mánadagur 20. september 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 20. september · Nr. 135
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Old Trafford, Manchester
Tvær ferðir um árið hava Liverpool
viðhaldsfólk møguleikan at minn
ast gamlar dagar, tá Liverpool var
omaná móti Manchester United,
men hesa fer fingu Liverpool við
halds fólkini einki at gleðast um, tí
Dimitar Berbatov átók sær sama
leik tlutin, sum Eric Cantona plagdi
at hava.
Undan dystinum
Hálvan annan tíma undan fyrsta
bríkslinum eru gøturnar kring Old
Trafford so smátt við at fyllast. Tað
er grátt í veðrinum og hann hevur
hug at regna íð so nógv. Barrir og
matvøru básar eru góð støð at
kroka, meðan løgreglan heldur
eygað við at alt gongur sum tað
skal. Tó so, har eru fleiri kúllar, sum
hava keypt fleiri atgongumerki til
dystin og selja tey dýrt á svarta
markn aðinum.
150 pund (uml. 1350,) fyri eitt gott
Manchester United atgongumerki
ella eitt atgongumerki, sum loyvir
tær at sita millum Liverpool við
halds fólkini, bjóðar ein 35 til 40 ára
gamal maður við hettutroyggju og
heldur regnskjólinum langt niður
yvir høvdið.
Tey bíligastu liggja um 80 pund
(sum svarar til góðar 700 krónur),
sigur hann víðari og vísir fram
nøkur atgongumerki. Tað er ólógligt
at keypa atgongurmerki uttanfyri
leik vøllin undan dysti, men tað
hendir meiri enn so.
Friðarligt hjá løgregluni
Á øllum síðugøtunum kring Old
Trafford er løgreglan á varhaldi.
Dyst irnir
millum
Manchester
United og Liverpool eru »High
Risk« dystir, og tí er nógv løgregla
úti á gøtuni. Men sunnudagin er
stemn ingurin avslappaður í øk
inum rundan um Old Trafford. Í
regn inum standa tvey løgreglufólk
á var haldi á einum gøtuhorni. Ein
ungur hugtungur maður, og ein ung
væl útborin og brosandi løgreglu
kvinna.
Við boygdum ryggi teskar ungi
løgreglumaðurin okkurt við starvs
felagan, sum klappar honum á
rygg in og tykist siga við hann, at alt
helst fer at laga seg. Akkurát hvat
hann segði er óvist, men hann tókt
ist verða keddur um okkurt. Meira
var ikki brúk fyri løgregluni undan
dystinum.
King Berba
Tað er bara ein kongur í Manchester
United, tað er Eric Cantona, men
Dimitar Berbatov hevur okkut
ser ligt yvir sær, sum ger at hann
minnir nógv um kongin. Hann
hev ur ein serliga útstráling, hevur
altíð tamarhald á tí hann ger, hevur
ein avslappaðan, men onkursvega
elegantan stíl, klókur við bóltinum,
hevur bóltførleika sum fáur og so
hevur hann eginleikan at venda
einum dysti. Málið til 20 eru tað
næstan bara hann og Eric Cantona,
sum kunnu skora uppá ein so ele
gantan hátt.
Tað var fult uppiborið, at Man
chester United vann dystin, men
tað var eisini uppiborið, at tað var
Dimitar Berbatov, ið skoraði av
gerandi málið. Vónirnar hjá Liver
pool at vinna meistaraheitið vóru
smáar í fjør, so fyri at varveita
støð una sum mest vinnandi felagið
í Ong landi setti Liverpool sítt alit á
at Chelsea gjørdust meistarar. Tað
er sama skilið í ár!
trondur@sosialurin.fo
Dimitar Berbatov í heimsflokki
Premier League Fólk skrála, klemmast og fegnast, sum stóð tað um lív. Tríggjar ferðir sendi
metkeypið hjá Sir Alex Ferguson, Dimitar Berbatov, meginpartin av áskoðarunum á Old Trafford
upp í sjeynda himmal. Meðan tað gekk hart fyri seg á vøllinum og á áskoðaraplássunum, so tóku
løgreglumenninir sær av løttum uttanfyri Old Trafford í avslappaða hýrinum undan dystinum.
Hattrick
Berbatov skoraði øll trý málini fyri Manchester United í 3-2 sigrinum á Liverpool
Dystar fakta:
Man United - Liverpool 3-2 (1-0)
Old trafford: 75,213
1-0 Dimitar Berbatov, 42.
2-0 Dimitar Berbatov, 59
2-1 Steven Gerrard, br, 64.
2-2 Steven Gerrard, 70.
3-2 Dimitar Berbatov, 86.
Manchester United vs Liverpool
Ensk meistaraheiti: 18 – 18
Champions League: 3-5
FA Cup: 11-7
Liga Cup: 4-7
Dimitar Ivanov Berbatov
Føddur: 30 jaunar 1981
Aldur: 29
Hædd: 1 88cm
Tjóðskapur: Bulgaria
Landsdystir/mál: 77/48
Felag: Manchester United
Dystir/Mál fyri Manchester United:
69/27
Fyrrverandi feløg: CSKA Sofia,
Bayern Leverkusen og Tottenham
Dimitar Berbatov er dýrasta keypið
hjá Manchester United nakrantíð.
Hann kostaði góðar 300 milliónir
krónur, tá Sir Alex í 2009 keypti
hann frá Tottenham.
Hattrickið hjá Dimitar Berbatov, er tað fyrsta hjá einum
Manchester United leikara ímóti Liverpool í yvir 60 ár.
Seinast ein Manchester United leikari skoraði trý
mál ímóti Liverpool var í 1946. Tað var Stan Person,
ið skoraði tey trý málini fyri Manchester United.
Sir Alex um Berba eftir dystin:
Í fjør fekk Dimitar Berbatov nógvan kritikk frá
fjølmiðlinum, men soleiðis er tá tú keypir ein
leikara fyri nógvar pengar í hesi verðini. Í ár hava
hansara avrik verið góð. Hann var góður undan
kappingarárinum og tað heldur fram. Tað hevur
ongantíð verið nakar ivi um evnini hjá honum.
T-shirt uttanfyri
Old Trafford:
»My greatest
challenge was
knock ing Liverpool
right off their
fucking perch. And
you can print that.«
Sir Alex Ferguson
Man of
the Match:
Dimitar Berbatov, skoraði
hattrick og spældi ein
góðan dyst í álopinum hjá
Manchester United. Eisini
Nani, Paul Scholes og
Ryan Giggs komu væl frá
uppgávuni.
Dagsins mál:
Dimitar Berbatov til 2-0,
tá hann saksaði bóltin í
tvørstongina og inn
– í heimsflokki.