mánadagur 20. september 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. september · Nr. 135
14
Sosialurin
Kjak
Annita á Fríðriksmørk
Komið nú til arbeiðis, sambandsfólk!
Tað átti at verið ringt at siti
hendur í favn og skriva. Men
tað megna sambandsfólk.
Tey hava síðani 2001 sitið
hendur í favn og skrivað um
blokkstuðulsniðurskurðin.
Hetta gera tey tí tey siga
seg trúgva uppá, at tað er
blokkurin sum skapar virðini
í Føroyum.
Men sjálvandi í einum
landi við trúðarfrælsi, mugu
tey kunna trúgva tí tey vilja.
Bara ergriligt at ein manning,
sum skal eitast at stýra
landinum sleppur so lætt.
Ongin av teimum skriv ar
um broytingar í fiski vinnu
politikkinum.
Sjálvt
um
broytingar har kundu givið
landskassanum
hundr að
tals milliónir afturat. Tey
gera onki við komm unu
sam anlegg ingina, hóast tey
glað beint
lótu
lands stýr
is fólkini seta ein bólk fyri
og annan eftir at skriva álti
um kommunumál. Skúla
reformin taka tey ikki uppá
tunguna.
Miðfyrisitingina
hava tey onga meining um.
Og búskapin hava tey mist
alla vón um…
Alt samalt tí blokkurin
varð skorin í 2001!
At fáa nakað boð frá land
sins leiðara um broyt ingar og
betringar og gongdar leiðir
hevur ongin nakrar vónir
um, hvørki í samgonguni ella
í andstøðuni. Og hetta finna
sambandsfólk seg eisini í.
Bara tey sleppa at skriva um
blokkstuðulsniðurskurðin í
2001.
Tey trútta dag og dagliga
niður í fólk um, at rótin til
alt ilt í Føroyum er blokk
stuðulsniðurskurðurin í 2001,
tí man tá onki skuldi seta í
staðin. Hetta siga tey hóast
inntøkurnar til landskassan
frá skatti og avgjøldum eru
øktar við eini milliard síðani
2001, ella við øðrum orðum,
so eru inntøkurnar øktar
tríggjar
ferðirnar
blokk
stuðulsniðurskurðin! Eisini
um vit taka skattalættarnar
við, sum ABC flokkarnir í
óðum verkum settu í gildi
fyri fáum árum síðani.
Men um nú blokkstuðul
var rótin til alt gott, hvussu
ber tað so til, at Grøn lend
ingar, sum fáa ein blokk, sum
er góðar fimm ferðir størri,
enn tann, sum føroyingar
fáa, kortini hava størri hall
á teirri fíggjarlóg enn vit
hava, og nógv størri sosialar
trupulleikar?
Og um vit sóu fyri okkum
at vit fimmfaldaðu blokkin
og fingu eins nógv og grøn
lendingar fáa í blokki. Halda
sambandsfólk
so,
at
vit
høvdu loyst allar trupulleikar
á
sjúkrahúsverkinum
al
manna verkinum og at vit
høvdu fingið allar útisetarnar
heim aftur.
Ella hvussu ber tað til, at
sambandsfólk finna seg í at
sita í samgongu og ignorera
allar innlendis trupulleikar
og ístaðin hava alt fokus á
blokkstuðulsniðurskurðin
í 2001. Hví bjóðar man seg
fram at stýra landinum, tá
ið man sigur seg onki kunna
gera, tí blokkurin er skorðin.
Er tað nú ikki uppá tíðina,
at Sambandsflokkurin fer
til arbeiðis. Tey hava sitið
við valdið í 6 ár, og sita Gud
hjálpi tú mær enn og pilka
við triðingin, sum tíbetur
varð skorin av blokkinum.
Slíkt apati er ábyrgdarloysi
og hevði undir vanligum
treytum fingið avleiðingar.
Blokkstuðulin er gjald
frá dønum fyri, at teir hava
vald á okkara fullveldi. Í so
máta eru góðar 600 mio kr
peanuts. Onki annað land í
heiminum hevði funnið uppá
at latið 279.000 ferkilometrar
til annað land fyri eina góða
hálva milliard árliga. Slíkt
er ikki til sølu í londum,har
borgarar hava virðing fyri
sær sjálvum.
Men sambandsfólk siga at
jú meira vit fáa í blokkstuðli,
jú betur eru vit fyri. Javel,
so er Grønland kanska bara
undantakið í regluni, og støða
Føroya sum t.d. í nítiárunum
fór á heysin við fullum blokki
somuleiðis undantakið. Men
ongin regla uttan undantak,
bara ergriligt at onki dømi í
hesi teori prógvar regluna.
