Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137 24 Sosialurin Kirkjugarður á Svínaryggi Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo G erhardt Sigvard Vilhelm­ sen var føddur 22. apríl 1850 í Havn. Foreldrini hjá honum vóru Niclas Vilhelm Rasmussen (1817­1865) og Maren Malena Joensdatter (1819­1899), bæði úr Havn. Gerhardt giftist tann 22. 11. 1877 við Onnu Sofíu Sol­ munde f. 8.2. 1851 í Søldafirði. Hon var ættað úr Byrginum, og foreldrini vóru Cathrina Petersdatter f. 1815 av Nesi og Søren Johannesen (1860­1866). Anna Sofía átti tvey systkin í Havn. Peter Hans Sørensen var giftur við Charlottu hjá Andreas Andreassen, skraddaranum í Dali, og Petra var gift við Jógvan Rubeksen. Bæði eru umrødd í hesi røð. Gerhard og Anna Sofía áttu trý børn. Tey vóru: Vilhelm Jacob f. 1878. Hann var giftur við Elsebeth Catrhrinu Malenu Poulsen f. 1874, ættað av Eiði. Søren Sofus f. 1880, giftur við Jacobinu Magdalenu Sofíu Vilhelmsen f. 1876, úr Havn Maren Cathrina f. 1886, gift við Christian Michael Dal Christiansen úr Havn. Umhvørvið har Gerhard búði M.S. Viðstein hevur havt nógvar hugtakandi lýsing­ ar av gomlu Havnini. Hann greiðir soleiðis frá umhvørvi­ num undir Ryggi, har Gerhardt búði: Vit sneiða oman gøtuna undir Ryggi, har ið húsini hjá Onnu í Borgharrahúsi standa so høg og prúð, soleiðis sum hon hevur latið vaksa um tey ta tíðina, ið hon hevði eitt friðarligt gistingarhús. Og so eru húsini hjá Kristiani Christiansen, træsmiði, og Mariu undir Ryggi og hjá Wensel Debes dreyara, hvørju sínu megin. Meðan húsini hjá Wensel Debes enn hava sítt gamla snið, so eru húsini hjá Kristiani umbygd og sýna nú nógv meira, enn tey upprunaliga gjørdu. Næst hesum seinastu húsum stóðu húsini hjá Gerhardt Vilhelmsen. Tað eru nógv ár síðani Gerhardt flutti niðan á trøðna uppi undir Varða, men húsini stóðu leingi eftir tað. Viðhvørt vóru tey útleigað, men tey »doyðu« sum íshús, áðrenn tey vórðu niðurtikin. Í miðjuni í sjálvum túni­ num millum (gomlu) Dimma­ lætting, dreyarahúsini og Gerhards hús var áður ein stórur vatnbrunnur. Hetta man hava verið ein kelda, ið teir gomlu havnarmenninir høvdu hjálpt uppá, so at hin eystari parturin av býnum, ið hevði longri veg í ánna, kundi fáa høgligari vatn. Bjargingin í 1880 Lívið hjá Gerhardi man hava verið sum hjá teimum flestu havnarmonnum tá í tíðini. Men eitt sindur man hava vikið frá, tí í 1927 er hesin stubbi at síggja í Dimmalætting: »Som omtalt her i Bladet har et kendt og agtet Ægtepar her fra Byen Gerhardt Vilhelmsen og Hustru for kort Tid siden fejret deres Guldbryllup, og vi bringer ovenfor et Billede af Guld­ brudeparret. Guldbruden er 76 Aar og Guldbrudgommen 77 Aar Gammel. Gerhardt Vilhelmsen har været en ualmindelig rask og dygtig Sømand, og han har faaet Redningsmedalje af den engelske Regering som Belønning for følgende modige Redningsdaad, der be­ skrives saaledes i Dimmalætt­ ing for den 20. Marts 1880. Bjerget Skibsmandskab Den 26. forrige Maaned ind­ kom til Jomfruland Skonnert »Johanne,« Kapt. J.B. Jensen, af og fra Færøerne bestemt til Kragerø og melder, at han den 22de paa 59,46 nordlig Bredde og 2,21 østlig Længde opdagede et Vrag hvorpaa Mandskabet fandtes. De for­ nødne Forberedelser til at faa Folkene bjærget gjordes, og efter uhyre Anstrengelser og Livsfare i det voldsomme Hav, lykkedes det ved hjælp af »Johanne«s Storbaad, som sluttelig splintredes i to Dele, at faa saavel det forliste Mandskab som en del af sammes Tøj bjerget. Det for­ ulykkede Fartøj meddeles at være Hummersmacken »Leith« af Salcombs (Grims­ by,) bestemt til Norge. Mandskabet bestod af Skipperen B. Pepperelle, Styrmand I. Tories, samt tre Nordmænd hjemmehørende i Svinøer. Forliset skete den 17de i f.M derved, at en Braadsø borttog Mast, Baad, samt for Resten fejede Dækket aldeles, og desværre gik Rederen, der denne Rejse tilfældigvis var med, ogsaa over Bord og omkom. Den 22de blev det bjærg­ ede Mandskab optaget af Skonnerten »Johanne,« og de havde saaledes i 5 Dage opholdt sig paa Vraget. Den 25de blev de efter Om­ stændighederne velbeholdne ilandsat ved Svinøer. I Dimmalætting for den 3.juli 1880 skrives: Belønning for ædel Daad. For under 22de d.Aa i Nordsøen med Livsfare at have reddet Mandskabet fra Vraget af »Leith« af Salcombs har den engelske Regering tilstaaet Kaptajn Jensen paa Skonnerten “Johanne” en Kikkert (Binocularglass) og Styrmand Hansen samt Matroserne Jacob Heinesen og Gerhardt Vilhelmsen en Sølvmedaille. Paa Meddaillen er ind­ gravet »For Gallantri and humanity.« »Johanne« mann hava verið eitt skip hjá Restorff. Bjargaði smádreingi Gerhard kom enn eina ferð út fyri at bjarga mannalívi. Í Føringatíðindi 20. september 1900 stendur: Ein drongur mundi doyð nú ein dagin úti í Vágsbotni. Hann datt á sjógvin og lá har inn til hann sakk. Arbeiðs­ maðurin Gerhardt Vilhelm­ sen sprakk út eftir honum, og fekk hann uppá, hálvdeyðan, boð mátti sendast eftir doktara. Nú sýnist hann at vera undansloppin. Virknir synir Tað sum annars kann stað­ festast er, at synirnir hava verið rættiliga virknir á ymiskum samfelagsøkjum. Jacob, ella sum hann var kallaður Jakku hjá Gerhardi, var við til at stovna Havnar Arbeiðsmannafelag í 1916. Hann var eisini við í fyrstu nevndini, og hann var í fleiri ár nevndarlimur. Tað er ikki ringt at gita sær til, at uppbygging av einum fakfelagi fyri nærum 100 árum síðani hevur kravt sín mann. Seinni kemur beiggin Søren eisini í nevndina, so hesin áhugin má vera lagdur í teir av pápanum. Jakku var eisini virkin í Havnar Avhaldsfelag. Eitt dømi um hetta hansara virk­ semi er, at í 1925 verður eitt bræv sent tinginum »Om Førere og Motorpassere i Passagerbaade« undirskrivað av C.C. Danielsen, Símun av Skarði og Jacob Vilhelmsen vegna Thorshavns Totalaf­ holdforening. Her verður heitt á tingið um »at seta slíkar lóg­ reglur fyri fólkaflutning við motorbátum, at ein og hvør skal kunna ferðast við teimum uttan at tola tann óhugna, sum drykkiskapur innanborðs á flutningsfari hevur við sær og uttan at vænta sær at koma í vanda av tí, at bátaførarar og maskin­ meistarar eru druknir.« Tingið tók málið upp, og amtmaðurin vísti á tær reglur sum vóru galdandi á økinum. Søren og konan Jacobina vóru limir í losjuni í Havn, so fráhaldsakin hevur verið í ættini. Gerhardt Vilhelmsen: Fekk heiðursmerki fyri bjargingaravrik í 1880 Tað hava nógvar vanlukkur verið á sjónum, men tað hava eisini verið mong bjargingaravrik. Eitt av hesum, framt í 1880, er minni um í gamla kirkjugarði í Havn Gullbrúðarmyndin í Dimmalætting í 1927 ANNA SOPHIE VILHELMSEN F. SØRENSEN F. 8. FEBRUAR 1851 D. 9. APRIL 1928 GERHARDT SIGVERT VILHEMSEN F. 22. APRIL 1850 D. 27. APRIL 1933 HVIL I FRED Í komandi parti verður greitt frá foreldrunum hjá H.N. Jacobsen bókhandlara, Siggu og Jákup Niclassen Jakku hjá Gerhard Sørin hjá Gerhard