fríggjadagur 1. oktober 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140
Sosialurin
Táið eg var í góðum árum, var
eg við til at keypa eitt skip.
Eg átti ongar pengar og
tók lán upp á mína aktiu í
skipinum. Vit høvdu skipið
í nøkur ár, so fór tað undir
hamaran. Hesaferð slapp
eg við bert at blíva av við
partapeningin.
Somuleiðis havi eg sett
nógvar pengar í flakavirkið
í bygdini, har slapp eg somu
leiðis, við at missa parta
peningin.
Síðan var eg við til at
keypa ein deksbát, nevndur,
Tindur. Síðan var ynski
um at keypa størri bát, og
høvdu vit hann í nøkur ár.
Síðan var aftur ynski um
at keypa ein størri trolbát.
Hettar bleiv gjørt. Tíverri
fekk Tindur eisini ta lagnu
at fara fallitt.
Í hesum føri blivu vit so
avgjørt ikki premieraðir,
eg fekk beint uppundir at
blíva pensiónistur, knívin
á barkan frá bankanum.
Betal 200.000! og onki
meira roks. Soleiðis gekk
mítt fallitt, sjálvt um eg
aldrin fekk eitt oyra burtur
úr mínari íløgu.
Rætt skal vera rætt, eg
fekk onkuntíð til knettir frá
teimum.
Eg við mínum rufluta
heila noyðist at tonkja,
hvussu leingi hava hesir
stjórar havt um at hugsa um,
nær teir skulu koyra bankan
á heysin, fyri at koma framat
hesum pengunum.
Men eitt kunnu vit vera
samd í, at mátarnir at fara
fallitt uppá eru fleiri.
Eg minnist, at Sjóvinnu
bankin fór fallitt, minnist
meg rætt var í 1952 ella 1953,
og tann stjórin, ið tá sat,
bleiv ikki premieraður fyri
fallittið.
Premieraður fyri
at fara fallitt
Sólvit Simonsen
Sandur
Nú eru vit illa fyri.
Heimskreppan hevur rakt okkum, og danska fíggjar
eftirlitið er farið til verka. Hetta hava vit sæð fyrr, og tá lá alt
okkara land í skeljasori eftir at teir høvdu herjað. Teir settu
peningastovnunum so stór krøv til avskrivingar, at størsta
inntøkan hjá hesum stovnum í fleiri ár vóru afturíkomnar
avskrivingar. Men vit mistu túsundtals av fólkum okkara,
sum svárur saknur er í nú.
Tað sum nú er at gera, er at løgtingið kemur saman á
fund og samtykkir, at hetta er nakað, sum vit ikki vilja lata
okkum lynda enn einaferð, og at vit tí nú loysa Føroyar frá
Danmarkar ríki.
Ongantíð hevur tað ligið so væl fyri sum nú.
Oddamenninir í stjórnunum í Føroyum og Danmørk eru
í sama politiska flokki. Teir kunnu tí sum felagar koma til
sættis um, á hvønn hátt vit kunnu samstarva í sátt og semju
í ókomnum tíðum til frama fyri báðar partar.
Zakarias Wang
Rætta løtan
Kjak
OktOber kappingin
Hvønn dag í oktober mánaða verða
Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst,
tess størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan fríggja
dagin 5. november 2010 kl. 10.00 og
merki brævbjálvan »Sudoku«.
Drigið verður í viku 45.
Fyri at vera við í kappingini,
skal øll uppgávan verða loyst.
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Vinningurin hesaferð
er frá Cosmeto
3FTUZMBOFt#PUPYt1FSNBOFOUNBLFVQt1FFMJOH
-FTBNFJSBÈIFJNBTÓ§VOJXXXDPTNFUPGP
7BLVSMFJLJ
PHWMWFSB
Tilboð í oktober:
s 5PPFRÓSKANDI ANDLITS
VI¡GER¡ bert kr. 199,-
s 6OKSA LEGGIR bert kr. 130,-
s (OT STONE VDDAMâKING MIN bert kr. 250,-
... les meir á www.cosmeto.fo