Blokkstuðulin er 5% av
BTÙ
sambært
bú skap ar
frøðingum og búskapa r ráð
num. 5%! Tað er eitt klípi
ella ein pirra, sum onkur
hev ur tikið til. Tað sum
domi nerar í okkara búskapi
er arbeiðsmarknaðurin og
tað virksemi, ið har er, við
fiskivinnuni og alivinnuni
á odda, og tað umfar, sum
hesar vinnur í høvuðsheitum
virka og skapa í føroyska
samfelagnum, og sum er
grundarlagið undir øllum
øðrum virksemi í landinum.
Tað er føroyingurin, sum
skap ar virðini í samfelagnum.
Tað er arbeiðskonan og
mað urin, starvsmaðurin og
konan, tað eru lærararnir,
peda gogarnir
og
tey
á
sjúkra húsunum, tað er fiski
maðurin og tey á brúnni,
tað
eru
handverkararnir
og tey sum leiða, og tey
sum arbeiða sjálvboðið við
alskyns frítíðarvirksemi, tað
er mentanarvirksemi, ítrótt
urin, trúarlívið, bygdalívið
og
býar mentanin,
sum
mynda Føroyar. Tað eru
hesi, sum eiga æruna fyri, at
vit hava eitt samfelag, sum
virkar, og sum mennist. Tað
er tað før oyska fólkið, sum
virkar og livir hvønn dag,
sum skapar land okkara og
mennir tað.
Hevði ynskt, at eisini
Sambandsfólk trúðu hesum.
So høvdu tey í øllum førum
virt fólksins virksemi, meira
enn tey hálóva tí lítla sindri,
sum blokkstuðulin er.
Eg læs fyri stuttum eina
grein um talibanar, ið høvdu,
við vold, gjørt seg inná ein
gentuskúla. Teir høvdu lopið
á við gassi og tikið genturnar
til fangar. Orsøkin, í hesum
føri, var søgd at vera, at
talibanar ikki vilja, at gentur
fáa eina útbúgving.
Hetta førdi mínar tankar
inn á teirra strangu lógir,
sum t.d. at tað er straffbart
at ganga í hvítum skóm, tí
tað vanvirðir teirra flagg. Eg
veit ikki nógv um burkuna,
men tað tykist mær bæði
ófatuligt og ógvusligt, at
menniskju skulu goymast
inni í eini burku.
Eftir at hava lisið nøkur
lesarabrøv, bloggar o. a. síggi
eg fleiri ferðir, at kristnir
før oyingar verða kallaðir
tali banar.
Oftani
er
tað
ógrund að, og eg haldi at
slík saman bering er úti av
lagi. Hon er vána lig, á lágum
støði, og átti slett ikki verðið
brúkt.
Eitt annað orð, ið mang an
verður brúkt á undar ligan
hátt, er orðið funda mental
isma. Tá orðið verður nýtt,
er tað aloftast í neiligum
høpi, sum um, at tað er ringt
at
hava
eitt
grundarlag
(fundament). Tað er tað jú
ikki. Tað veldst grundarlag.
Jesus kom við einum
líknilsi, har hann tosaði um
tveir menn, ið skuldu byggja.
Annar bygdi á sand og hin
á klett. Altso, annar bygdi
á eitt óvikandi grundarlag
(fundament),
meðan
hin
bygdi á vána grundarlag
(funda ment).
So, elskaðu fólk! Vinarliga
gevist við at kalla hampafólk
fyri talibanar, tað er skeivt.
Hoyrir tú onkran kalla ein
annan fyri fundamentalist,
steðga so á og hugsa, hvat
grundarlag (fundament) við
komandi sipar til, so at tú
dugir at síggja, um tað er eitt
gott ella vánaligt grundarlag,
ið bygt verður á.
Martin í Grund
Funda mental isma og tali banar
Apoteksverkið fer aftur í ár at avgreiða
koppingarevni fyri garnasótt.
Tað er alneyðugt, at allur seyðurin verður koppsettur,
soleiðis sum landsdjóralæknin mælir til.
Mannagongdin er nakað broytt í mun til í før.
•
Pakkað verður ikki til tann einkulta brúkaran.
Ístaðin kann kundin biðja um talið av skamtum,
hann hevur tørv á.
•
Pakkað verða sett við 5 skamtum, 10 skamtum,
20 skamtum og 40 skamtum. Hvørt settið inniheldur:
sproytur, nálir og leiðbeining umframt koppingarevni
og jodspritt.
•
Til ber at keypa/bíleggja vøruna á apotekunum:
Norðoya -, Eysturoyar -, Suðuroyar- og
Tjaldurs apoteki.
•
Ynskir kundin vøruna til dyrnar, ber tað eisini til.
POSTA tekur sær tá av flutninginum í køliboks og
krevur peningin inn fyri hesa tænastu.
•
Talan er um koppingarevni, ið ikki tolir hita.
Tí skal koppingarevni goymast í kuldaskápi (2-8 °C)
til tað verður brúkt.
Vøran er tøk frá mánadegnum 13.september 2010.
Apoteksverk Føroya
Viðvíkjandi koppingarevni fyri garnasótt 2010: