Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. september · Nr. 138 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Nú er kalla klárt at fara undir arbeiðið at gera ein 50 metra svimjhyl í Vági. Tað er ein tíð síðani, at hug skotið varð nevnt fyrstu ferð. Tað var eftir frálíka úr­ slitið hjá Pál Joensen í EM fyri junior­svimjarar í Beograd á hásumri í 2008, at møguleikin at gera ein 50 metra hyl í Vági, varð reistur fyrstu ferð av álvara. Síðani hevur spurningurin verið reistur við jøvnum millumbilum og ikki minst tók hann seg upp aftur eftir seinasta bragdið hjá Pál Joen sen í summar, har hann vann silvur í 1500 metra frísvimjing í EM í Budapest. Tað bragdið vakti ans um allan heimin, serliga tí, at Pál hevur so vánaligar umstøður at venja og tað birti av álvara nýtt lív í kjakið um ein 50 metra hyl. Vansin við at vit ong­ an 50 metra hyl hava í Før­ oy um, hevur enntá ført til spekulatiónir um, at Pál Joen sen, og aðrir evnaríkir svimj arar, fara at verða noydd ir at flyta uttanlands fyri at fáa nøtandi umstøður at venja. Av tí sama setti frálíka úrslitið hjá svimjaranum úr Vági í kappingini í Budapest, av álvara ferð aftur á arbeiðið at virka fyri einum 50 metra hyli. Í hesum kjakinum hevur eisini dúgliga verðið tosað um, hvar í landinum ein slík­ ur hylur skal vera og í hes um sambandi hevur eisini verið róð framundir, at sjálvandi skal hann vera í Havn. Men vágbingar hava í stillum arbeitt víðari við ætlanini og uttan at nakar hevur varnast tað eru teir nú komnir so mikið langt, at tað er mestsum klárt at fara undir arbeiðið. Grøn høll Uppunaliga varð mest hugsað um ein venjingarhyl, har ein tunnil við nøkrum fáum geir­ um skuldi spreingjast inn í fjallið við el­verkið hjá SEV inni á Oyrunum í Vági. Ætlanin varð so, at tað heita vatnið frá SEVverk­ in um, skulu brúkast at hita hylin við. Men síðani er tann ætl­ anin slept og ístaðin fyri er ætlanin nú at gera munandi meiri burtur úr og at byggja eina rættiliga svimjihøll við øllum, sum hartil hoyrir. Ætlanin er komin so mikið áleiðis, at nýggja svimjihøllin í Vági hevur longu fingið heimasíðu og hon sæst á www.svimjihollin.com Har stendur, at ætlanin fevn ir um eina høll við 50 metra hyli, har allir hent­ leikar verða. Talan verður um eina multi høll, sum umframt at verða ein altjóða elitudepil til svimjing, eisini skal verða ein vælverudepil fyri alt landið. Svimjihøllin í Vági fer eisini at taka atlit til um­ hvørv ið, tí talan verður um eina grøna høll. Tað verður nevniliga av­ lops hitin frá elverkinum hjá SEV í Vági, sum skal brúk­ ast til at hita upp vatnið í 50 metra hylinum og í svimji­ høllini annars. Men umframt at verða orkusparandi, verður dentur eisini lagdur á, at tað skal verða so lítið klor í vatninum í hylinum, sum gjørligt. ­ Vanliga er nógv klor í vatninum í einum svimjihyli og sostatt eisini luftin í høll­ ini og tað hava nógv fólk ampa av. Men í nýggja svimjihylinu í Vági verður vatnið reins að við serligum vatn reinsi an­ leggi, sum ger, at klorið í svimihylum kann minkast upp til 80 %. – Hetta ger, at tað verður bæði frískligari og sunnari fyri fólk at svimja, og ikki minst er tað betri fyri um­ hvørvið. 12 milliónir Vit hava tosað við ein av lim­ unum í verkætlanar bólk­ in um, Jón Bjarnason, men hann hevur onga viðmerking beint nú, tí hann sigur, at tað er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt enn. Men aðrar keldur í svimji­ umhvørvinum upplýsa fyri Sosialinum, at høllin kostar einar 12 milliónir krónur til­ samans, tá ið alt er liðugt og at fíggingin er fingin til vega, ella er í øllum førum heilt tætt við at vera fingin til vega. Annars hevur vanliga fatanin verið, at ein slík høll við 50 metra hyli, kostar eina ræðandi upphædd, men so er ikki. Ætlanin er at gera høllina í tveimum byggistigum, har fyrsta byggistigið umfatar ein venjingarhyl upp á 50 metrar. Hann verður ikki lagdur við flisum, men við segldúki fyri at gera tað bíligari. Ætlanin er komin so mikið áleiðis, at fyrireikararnir hava sett nøsina upp eftir, at tann parturin av verkætlanini skal vera liðugur longu í februar og hetta fyrsta byggistigið kostar ein lítlan part av teim­ um 12 milliónunum. En tá ið tað er liðugt, verða venjingarumstøðurnar hjá Pál Joensen og øðrum elitu­ svimjarum á altjóða støði. Tá síðani verður farið und ir annað byggistig, sum um fatar ein ordiligan hyl, umframt vælveru­hentleikar av ymsum slagi. Men hesar upplýsingarnar vil Jón Bjarnason ikki vátta. aki@sosialurin.fo Klárt at fara undir 50 metra svimjihyl í Vági 50-METRA SVIMJIHYLUR Longu í februar mánað er ætlanin, at okkara fremstu svimjarar skulu fáa ein 50 metra hyl at venja í Fyrireikarar og ráðgevarar Í samband við arbeiðið at fyrireika og tekna verkætlanina um 50 metra svimjhyl í Vági, hava hesir staðið á odda. Verkætlanarbólkurin Jón Bjarnason Dennis Holm John Henrik Holm Andrias Jacobsen Heri Mortensen Tekningar og annað Andrias Jacobsen, byggifrøðingur Mayfinn Norðoy, arkitektur (Kontrast) Tom Silvurdal, verkfrøðingur Hiti og vatnteknikkur Martin E. Leo og SEV Aðrir ráðgevar Vágs Timburhandil INNTAKT Elementvirkið Løve Betong Arni Carlsen ALTJóðA SVIMJIHYLUR Nú verður farið undir at byggja svimjihøll í Vági. Fremst á myndini sæst svimjihøllin og aftanfyri sæst elverkið, sum skal levera hita til høllina. Henda eftirgjørda myndin visir, hvussu høllin fer at síggja út. Høll er fremst í myndini og el-verkið aftanfyri Her er ein tekning av svimjihøllini, sum skal vera svimjihylur og vælverudepil fyri alt landið Nýggja høllin í Vági verður venjingar depil fyri elitusvimjarar og vælverudepil fyri allar føroyingar