Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 18 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Jólaborðhald Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Næsta mikudag: BILBLAÐ Snorri Brend Hvørja einastu ferð ið fólk nevna video- ráðstevna og tað tey nevndu tele-presence, er talan í flestu førum um seriøsar fundir. Men tøknin kann brúkast til nógv annað enn tað, sambært Preben Mejer, sum er stovnari av Innovation Lab. Hann var ein av luttakarunum við eitt rundborðs-tjak um video-ráðstevnur, sum fyritøkan Cisco júst hevur skipað fyri. Og Cisco er ikki hvør sum helst. Fyrr í ár keyptu tey nevniliga video-ráðstevnuna hjá Tandberg, ið verður mett sum serfrøðingur á hesum økinum. Hetta rundbors-tjakið varð sjálvandi gjørt við hjálp av tele-presence. Við pallborðið sótu fólk úr Noregi, Danmark, Svøríki og Onglandi. – Vit hava í eitt ár brúkt hesa báðar skip- anirnar, tá talan hevur verið um ráðstevnur. Men so líðandi eru vit farin at brúka hetta á ein meiri óformellan máta, greiðir Preben Mejer frá til danskar fjølmiðlar. Óformelt Eitt av teimum nýggju ætlanunum, sum Innovation Lab arbeiðir við, er tað tey kalla “flótandi tele-presence”. Her verður tøknin brúkt á ym isk um stig- um og á ein hátt, sum í størri mun lýsir tann mátan sum starvsfólkini arbeiða. Umframt ta vanligu skipanina hevur fyri- tøkan eisini ment ein video-vegg við teirra køki, sum allatíðina sendir myndir millum deildir teirra í Keypmannahavn og Århus. – Í eini fyritøku sum okkara, har treytin er ein stríður streymur av hugskotum, eru tær formellu loysnirnar ikki serliga vælegnaðar. Tað er sjálvandi ein øðrvísi støða, um talan var um eina sak førara skrivstovu. – Men vit uppliva í øllum førum, at tann óformella loysnin riggar munandi betri, sigur hann sambært heimasíðuni eb.dk. Jólaborð Video-veggurin hevur gjørt sítt til, at starvs- fólkini ofta taka eitt virtuelt prát við fólk í hinari deildini, á sama hátt sum onnur gera tað við kaffi-automatina. Sum eitt heilt annað hava tey hjá Innova- tion Lab eisini skipað fyri “morgunmati” við gestum uttan ífrá og video millum tær báðar deildirnar. So løgið tað enn kann ljóða, var ikki líkt til at forð ingar vóru fyri at savnast soleiðis, í mun til at vera saman sum manna- múgva. Millum teir meiri ótradisjonellu mátarnar at brúka tele-presence er jólaborðhaldið hjá fyritøkuni. Her varð tøknin tikin í brúk til eitt felags jólaborð millum deildirnar í Keyp mannahavn og Århus og endaði við felagssangi við video-veggin. Sig so ikki, at tøknin ikki gevur nýggjar og óroyndar møguleikar - sjálvt til eitt jóla- borðhald. snorri@sosialurin.fo VIDEOVEGGUR Við nýggjastu tøknini ber til at samskifta saman millum deildir í eini fyritøku. Og mín sann um tað ikki eisini ber til at skipa fyri jólaborðhaldum umvegis ein videovegg Royndirnar hjá donsku fyritøkuni Innovation Lab vísa, at ein video-ráðstevna kann brúkast til nógv annað enn bara til fundir - m.a. felags jólaborðhald í fyritøkuni, sum annars hevur deildir í Århus og Keypmannahavn Umsíðir: Jólaborðhald sum video-ráðstevna Til veitslur er lætt at leiga dúkar frá Tvátti. Vit hava góðskugóðar dúkar til jólaborðhald, barnadóp, føðingardagar, brúdleyp og slíkar veitlsur. Dúkar til borðhaldið Hevur tú hinvegin egnar dúkar, kann loysnin vera at senda Tvátti teir at vaska og rulla, tá ið veitslan er av. Sp/f Tváttur, Sýnávegur 4, 480 Skála, tel. 441840, fartel. 227785, tvattur@tvattur.fo, www.tvattur.fo Sosialurin 341800