Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 6 Sosialurin Áki Bertholdsen – Tað slepst ikki undan eini upprudding í Eik. Men Eik fer ikki at leggja samfelagið lami, sama hvat kreppan í bankanum endar við. Tað eru tveir búskapar­ frøðingar, vit hava tosa við, samdir um. Búskaparfrøðingarnir, Her mann Oskarsson og Jó­ annes Jacobsen, siga báðir, at felagið, Finsansiel Stabilitet tryggjar, at støðan í Eik end­ ar ikki við einum stórum skrædli. – Hetta verður ikki 1992 umaftur, staðfestir Jóannes Jacobsen. Teir staðfesta báðir, at í 1992 var tað ein samfelagslig kreppa, sum dróg bankarnar niður við sær. Men í dag hava vit eitt sterkt samfelag. – Harafturat hava vit Finan siel Stabilitet sum nettup eru skipað fyri at tryggja, at skaðin verður av markaður, tá ið ein banki gevur skarvin yvir, soleiðis sum Eik nú hevur gjørt. ­ Sostatt kann Eik, fyri so vítt, ikki fara á heysin! Órógva sum minst Stóri skelkurin, tá ið ein banki fer á húsagang, er, at øll lán verða kravd inn aftur í einum. Men Finansiel Stabilitet tryggjar, at tað fer ikki at henda í Eik, tí endamálið við teirri skipanini, er nettupp, at vanliga viðskiftafólkið skal órógvast sum minst, tá ið ein banki kemur í óføri. Tað hava vit sæð nógv dømi um við donskum bank­ um, sum eru komnir í fíggjar­ ligt óføri. Hvørki Jóannes Jacobsen ella Hermann Oskarsson vilja siga nakað um, antin teir halda, at føroyski skatt­ gjaldarin skal seta pening í EIK. Tað er ein spurningur, sum samgongan viðgerð í løtuni, men teir siga, at teir vita ikki nóg nógv um støðuna í Eik til at teir kunnu siga nakað um tað. Eik heldur fram Men teir eru báðir samdir um, at virksemið hjá Eik fer at halda fram, antin so ella so. Eydnast tað ikki Eik at reisa pengarnar og setir lands stýrið onki í bankan, verður tað Finansiel Stabili­ tet, sum tekur yvir. Ein annar búskapar frøð­ ingur, sum vil vera ónevndur, sigur, at skorið út í papp, eru tveir kostir í at velja. – Onnur loysnin er, at Eik verður bjargaður við peng um úr landskassanum og so verður tað føroyski skattgjaldarin, sum fær rokn ingina. ­ Hin loysnin er, at Eik verður bjargaður ígjøgnum Finansiel Stabilitet og so verður tað alt tað danska bankakervið, sum fær rokn­ ingina. Men semja er eisini um, at undir øllum umstøðum verður Eik seldur aftur, kanska í smærri bitum. – Bankin verður seldur aftur og um stutta tíð er støðan aftur greið, leggur hann afturat. Men hvørjir keypararnir vera, ber ikki til at siga nakað um Upprudding Men teir eru allir tríggir samdir um, at sama hvør loysnin á Eik­kreppuni verð­ ur, fara broytingar at enda. – Tað slepst ikki undan eini upprudding í lánunum hjá Eik, tí tað er nettupp vánalig lán, sum eru høvuðsorsøkin til kreppuna. – Tann, sum fer at seta pening í Eik fer at krevja, at øll lán verða eftirkannað og tá kann tað sjálvandi henda, at nøkur viðskiftafólk sita eftir við svartiperi og verða kravd eftir at betala lánið aftur. – Men tað fer ikki at leggja samfelagið lamið, soleiðis sum summi stúra fyri, leggja teir afturat. Hinvegin sigur ein bú­ skap ar frøðingur, at verður tað Finan siel Stabilitet, sum bjargar Eik, verður tað sjálvandi ikki føroyingar, sum fær ávirkan á, hvørjir lántakarar sita eftir við Svartaperi og ikki fáa síni lán longd. – Tá verður tað Finansiel Stabilitet, ella tann, sum aftur keypir virksemið frá teimum, sum gera av, um Fiskavirking er nóg burðardygg til at fáa lánini longd ella um tað verður koyrt á heysin ­ fyri at nevna eitt dømi. Hinvegin kann so leggj­ ast afturat, at ongin fer at fáa áhugað í at koyra við­ skiftafólk, sum klára sínar skyldur, á heysin. Hinvegin verður eisini staðfest, at verður tað Finan­ siel Stabilitet, sum tekur yvir, verða partabrøvini í Eik skrivað niður í null og verða sostatt onki verd. aki@sosialurin.fo – Tá ið vit hava ta áskoðan, at ein virkin kapping er til gagns fyri brúkaran, má tað øvugta eisini vera galdandi, nevniliga, at manglandi kapp ing er skaðilig fyri brúk aran. Terji Sigurðsson á Kapp­ ingarráðnum heldur, at tað neyvan heppið fyri við­ skifta fólkið, skuldi tað hent, at BankNordik verður ein­ asti stóri banki í Føroyum. Men júst tað er als ikki óhugsandi, skuldi tað hent, at Eik fer undir Finansiel Stabilitet og verður liðaður sundir og seldur aftur í bitum. Hinvegin sigur hann, at vit hava reglar fyri sam­ anleggingareftirlit. Tað merkir, at tá ið fyritøkur av eini ávísari stødd leggja saman, kann samanleggingareftirlitið nokta at góðkenna sam an­ leggingini, um mett verð ur, at hon fær óhepn ar avleið­ ingar fyri kappingarstøðuna á marknaðinum. Men tað er í øllum førum ikki til gagnligt fyri føroyska samfelagið, skuldi støðan í Eik enda við, at hann verður liðaður sundir, so at tað bara verður ein risastórur banki eftir í Føroyum, sum er nógv størri enn hinir báðir smáu peningastovnarnir. – Verður føroyski fíggjar­ heimurin miðsavnaður um ein einsamallan, risastóran banka, kann verða til stóran skaða fyri ein stóran part av brúkarunum, leggur hann afturat. EIK Í PENGANEYÐ Tann stóri spurningurin er, um tað verður føroyski skattgjaldarin, sum skal betala fyri at bjarga Eik, ella um tað skal vera alt tað danska bankakervið, sum skal hava rokningina Ikki gott fyri brúkaran Kreppan í Eik leggur ikki samfelagið lamið Verður tað før­ oyski skatt gjald­ arin ella danska bankakervið, sum fær rokningina fyri at bjarga Eik Tað slepst ikki undan eini upprudding í Eik Tað kann verða til stóran skaða fyri brúkaran