fríggjadagur 1. oktober 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140
Sosialurin
bErg aftur
lEmmish Kap
Vilmund Jacobsen
Enniberg er fyrsta føroyska
skipið, sum eftir 11 ára
toskabann aftur hevur verið
á toska veiði á Flemmish Kap.
Tað eru stívliga tveir
mán aðir, síðan hesin túrurin
byrjaði.
Fyrst fiskaðu teir svart
kalva í Vesturgrønlandi, og
síðan fór skipið at fiska av
føroyskari
toskakvotu
á
Flemmish Kap.
Sonny Johannesen, skipari
á Ennibergi, sigur, at nú túrur
er lokin, er eitt sindur meiri
enn helmingurin av veiðini
skráskorin svartkalvi, meðan
hin helmingurin er toskaflak
úr góðum toski av Flemmish
Kap.
– Vit høvdu góða veiði
á Flemmish Kap, og stutt
áðrenn vit fóru at sigla heim,
var eisini væl av fiski at fáa
har yviri. Síðan kom illveður,
samstundis sum hitin fall
fleiri stig, og tá minkaði
fiskiskapurin burtur, sigur
skiparin, sum leggur aftrat,
at ørgrynni av yngli var at
síggja, har teir royndu.
Við
Ennibergi
hendan
túrin eru umleið 30 mans.
Best um várið
Reiðarin á Ennibergi, Mort an
Johannesen, sigur, at rættiliga
nógvur toskur var at fáa á
Flemmish Kap í vár, og hann
veit eisini at siga, at várið áður
plagdi at vera besta fiskitíðin
á hesum leiðum.
– Vit gjørdu avtalu við
teir, sum eiga Vesturvón og
Gadus um, at vit kundu fiska
toskakvotuna á Flemmish
Kap, samstundis sum hini
skipini fingu ein størri part
av kvotuni í Barentshavinum.
Enniberg eigur kvotu eftir
á Flemmish Kap, men nú
skipið er komið heimaftur,
er óvist, hvussu verður við tí,
sum eftir er.
Á
NAFOársfundinum,
sum var í Halifax í síðstu
viku, fingu Føroyar 1000 tons
av toski aftrat á Flemmish
Kap í komandi ári, soleiðis
at samlaða toskakvotan tá
verður 2.235 tons.
Mortan Johannesen veit
av góðum grundum ikki,
hvør sleppur at fiska hesi
tons ini komandi ár, men
hann heldur, at toskaveiða
á Flemmish Kap avgjørt er
vorðin ein spennandi møgu
leiki aftur, eftir at toskabann
hevur verið á hesum leiðum
í heili 11 ár.
vilmund@sosialurin.fo
... vit høvdu góða
veiði á Flemmish Kap, og
stutt áðrenn vit fóru at
sigla heim, var eisini væl
av fiski at fáa har yviri...
SONNY JOHANNESEN, SKIPARI
... í vár var nógvur
toskur at fáa á Flemm
ish Kap, og várið plagdi
eisini at vera besta
fiskitíðin har yviri...
MORTAN JOHANNESEN, REIÐARI
Sonny Johannesen,
skipari á Ennibergi,
stutt eftir, at skipið
hevði lagt til bryggju
í Havn í gjár
Mynd: Jens Kr. Vang