Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 46 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge 3. umfar av Carling Cup er hetta vikuskiftið og á White Hart Lane í London, tók Tottenham ímóti grann­ unum úr Arsenal. Bæði liðini lótu fleiri ungar leikarar fáa møguleikan frá byrjan. Tað kom Arsenal nógv best frá í fyrra hálvleiki. Arsenal hevði fult tamarhald á dystinum og hevði bóltin fyri tað mesta. Longu eftir eitt korter legði Henri Lansbury Arsenal á odda. Í seinna hálvleiki skifti Totten­ ham Robbie Keane og Aron Lennon inn og tað hjáplti. Robbie Keane hevði bara verið á vøllinum í fýra minuttir, tá hann javnaði fyri Totten ham. Tað var eisini úrs­ litið eftir 90.min og so var fari til eykatíð. Longu aftaná seks minuttir av eykatíðini, hevði dómarin tvær ferð ir brísklað fyri brotssparkið til Arsenal. Í báðum førum umsetti Samir Nasri til mál. Løtu seinni økti Andrei Arshavin til endaliga úrslitið 4­1. Arsenal hevur seinni árini nýtt Carling Cup til at lata teir ungu sleppa framat. Tað hevur mangan gingið teimum væl og harfrá kemur heitið, »Arsenal kids«. Carling Cup: Tottenham – Arsenal . . .1-4 (eykatíð) Birmingham – MKD . . . . . . . . . 3-1 Brentford – Everton . . . 1-1 (5-4, br) Burnley – Bolton . . . . . . . . . . 1-0 Millwall – Ipswich. . . . . . . . . . 1-2 Peterbrough – Swansea . . . . . . 1-3 Portsmouth – Leichester. . . . . . 1-2 Stoke – Fulham . . . . . . . . . . . 2-0 Sunderland – West Ham . . . . . . 1-2 Wolverhampton – Notts County . 4-2 trondur@sosialurin.fo Arsenal vann á Tottenham Carling-Cup Arsenal vann í kvøld 4-1 á Tottenham í Carling Cup, men hóast støðan ljóðar av nógvum, so mátti eykatíð til, áðrenn Arsenal dreingirnir avgjørdu dystin Uni Holm Johannesen Tað sigur Jógvan Martin Olsen, venj ari hjá Víkingi. Serbiski miðvallarin noyddist av vøllinum við skaða óstbeininum í landskappingardystinum móti HB sunnudagin. Hann meiddi seg í nær dysti við Fróða Benjaminsen. Tað er framvegis ikki endaliga staðfest, hvussu álvarssamur skaðin er, men Jógvan Martin Olsen sigur, at alt bendir á, at Stankovic verður ikki tøkur aftur í ár. Víkingur hevur mist fleiri av stuðulsleikarunum í hesum kapp­ ingar árinum. Súni Olsen hevur sitið uttan fyri við skaða síðan í gott og væl fýra mánaðir, Atli Gregersen skifti til skotska Ross County í summarsteðginum, Hans Jørgen Djurhuus hevur spælt fáar dystir, orsakað av skaða, Andreas Lava Olsen ætlaði sær at hjálpa í summar steðginum, men hann spældi ikki fleiri enn 20 minuttir, tí hann var skaddur – og nú er greitt, at Nenad Stankovic fer ikki at spæla aftur í hesum kappingarárinum. uni@sosialurin.fo Stankovic spælir ikki aftur í ár Fótbóltur Nenad Stankovic verður ikki aftur á fótbóltsvøllinum í hesum kappingarárinum Nenad Stankovic ikki við Víkingi aftur í ár Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Uni Holm Johannesen Tað er ikki víst, at KÍ fær peng­ ar fyri Páll Klettskarð. Kringvarpið boðaði í farna mánaða frá, at KÍ vil hava gott og væl 25.000 krónur frá Víkingi fyri Páll Klettskarð. Lógirnar siga, at føroysk feløg hava rætt at krevja pengar fyri leikarar, sum eru upp vaksn ir í felagnum og eru undir 21 ár. KÍ vil gera sær dælt av hes um og krevur pengar frá Víkingi, sum Klettskarð um­ boðar í løtuni. – Tað er lítið at frætta í málinum. Vit vita satt at siga ikki, hvør avgerðin verður. Tað er orsakað av, at KÍ flutti niður, og hann hevur spælt í Danmark. Málið er til við gerar hjá FSF, og vit bíða eftir avgerð­ ini, sigur Tummas Lervig, for­ maður í KÍ. Lítið at frætta um Klettskarð Fótbóltur Tað er framvegis ikki greitt, um KÍ fær pengarnar fyri Páll Klettskarð, sum klaksvíkingar krevja Helgi L. Petersen, fótbólts við­ merkjari, vísti í farnu viku á, at Símin Hansen stendur einki aftan fyri fleiri av føroysku landsliðsleikarunum. Brian Kerr, landsliðsvenjari, sigur við Sosialin, at hann veit væl, at sandoyingurin hevur staðið seg sera væl í hesum kapp ingarárinum. – Eg veit, at hann hevur verið eyðsýndur í fleiri dyst­ um. Landsliðshópurin verður úttikin skjótt, og eg vísi ikki aftur, at Símin Hansen verð­ ur í hópinum. Eg hugsi um hann sum ein møguleika til landsliðshópin, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari. uni@sosialurin.fo Brian Kerr: Hansen stendur seg væl