdur á, at venja
allan kroppin. Alt fer eisini
fram eftir bestu pedagogisku
prinsippum, sigur Andrea
Udvardy Sabroe.
Øll venjingin fer fram
í bólkum, men við atliti at
hvørjum einstøkum barni.
– Venjing, sum fer fram
bert millum ein vaksnan og
eitt barn, gerst ofta keðilig.
Venja
vit
saman,
gevur
hetta hinvegin íblástur til
okkum øll, og tí verður vant
saman heldur enn hvør sær,
sigur Augusta Mikkelsen,
sum er ein av føroysku fysi-
oterapeutunum, ið knýttur
er at Petø-venjingunum hjá
Andreu Udvardy Sabroe.
Hinar báðar eru Erla
Nielsen og Marjun í Jákups-
stovu. Tær eru allar sjálv-
støðugar, men seta so tíð av
at verða við í hesum venjing-
unum, sum fara fram tvær
ferðir um árið, í apríl og
september.
Gagnar seinni
Og tað eru ikki bert fysio-
terapeutarnir, sum fáa nakað
burtur úr at venja sama.
– Eisini børnini verða
inspirerað av at venja saman,
sigur Marjun í Jákupsstovu.
Børnini
eru
sjálvandi
ymisk, bæði hvat viðvíkur
førleika og aldri.
–
Børnini
verða
býtt
sundur
eftir
kropsligum
førleika, og eisini eftir aldri.
Tey eru fyrst býtt upp í tveir
aldursbólkar, annar venur
fyrrapart og annar seinapart,
men so eru tey eisini býtt
eitt sindur upp eftir førleika.
Øll eru saman, tá vit byrja
venjingina og tá vit enda
hana, og millum tað verður
so vant einsæris, sigur Erla
Nielsen.
Sum við allari aðrari
venjing er tað eisini við Petø-
skeiðini av týdningi, at støðið
verður lagt eitt sindur oman
fyri tað, tey megna, so tey
hava nakað at stremba fram
ímóti.
– Prinsippið er tað sama,
mátin, sum vit venja upp á,
er bara nakað øðrvísi, sigur
Erla Nielsen.
Tað eru somu venjingar,
ið verða gjørdar í tveir tímar
hvønn dag í tríggjar vikur,
og tað er ógvuliga mennandi
fyri hesi børnini við serligum
tørvi.
– Børnini læra at gera
venjingarnar, og tað gera
foreldrini eisini, og tí verður
tað so nógv lættari at halda
fram við venjingunum heima,
sigur Marjun í Jákupsstovu.
Øll eru samd um, at tað
er ógvuliga harmiligt, at
stuðlarnir ikki eru við til
skeiðið, tí tað merkir, at teir
ikki kunnu geva børnunum
venjingina til dagligt. Kort-
ini tykist ikki, sum hetta
bakkastið hevur hildið so
nógvum børnum burtur.
– Eg veit so bara um tvey
børn, ið ikki eru við orsakað
av vantandi stuðlum, sigur
Augusta Mikkelsen.
Børnini taparar
Eisini terapeutarnir, sum
eru við til Petø-venjingarnar
í Klaksvík, merkja, at eingir
stuðlar eru við børnunum.
- Tað er sera tungt hjá
foreldrum at ferðst til Klaks-
víkar hvønn dag í tríggjar
vikur, og um ikki ommur
og abbar og fólk annars
yvirhøvur ikki hjálptu til,
hevði tað helst ikki borið til,
halda fysioterapeutarnir.
Og
at
stuðlarnir
ikki
sleppa við gagnar ongum.
– Fyri okkum er tað sum
so ikki so frustrerandi, at
stuðlarnir ikki koma við,
men tað gongur bara út yvir
børnini, tí tey kunnu ikki fáa
ta venjing í gerandisdegnum,
sum tey høvdu fingið, vóru
teir
við,
sigur
Augusta
Mikkelsen.
Mest
ørkymlað
eru
foreldrini tó.
– Tey fáa at vita, at tey
ongan stuðul fáa við, og so
mugu tey at leggja ætlanir
um, hvussu tey so skulu gera,
og hvønn tey nú skulu fáa við,
sigur Augusta Mikkelsen.
Men tað mest ørkymlandi
av øllum er, at um stuðlarnir
ikki sleppa at vera við, og
harvið ikki kunnu gera sær
dælt av venjingunum, so er
vandi fyri, at skeiðini fara at
detta niður fyri. Og tá verða
børnini av álvara tapararnir.
Børnini tapa í síðsta enda
At børnini við serligum tørvi ikki fáa dagligu stuðlarnar við til Petø-skeiðið ger, at hesir ikki duga
at geva børnunum serligu venjingarnar, sum eru so gagnligar, og sum mennir børnini í stóran mun
Tær fýra, sum standa fyri Petø-skeiðinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Augusta Mikkelsen, Andrea Udvardy Sabroe, skeiðsleiðari, Erla Nielsen og Marjun í Jákupsstovu
Mynd: Jens Kristian Vang
Randi Jacobsen
Summarhúsið í Skálavík er
farið at líkjast.
Kommunan bjóðaði økið
út til summarhúsbygging,
gjørdi stykkini byggibúgvin
og legði kloakkir.
- Fólk hava nú tikið
nøkur av húsunum í nýtslu,
og har vóru fleiri fólk um
vikuskiftið, sigur Linjohn
Christiansen.
Tað eru fólk úr suðuri og í
norð, sum hava keypt grund-
økið og bygt sær summarhús
í Skálavík. Eitt hús eigur
Starvsmannafelagið.
Fólk eru flutt inn í nøkur av nýggju
summarhúsunum í Skálavík
Nøkur flutt inn
Tilsamans seks summarhús
verða bygs í Skálavík
Mynd: Jonhard Hammer