Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Tað er nú greitt, at Vágs Býráð noyðist at sleppa ætlanini at byggja nýggjan barnagarð í býnum. Orsøkin er, at Fíggjar mála­ ráðið noktar kommununi at taka lán til endamálið. Tað eru fimm ár síðani, at Vágs Býráð fór miðvíst til verka í eini roynd at byggja nýggjan barnagarð. Men tað hevur verið neyð­ ugt at taka lán til endamálið. Hinvegin er skuldin hjá kommununi so stór, at tað er neyðugt at fáa serligt loyvi frá fíggjarmálaráðnum til at hækka lánið. Hetta er ein spurningur, sum tey hava tingast við Fíggjarmálaráðið um alla tíðina. Ráðið hevur ikki verið serliga vælviljað, tí skuldin hjá kommununi er so stór. Men Vágs Býráð er altíð biðin um at venda aftur. Tað hevur býráðið gjørt Men beint nú er so enda­ ligt svar komið. Og tað var nei! Um trý ella fýra ár Í svarinum, sum varð við­ gjørt á býráðsfundi í Vági mikukvøldið, sigur Fíggjar­ mála ráðið, at serliga nú Vágs Kommuna eisini hevur sett seg í skuld fyri Ellis­ og røktarheimið, eru útlit til, at næsta ár fer skuldin hjá kommunini at vera 40 milliónir og fíggjarliga er tað ikki ráðiligt. Hinvegin vísir ráðið á, at Vágs Býráð hevur lagt stóran dent á at betala skuldina niður og heldur tann gongdin fram, er skuldin komin niður á 35 milliónir í 2012. Fíggjarmálaráðið sigur, at undir røttu fortreytunum, kann tað koma upp á tal, kann loyvi gevast til av­ dráttar skáa í 2012. Tá ið tosað verður um rættar fortreytir, verður hugs að um, at skattainntøkan ikki lækkar, rentan ikki hækk ar og at kommunan ann ars ikki kemur undir eina lógar kravda kloak skipan ella aðrar fíggjar ligar bindingar. Men Fíggjarmálaráðið ger eisini var við, at hugsað verður um teir fíggjarligu fyri munir, ið standast av eini kommunusamanlegging Men undir hesum um­ støð unum kann peningur frí­ gevast, so at barnagarðurin kann byggjast í 2013 og í 2014. Undir hesum umstøðun­ um er Fíggjarmálaráðið sinn­ að at viðgera spurningin av nýggjum – serliga um komm­ unur verða lagdar saman, tí tað hevði broytt fíggjarligu fortreytirnar munandi, stað­ festir ráðið. aki@sosialurin.fo 110 BØRN Barnagarðurin, sum Vágs Býráð ætlaði at byggja, var ein av teim­ um stóru. Tilsamans skuldi pláss vera fyri 110 børn um í vøggustovu, barna garði og frítíðar­ skúla. B a r n a g a r ð u r i n kostar einar 13 milli­ ónir at byggja og hann skuldi verða ein íløga í trivn aðin hjá ung um húsk um í Vági. Men talan er eisini um ein beinleiðis spar­ ing. Men er Fíggjar mála ­ ráðið ikki á rætt ari leið, tá ið skuld in er so stór? – Skuldi hevði verð­ ið stór, men avgjørt yvir komu lig. Støðan er eis ini tann, at tað hevði borið til at spart pengar við at byggja barnagarð. – Harafturat er lán ­ ið til ellis­ og røktar ­ heim ið rentu frítt. Borgarstjórin sig ur, at sum støðan er nú, húsast barna ansingin í Vági tríggjar ymiskar staðir við vøggustovu, barnagarði í ein um, umframt eina dagrøkt og frítíðarskúla og tað hevði verið bíligari hjá okkum at sloppið at bygt ein barnagarð, tí tað hevði spart stórar rakstrar út reiðslur. – Ein samanbering við Sunda Komm unu vísir, at sleppa vit at byggja barna garð, høvdu rakstrar út­ reiðsl ur nar hjá komm­ ununi minkað 800.000 krónur um árið. – Hevði komm un­ an so eisini slopp ið at yvirtikið lán ið hjá ítrótt arráð num, sum er ein sjálvs ognar stovnur, hevði komm unan har­ afturat spart einar 200.000 um árið. Kanna aðrar loysnir Kirstin, Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, ásannar, at tað er eitt bakkast fyri komm­ un una, at Fíggj ar­ mála ráðið nú hevur noktað kommununi at taka lán til ætlaða barnagarðin. Men Býráðið ásann­ ar, at hetta slagið er tapt. Av tí sama sam­ tykti býráðið miku­ kvøldið at avtaka barna garðsnevndina. Hinvegin hevur bý­ ráðið álagt mentanar­ nevndini at kanna, hvussu tað so ber til at bøta um umstøðurnar til barnaansing og tað arbeiðið fer nevndin undir beinanvegin. Vágs Býráð hevur sett 3,2 milliónir av til barnagarðin og ætlaði at sleppa at læna sjey milliónir, men sum tað sæst á hinari greinini, segði Fíggjarmálaráðið nei. Býráðið ásannar, at tilboðið um barna­ ansing er ikki nóg gott og tí leggja tey stóran dent á at bøta um um­ støðurnar og nú fer ment anarnevndin so undir at kanna tað kann lata seg gera. Í brævinum, har Fíggjarmálaráðið noktar Vágs Kommunu at taka lán til barnagarðin, vísir fíggjar málaráðið tvær ferðir til fyrimunirnar við komm unusamanlegging. Ráðið sigur, at tað er til reiðar at viðgerða umsóknina av nýggjum, serliga um umstøðurnar broytast eitt nú við at kommunur leggja saman, tí tað hevði broytt fíggjarligu fortreytirnar mun­ andi. Hetta fall fleiri býráðslimum í Vági fyri bróstið á fundinum mikukvøldið, tí teir uppfataðu hetta sum eitt fjalt lyfti um, at vil Vágs Kommuna saman legging, verður umsóknin um lán til barna garðurin játtað. Ella øvugt varð hetta uppfatað, sum ein fjald hóttan um, at verður ongin samanlegging, verður heldur ongin barnagarður. – Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri ásannar, at soleiðis kann tað uppfatast. Men hon heldur kortini, at slíkar orðingar kunnu nett upp geva baksláttur og at tað tí ikki er vist, at Fíggjar mála ráðið, við slíkum vendingum, hevur gjørt teimum, sum vilja samanlegging, eina tænastu. Býráðslimir í Vági siga, at verða kommunurnar lagdar saman, er tað heldur ongin, sum veit, hvar ein barnagarður í Vági verður raðfestur. Kroystast at leggja saman Vágbingar sleppa ikki at byggja barnagarð NOKTILSI Vágs Býráð noyðist nú at sleppa ætlanini at byggja nýggjan barnagarð Vágs Býráð ásannar nú, at tað verður ongin barnagarður bygdur í Vági tey næstu árini og tí eru tey nú farin at kanna aðrar møguleikar, tí støðan er als ikki nøktandi ONgIN barNagarður Skuldin hevði verð­ ið stór, men yvirkomulig Ein hóttan kann geva baksláttur