Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Skulu ferðafólk, sum fara til Mykinesar, betala eitt serligt avgjald fyri at sleppa íland í oynni. Tað er spurningurin, sum kommunustýrið í Sørvági nú er farið at kanna. Tað er bygdaráðslimurin, Thordis Skaalum, sum hevur lagt tað óvanliga uppskot fyri Bygdaráðið, at ferðafólk til Mykinesar skulu betala eitt serligt avgjald fyri at sleppa íland. Peningurin, sum kemur inn í við hesum serliga ferða­ gjaldinum skal so brúkast til ábøtur og umvælingar í Mykinesi. Nú hevur so ein meirluti av bygaráðnum samtykt at kanna um tað ber til. Thordis Skaalum sigur, at tað er ein ørgrynna av ferðafólki í Mykinesi. Hinvegin er eitt lítið oyggja samfelag sum Myki­ nes, rættiliga viðbrekið og tí er neyðugt alla tíðina at hava neyðugar ábøtur fyri eyga. Harafturat vísir hon á, at tað er neyðugt at hava lendingina so trygga, sum gjør ligt og hon hugsar eisini um at gera gyrðingar fram­ við eggini fyri at økja um tryggleikan. – Tað vera trygt at koma í land og fara umborð á bátin og tað má vera trygt at ganga í oynni. Tað eru slík endamál, hon hugsar sær, at tað serliga ferðagjaldið á ferðafólk í Mykinesi skal brúkast til. Lágt gjald Hon sigur, at hon hugsar sær ikki, at ferðagjaldið skal vera so stórt, at tað upp á nakran máta avmarkar ferðafólkatalið í Mykinesi, tí tað er ikki ætlanin. – Mykines er ein, sum øll, ið vilja, eiga at fáa lut í. Hon veit heldur ikki, hvussu tað skal krevjast inn, men ein máti kundi verið at lagt tað oman á ferða seðl­ arnar. Nú eru ábøtur í Mykinesi og ábøtur á lendingina í oynni kommununalar upp­ gávur. Er hetta ikki bara ein eykaskattur so at kommunan sleppur undan síni ábyrgd? – Nei, tað er tað ikki, sigur Thordis Skaalum. Men hon ásannar, at nú Bøur og Mykines eru komin upp á Sørvágs Kommunu, førir tað eyka útreiðslur við sær fyri kommunurnar Hinvegin heldur hon eis­ ini, at tað er ikki rætt, at kommunan skal hava allar útreiðslurnar av, at so nógv ferðafólk eru í Mykinesi. Og so heldur hon eisini, at viðhvørt er neyðugt at hugsa eitt sindur øðrvísi. aki@sosialurin.fo Vil krevja eykagjald frá ferðafólki til Mykinesar AVGJALD Bygdaráðið í Sørvági kannar nú møguleikan fyri at leggja eitt serligt gjald á ferðafólk til Mykinesar Hilmar Høgenni í kommunala eftirlitinum í Innlendismálaráðnum, heldur, at tað er rættiliga serstakt, at Sørvágs Kommuna nú umhugsar at leggja eykagjald á ferðafólk í Mykinesi. Men hann dugir ikki at siga upp á standandi fót, hvørja heimild kommunan hevur til at krevja eitt serligt ferðafólkagjald og hvørja heimild tey ætla at brúka fyri at eitt slíkt gjald skal vera lógligt. Men hann staðfestir, at kommunan skal hava eina greiða heimild til tað. Hann sigur, at tað kann vera munur á um ætlanin er at taka eitt ítøkiligt gjald frá ferðafólki, sum so afturfyri fáa eina ítøkiliga tænastu afturfyri ella um endamálið við gjaldinum er meiri flótandi, so at tað líkist meiri einum eyka skatti. NEYÐUGT AT HAVA GREIÐA HEIMILD Ferðafólk í Mykinesi Hendan talvan vísir, hvussu ferðafólkaflutningurin hevur verið til Mykinesar seinastu fýra árini. Sum tað sæst, er talið rættiliga støðugt. Tó brýtur 2008 týðiliga frá, men havast skal í huga, at hetta árið var útoyggjastevna í Mykinesi og tað er ein høvuðsorsøk til, at ferðafólkatalið leypir upp í loft hett árið 2006 2007 2008 2009 Tyrlan 1.472 1.474 1.477 1.554 Ferjan 4.722 5.678 10.160 5.631 Tilsamans 6.194 7.152 11.637 7.185 FERÐAGJALD Nú umhugsar bygdaráðið í Sørvági at krevja eitt serliga avgjald frá ferðafólki, sum ætlar sær til Mykinesar og tað skal brúkast til ábøtur og til at bøta um trygdina. Hetta er ikki ein eykaskattur Gjaldið skal vera lágt Viðhvørt er neyðugt at hugsa nýtt