mikudagur 22. september 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Bjarni
Djurholm
stólar
ikki upp á sínar felagar í
samgonguni. Hann heldur
ikki, at teir eru førir fyri at
gjøgnumføra teir reformar,
sum skulu til. Hann sigur,
at skattgjaldarar og serstak
liga vinnan hava tíverri ikki
annað í væntu enn somu
tilgongd, sum vit hava sæð
farnu tíðina rokningar
fyri nýtslu, sum ikki er í
samsvari við framleiðsluna
í landinum.
Her má vend koma í,
heldur hann.
Men tað fíggjarmálaráð
harrin heldur ikki, at ein
samgongufelagi skal siga,
so hann bað hann stutt og
greitt um enn við sitati frá
norska
tjóðarskaldinum
Bjørnstjerne
Bjørnson
halda kjaft.
Men Edmund Joensen
er ikki samdur. Hann held
ur ikki, at ónøgdir samgong
ufelagar skulu halda kjaft.
Tvørturímóti eiga teir at
siga sína hugsan, tá teir ikki
verða tiknir upp á ráð.
Og løgmaður, hann er so
slett ikki samdur.
Veruleikin er, at tað
gongur framá í føroyska bú
skapinum, sigur hann.
Vit halda:
At hetta er føroyskur pol
itikkur í einum nøtuhylki
og disse regeres vi af!
Um at halda kjaft
Við skúlaársbyrjan hevði
Føroya
Studentaskúli
og
HFskeið innleiðsluviku fyri
einum metstórum tali av
nýggjum næmingum. Eini
300 ung luttóku í einari røð
av tiltøkum, sum teir ymisku
fakbólkarnir
fyriskipaðu
bæði í Hoydølum og – sum
nakað nýtt – eisini í Norður
landahúsinum.
Sum eitt av tiltøkunum
skuldi flokkarnir sniðgeva
hvør sína floksTshirt, sum
síðani varð brúkt sum eyð
kennisbúni, tá ið kappingar
fóru fram. Næmingafjøldin
sæst her sum ælabogin har
hvør einstakur dropi er við
til at mynda sín lit, og hvør
litur er við til at gera ta størri
eindina, sum er annað og
meira enn bara regndropar
í sólskini – eitt nýtt ættarlið
á veg.
Í hesum døgum verður síðsta hond
løgd á fíggjarlógaruppskotið fyri
2011. Í grein her í blaðnum fríggja
dagin fanst Bjarni Djurholm, løg
tingsmaður úr Fólkaflokkinum at
sínum samstarvsfeløgum í løgting
inum fyri lítlan vilja at skerja í al
menna húsarhaldinum, og hetta
heldur hann vera greitt signal um,
at lítil politiskur vilji er til at taka
truplar avgerðir, so búskapurin
sleppur at tillaga seg veruleikan.
Løgtingið samtykti fyrr í ár ein
mælt ein nýtslukarm fyri árini
fram til 2015, og semja er eisini um,
at tá skal undirskotið á fíggjarlógini
vera burtur.
Men Bjarni Djurholm heldur ikki,
at politiska skipanin hevur rygg til
at gera neyðugu broytingarnar.
Hann vísir á, at alt ov nógv tingfólk
ganga solo og arbeiða bara fyri sær
sjálvum, at Javnaðarflokkurin púra
opinskáraður fríggjar til Tjóðveldi,
at andstøðan einki alternativ er, tí
tað er ein »forsamling, sum livir í
politiskari pseudotilveru og signal
politikki uttan substans og kann
ikki takast á álvara«.
Hann vísir á, at neyðugt er at pri
oritera at serfrøðin vísir á, at helm
ingurin av landskassahallinum er
av bygnaðarskeivleikum. Men nið
urstøðan hjá Bjarna Djurholm er
heldur døpur at politiska skipanin
als ikki er før fyri at gjøgnumføra
neyðugu reformarnar.
Vit mugu so bara vóna, at løgting
ið ikki fer at langa bremsurnar so
hart í, at alt samfelagið steðgar upp.
Herman Oskarsson, fyrrverandi for
maður í Búskaparráðnum hevur so
mangan víst á, at í slíkum tíðum er
neyðugt, at landskassin átekur sær
tað neyðuga hallið, sum skal til, fyri
at samfelagið skal koyra so nøku
lunda gjøgnum krepputíðir.
Tá ið tíðirnar eru góðar, er tað
náttúrligt at tað almenna hevur
yvirskot á fíggjarlógini, men sam
stundis er tað náttúrligt at hava
undirskot, tá ið tíðirnar gerast
verri, ella útlit eru fyri verri tíðum.
Tað er heilt burturvið at siga, at tað
almenna ongantíð aftur skal hava
undirskot, heldur hann.
Hóast arbeiðsloysið ikki er so
stórt, sum tað onkuntíð hevur verið,
so merkir vinnan, at fólk ikki brúka
pengar, og tað er ein trupulleiki.
Vit ynskja okkum, at fíggjarlógar
uppskotið fer at skapa optimismu,
at vit fáa eina sakliga viðgerð, sum
ikki skal snúgva seg um tunlar ella
druknar í kjaki um sparingar á al
mannaøkinum.
Politikararnir skylda okkum
eina sakliga viðgerð, sum skal elva
til framburð og optimismu.
Tað er nátúrligt at tað
almenna hevur hall í kreppu
Eina sakliga viðgErð, takk
Nýggja ættarliðið í Hoydølum
Mugu
hava ser
tannlækna
Sigrun Wardum
kjak á Síðu 16
Krist
indómur
skal vera
fyri øll?
Sjúrður Skaale
kjak á Síðu 40
Eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sosialurin heldur fram við
at skriva, at Dimmalætting
fór á húsagang. Seinast
í
blaðnum,
sum
kom
mánadagin. Vinarliga rætta
hetta.
Dimmalætting
var
seld nýggjum eigarum uttan
at fara á húsagang. So gevist
vinarliga við at skriva hesi
ósannindi.
Árni Gregersen
stjóri
Dimma ikki á húsagang
Feskastu fyrstu g'ararnir uttan fyri Norðurlandahúsið
Mynd: Martin Sirkovski