fríggjadagur 1. oktober 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Fyri tveimum vikum síðan
tók kriminalpolitið óvan
liga stigið at leggja eina
videupptøku
av
einum
manni, sum stjól eina far
teldur í handlinum Expert í
Havn, út á Vágaportalin.
Ætlanin var at fáa upp
tøkuna í sjónvarpið hjá kring
varpinum, men sjónvarps
leiðslan aftraði seg við at
spæla við, orsakað av ákoyr
ingum fyri eina líknandi
tænastu, sum kringvarpið
gjørdi fyri politiið.
Upptøkan, sum í fleiri
dagar lá á Vágaportalinum,
vísti ein ungan mann, sum
fór inn í handlin, tók eina far
teldu og haraftrat eina mús.
Bergleif Brimvík, leiðari á
kriminaldeildini sigur, at politi
ið enn ikki hevur fingið nakað
ítøkiligt burtur úr at leggja
uptøkuna út á portalin.
Eitt tipp
Bara eitt fólk hevur enn vent
sær til politiið. Tað tippið er
ikki eftirkannað enn.
Dátueftirlitið hevur onga
viðmerking til mannagongd
ina hjá kriminalpolitinum.
Bergleif Brimvík sigur,
at henda mannagongd ikki
hevur verið so nógv brúkt
í Føroyum sum í Danmark,
og tað kemur av, at eingin
áseting er í føroysku rættar
gangslógini um hetta.
Men tað er greitt, at hetta
ikki kann gerast, uttan so
at gerðin stendur mát við
revsirammuna.
Í
hesum
førinum er revsiramman fyri
slíkan stuldur hálvt annað ár,
sigur Bergleif Brimvík.
Kriminalpolitiið er fram
vegis áhugað í at frætta frá
fólki, sum halda seg hava
kent tjóvin aftur.
Áðrenn upptøkan varð
løgd á Vágaportalin, varð
hon løgd á innanhýsis skip
anina hjá politinum í Føroy
um. Øll starvsfólkini høvdu
møguleikan at síggja upp
tøkuna, men tað gav einki.
Randi Jacobsen
Tá ið Búi Holm bygdi í Bø, var
hann greiður yvir, at omanlop
kundi henda, so bratt tað var
oman fyri húsini.
Tí er hann einki serliga
kløkkur av teimum báðum
lopunum, sum vóru ávikua
vist mikunáttina og seint
mikudagin.
Hann vaknaði mikunátt
ina, tá ið ein stóru steinur
kom oman móti húsum
hansara, fór upp um lands
vegin og endaði á kommunala
vegnum. Búi Holm gav sær
ikki far um, hvat var hent,
men legði seg bara aftur.
Um hálvgum fýra tíðina
vaknaði
hann
aftur
av
maskinunum hjá Landsverki,
sum tó ikki fluttu steinin
burtur. Steinurin er mettur
at viga 79 tons.
Búi Holm sigur, at eingin
veit at siga um so stórt lop
áður.
Mikukvøldið leyp aftur í
sama stað, og tá kom minni
grót oman, men onkur stórur
steinur var uppií.
Landsverk er farið at
kanna, um vandi er fyri fleiri
lopum.
randi@sosialurin.fo
Tað hevði ikki verið lukkuligt, um stóri
steinurin var bóltaður longri oman
Randi Jacobsen
Javnan frættist nú úr bygum og býum, at fólk hava
sæð flogmýs. Summi hava sæð fleiri sama kvøld.
JensKjeld Jensen, fuglafrøðingur hevur einki
svar uppá, hví flogmúsin eftir fáum árum er blivin
so vanlig í Føroyum.
Tann fyrsta flogmúsin í Føroyum varð skrásett í
1964, árini aftaná varð bara sædd ein um árið, men
ikki hvørt ár. Seinastu 10 árini hevur flogmús verið
at sæð á hvørjum ári, og í ár eru heilt nógvar.
Tá ið eg veit um einar fimtan flogmýs í Føroyum
í ár, hava helst fleiri hundað flogmýs verið her, sigur
JensKjeld Jensen.
Tað er ov lætt at geva veðurlagsbroytingunum
skyldina, tí eingi prógv eru fyri tí, heldur fugla
frøðingurin.
Flogmýsnar síggjast fyri tað mesta undir
lyktasteyrum. Tær flúgva runt og leita eftir
skordjórum, tí hjá teimum ræður um at metta seg,
áðrenn tær fara í dvala. Men líti av føði er at finna,
so tað endar helst við, at tær svangar seta seg at
sova – og vakna ongantíð aftur.
randi@sosialurin.fo
Randi Jacobsen
Hóast samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og
Kommunala Arbeiðsgevararafelagið øðrumegin og
almenna Fakfelagssamstarvið ikki eru komnar á
mál, er eingin, sum enn tosar um arbeiðssteðg.
Í Fakfelagssamstarvinum ru fimm feløg, sum hava
felags samráðingar, og tey eru Starvsmannafelagið,
Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærrafelag, Føroyskr
Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnu
felag.
Samráðingarnir, sum byrjaðu í mai, vórðu lagdar
soleiðis til rættis, at fyri summarferiuna vórðu
felags krøvini løgd fram, og serkrøvini komu hálvan
august.
Tá ið fundir eru um felags krøvini, eru bara
formenn – og forkvinnur við vegna fakfeløgini, og tá
ið er serkrøvini eru fyri, møta nevndirnar í hvørjum
felag sær á fundi.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmanna
felagnum vil einki siga, hvussu tað gongur at
smráðast, ella hvussu líður.
Sáttmálarnir gingu út á midnátt hóskvøldið, men
so leingi samráðst verður, verður arbeitt eftir gomlu
sáttmálunum.
randi@sosialurin.fo
Hittast aftur
i næstu viku
Sáttmálarnir á almenna
arbeiðsmarknaðinum gongu
út hóskvøldið, men so leingi
samráðingarnar ganga, verður
eingin arbeiðssteðgur
Innrás av
flogmús
1964 varð fyrsta flogmúsin
skrásett í Føroyum, og í ár
hava verið fleiri hundrað
flogmýs her. Løgið,
heldur fuglamaðurin
Aftur omanlop í Bø
Mikunáttina fór ein stórur steinur á rull oman úr
líðini í Bø, og mikudagin leyp aftur
Kennast ikki við tjóvin
Sjálvt um upptøkan av tjóvarínum í handlinum Expert í
Havn herfyri vísti andlitið av manninum, og upptøkan lá í
fleiri dagar á Vágaportalinum, er kriminalpolitiið framvegis
ikki komin nakran veg í arbeiðinum at finna tjóvin