Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. september · Nr. 138 38 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Eldradagur við ellisakførum Í sambandi við altjóða eldra­ dagin, sum er 1. oktober, verður ein framsýning av ellisakførum í niðaraparti av Tórsgøtu frá kl. 13.00 til kl. 16.30 tann dagin. Tað er Eldraráðið í Tórshavnar kommunu, sum skipar fyri eldradegnum undir heitinum ”Virkin og vakin”. Tórsgøta verður stongd fyri allari ferðslu frá handlinum P/F Maria Poulsen og oman í Vágsbotn, har limir í áhuga­ felagnum Føroya Ellisakfør sýna fram bilar og motorsúkklur. Eldradagurin byrjar kl. 10 um morgunin , tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur dagin, og Mortan Rasmussen, formaður í eldraráðnum hevur orðið. Annars verða onnur tiltøk og framførslur á Tjóðpalli Føroya, á Gamla Reinsaríi og í Perluni, umframt at matiné verður í Dómkirkjuni. Meira upplýsingar eru á heimasíðuni www. torshavn.fo Mortan Rasmussen, formaður í eldra­ ráðnum í Havn, við einum Ford A frá 1930 hjá Eiriki Lindenskov Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin 30. september er samrøða við Kristian Krapper, stjóra hjá Toyota Danmark, sum saman við japanska stjóranum í Toyota Nordic vitjaði hjá Reyni Service. Í sambandi við altjóða eldradagin, sum er 1. oktober, er samrøða við Mortan Rasmussen, formann í eldraráðnum í Havn, um eina framsýning av ellisakførum í Tórsgøtu. Mánadagin 20. september 2010 kom Harley Davidson súkkla nummar 100 í land í Havn. Í hesum sambandi er samrøða við Ova Ritter frá Harley Davidson í Føroyum. Hósdagin 30. september kl. 17.10 Kristian Krapper Ove Ritter Toyota toppfundur Í síðstu viku hevði Reyni Service vitan av danska stjóranum fyri Toyota í Dan­ mark og japanska stjóranum hjá Toyota í Norðurlondum umframt tveimum øðrum leiðarum hjá Toyota í Dan­ mark. Kristian Krapper, stjóri hjá Toyota Danmark sigur í samrøðu í Bilradio á Rás2 at fasilitetirnir og tænastan hjá Reyni Service er á sera høg­ um støði og er fult á hædd við aðrar Toyota bilasølur í Danmark og í Evropa. Kristian Krapper, stjóri hjá Toyota Danmark, og Ichiro Ogiso presidentur hjá Toyota Nordic Frá vitjanini f.v.: Sámal av Reyni frá Reyni Service, Ichiro Ogiso presidentur hjá Toyota Nordic, John B. Hansen frá Toyota Danmark, Eivind og Sigrun av Reyni frá Reyni Service, Kristian Krapper stjóri hjá Toyota Danmark, Jørgen Eg Andersen frá Toyota Danmark og Árni Rasmussen stjóri hjá Auto Service Mortan Rasmussen