Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. september · Nr. 138 6 Sosialurin Leo Poulsen Tað var eingin stjóri at fáa eyga á til tíðindafundin hjá Eik Banka í morgun. Minni gjørdist undranin ikki, tá Odd Bjellvåg einki svar hevði til, hví nýggi stjórin ikki var til staðar. Hetta vísti seg kortini at vera in kiksari hjá Odd Bjellvåg, sum hevði yvirhoyrt spurningin. Bogi Bendtsen er nevniliga staddur í Danmark í ar­ beiðsørindum, og kundi av teirri orsøk ikki vera við á tíðindafundinum. Eik Banki sigur, at aftrat sær hevur Bogi Bendtsen ein leiðslubólk við Finn Danberg, undirstjóra og fíggjarleiðara, og Øssur Skeel Nolsøe, økisleiðara fyri Eikdeildirnar í Suður­ streym. Leo Poulsen – Hendan støðan er komin heilt óvart á. Tað staðfesti nýggi nevnd­ arformaðurin í Eik Banka, Odd Bjellvåg. Seinastu vikurnar hev­ ur fíggjareftirlitið gjøg­ num gingið fíggjarstøðuna í bank an um, og úrslitið er, at bankin verður kravdur eftir nógv fleiri avsetingum, enn gjørdar eru í roknskapinum. – Vit vita ikki endaligu tøl­ ini enn, og tí ber heldur ikki til at siga, hvussu nógvan pening bankanum tørvar fyri at lúka treytirnar hjá fíggjareftirlitinum, sigur Odd Bjellvåg. Nýggi nevndarformaðurin leggur stóran dent á, at teir báðir stjórarnir, Marner Ja­ cob sen og Bjarni Olsen, ikki eru sagdir úr starvi, men eru farnir eftir egnum ynski. – Vit hava tingað okkum fram til eina avtalu við stjór­ ar nar, men eg fari ikki at nevna nøkur tøl, tí her er talan um privat viðurskifti, sigur Odd Bjellvåg. Hann leggur tó aftrat, at hetta er ikki meiri privat enn so, at tølini fara at ganga aftur í ársroknskapinum. Tað gevur onga meining at gita um tølini, men við útgangsstøði í árslønini og teirri upphædd, ið stjórin í Norðoya Sparikassa fekk í fráfaringarviðbót má gang­ ast út frá, at eisini Marn er Jacobsen og Bjarni Olsen hava fingið eitt gylt lógva­ tak. – Teir hava fingið eina upp hædd, sum nevndin metti nøktandi, staðfesti Odd Bjell våg. Við í skjáttuni til tíð inda­ fundin hevði nýggi nevnd ar­ formaðurin eina tilsøgn frá TF Holding upp á 400 milli­ ónir í nýggjum innskoti, tó við ávísum treytum. – Hetta hevur alt at siga hjá okkum, og hetta ger, at vit hava sera góðar vónir um at reisa tann pening, ið verður neyðugur, sigur Odd Bjellvåg, nýggjur nevndarformaður í Eik Banka. Eyðun Klakstein Fíggjareftirlitið hevur framskundað eitt eftirlit av Eik Banka og Eik Bank Danmark, og avleiðingin av hesum eftirliti er, at Fíggjareftlitið fer at krevja størri niðurskrivingar og økt solvenskrav frá Eik bankunum. Í eini fráboðan frá Eik Banka í morgun verður sagt, at enn er ikki greitt, hvussu stórt hetta krav verður, men at talan kann verða um eina munandi upphædd. Roknað verður við, at kravið verður greitt í kvøld ella í morgin, og at bankin so fær eina freist til fáa nýggja kapitalin til vega, so samtakið kann bjargast. – Vit vita ikki enn, hvussu stórt kravið verður, men vit rokna ikki við, at tað verður nakar trupulleiki at skaffa pengarnar, sum skulu til, sigur Odd Bjellvåg, sum er nýggjur nevndarformaður í Eik Banka. TF Holding sigur seg vera sinn­ að at seta 400 milliónir krónur í Eik Banka, men tað er undir ávís­ um treytum – millum annað at Eik Banki ikki heldur fram við virkseminum í Danmark. Eisini hevur Eik Banki biðið landsstýrið um at verða við til at endurreisa bankan. Jóannes Eides gaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði fyrrapartin, at hann hevur ongar viðmerking til málið í morgun. Eik Banki sigur, at pengarnir, sum fólk hava standandi í Eik Banka, eru tryggir, tí teir eru umfataðir av óavmarkaðari statstrygd. Rembingarnar í Eik hava við sær, at leiðslan er farin frá. Báðir stjórarnir, Marner Jacobsen og Bjarn Olsen, eru farnir heim, og Bogi Bendtsen er settur sum nýggjur stjóri. Nevndarformaðurin. Frithleif Olsen, er farin frá og er nú vanligur nevndarlimur. Fyrrverandi næst­ formaðurin, Odd Bjellvåg, er nýggjur nevndarformaður, og sam­ stundis er Tórmund A. Joensen blivin næstformaður. eydun@sosialurin.fo Eik Banki má bjargast Eik Banki er í brennideplinum. Leiðslan í bankanum er farin frá, kursurin er rapaður niður, og Eik Banki skal bjargast við nýggjum kapitali. Stjórarnir fáa gylt lógvatak Lat meg undirstrika, at stjórarnir ikki eru koyrdir, men eru farnir frá eftir egnum ynski og eisini eftir nevndarinar ynski. Annars havi eg ongar viðmerkingar til fráfaringarviðbót, sigur Odd Bjellvåg, nýggjur nevndarformaður Gunnar í Liða og Odd Bjellvåg á tíðindafundi í Eik Banka í morgun Mynd: Jens Kristian Vang Bogi burturstaddur Bogi Bendtsen, nýggjur stjóri í Eik Banka