Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 20 Sosialurin Hús & heim FORMLAND design Formland er størsta skandinaviska designmessan við brúkslist, gávum, design og øðrum til hús og heim. Messan er tvær ferðir árliga í Herning, seinast í august í ár. Á Formland messuni verður hin víðagitna virðislønin, Formland Design Award, latin fyri besta sniðið. Fýra lutir verða innstillaðir, og vinnarin fær 100.000 krónur, umframt óavmarkaða marknaðarføring í miðlum kring allan heim. Lagt til rættis: Rigmor Dam Vinnarin! Vinnarin av Formland Design Award – Autumn 2010 gjørdist hvíta og stílreina settið, sum er ætlað til at dampkóka og steikja heilsugóðan mat í. Settið hevur greiðan íblástur úr fjarðeystri, har tey í øldir hava dampkókað mat í grýtum við fleiri hæddum. Hvíta kókitornið eitur Steamtower og er frá Menu. salt og pipar greinar Snið og brúkbari ganga upp í eina hægri eind við kvørn-parinum Nuance TREE. Dubultkvørnin, sum er úr keramikki og metalli, lýkur krøvini til reinføri og estetikk, og varð millum lutirnar, ið vórðu innstillaðir til Formland Design Award – Autumn 2010. Litfagrar legdir Dúkurin fær ofta keðiligar legdir, tá hann hevur ligið samanlagdur í dúkarúgvuni eina tíð. Kreativir sniðgevar hjá HAY royndu tí at fáa tað besta burturúr og komu fram til at lita legdirnar, so tað sýnist sum, at litirnir renna út á dúkin. Ein brúkilig og snøgg loysn! Fold-Unfold varð innstillaður til Formland Design Award – Autumn 2010. stílreint frá Menu Settið við skálum, føtum og skeribretti kann setast saman til 18 ymisk skap, alt eftir tørvi og hugflogi. Vøkru skálirnir eru bæði til heitan og kaldan mat. Litir, tilfar og skap hóska væl til modernaða køkin. New Norm Hot & Cold fra Menu varð eisini innstillað til Formland Design Award – Autumn 2010.