Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 40 Sosialurin Vegna Sp/f West undir konkurs verður útróðrar­ báturin “Fagriklettur”, KG561 hervið lýstur til sølu. Báturin er ein Góðski glastrevjabátur frá 1987, bygd­ ur hjá Mótun í Íslandi. Longd 10,93m, breidd 3,17m. Motorurin er ein Cummins á 250 HK, árg. 1998. Til bátin hoyra 6 el­snellur. Báturin hevur ligið eina tíð og krevur tí ávísar ábøtur. Fleiri upplýsingar um bátin fáast við at venda sær til Eyðbjørn Larsen, advokat, við at ringja á telefon 35 33 35 ella við telduposti til eyl@jura.fo, ella til skrivaran, Margit S. Jørgensen, msj@jura.fo AdvokAtskrivstovAn Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. ft. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • Fo-110 tórshavn tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo Útróðrarbátur til sølu Fiskivinnuroyndir 2011 Lýsing eftir umsóknum Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði prak­ tiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki: • Burðardyggur fiskiskapur • Royndarveiða og virðisøking av fiski • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni Serligur dentur verður lagdur á, at: • vinnan tekur lut í verkætlanini • eginfígging ella onnur fígging er • samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands. • at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum. Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innan­ fyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50%. * Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verk­ ætlanir ber til at seta seg í samband við samskip­ aran um hetta. Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiski­ vinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. november 2010, kl. 12.00 Meira fæst at vita: Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo Áhugað eru vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum. Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2011. Jákup Mørkøre, samskipari tel.: 35 30 30 / 35 32 48 fartel.: 55 32 48 t-post: jakupmo@fisk.fo Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Samskiparin í fiskivinnugransking P.O.Box 347 Bókbindaragøta 8 FO­110 Tórshavn * max. 300 kkr./ár í 3 ár Vegna P/f Ikon í konkurs, skrás. nr. 4962, verða hesar ognir lýstar alment til sølu fyri hægstbjóðandi: Skrivstovuútgerð, so sum fleiri skrivstovuborð við stólum, fundarborð við stólum, skáp og hillar og telduútgerð. Myndir av ognunum eru á heimasíðu okkara www.jura.fo Bjóðast kann uppá ognirnar hvør sær ella samlað. Nærri fæst at vita við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, ojk@jura.fo ella skrivaran Elina Svínoy, els@jura.fo AdvokAtskrivstovAn Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. Birita S. Samuelsen, adv. ft. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • Fo-110 tórshavn tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo Til sølu S t o f f a l á g 4 4 · t l f 3 2 2 6 7 6 Vegna feriu er handilin stongdur frá 30. sept. til og við 10. okt. Átrokandi boð kunnu ringjast á tel. 21 26 76 ella faxast til 31 81 01 a h j e n s e n . c o m Tvingsils­ søla Týsdagin, tann 2. nov­ em­ber 2010 kl. 09.15, verður á Dómaraskriv­ stovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir m­atr. nr. 334, Klaksvík. Ognin er ein virkisbygn­ ingur til støddar uml. 260 m2 í tveimum hæddum, sum verður nýttur til mat­ stovu. Grundøkið er uppá 278 m2. Talan er um ein bygning í tveimum hæddum. Bygningurin er klæddur við timbri og taktur við zink. Bygningurin er inn­ rættaður soleiðis: Niðara hæddin: Durur, café, køkur og trý wc. Ovara hæddin: Trappu­ uppgongd, matstova, køkur, durur og tvey wc. Burtursæð frá takinum, so er bygningurin í góð­ um standi bæði innan og uttan. Fyrireikandi tvingsils­ sølufundur verður fríggja­ dagin tann 19. oktober 2010, kl. 09.15 Sølan er umbiðin av Fríða Patursson, adv., Frúutrøð 4, Tórshavn, tlf 353335, e­mail frp@jura.fo (j. nr. 20081142), ið kann geva nærri upplýsingar og útflýggja tvingsilssøluup pstilling, og sum nærri avtala kann gerast við, um ynskt verður at síggja ognina. AdvokATskrivsTovAn Frúutrøð 4 • Postboks 6 Fo­110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 www.jura.fo Postboks 76 FO-110 Tórshavn post@sosialurin.fo Sosialurin – blaðið øll lesa! Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti miðilin at lýsa í. Tú kanst lýsa við og uttan mynd. Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Selja bilin? – set hann í Sosialin! Lesið -so eru tit við!