fríggjadagur 1. oktober 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 1. oktober 2010
17
VIKUSKIFTI
keyptir fyri innlánsavlopið í bankanum.
Men so kollsigldu trolararnir fíggjarliga
og tóku bankan við sær. Sjóvinnubankin,
ið hevði lagt øll eggini í somu kurv,
fiski vinnuna, mátti bøta fyri at hava
verið ov óansin.
Meðan fiskiskipaflotin gav Sjó
vinnu bankanum banahøggið í 1951,
vóru umstøðurnar upp undir skrædlið
í 1992 eitt sindur torgreiddari, men ikki
minni villar. Samfelagið og vinnulívið
rendu seg føst eftir ørligu áttatiárini,
og tað rendi bankarnar fastar. Við
skilaleysum studningspolitikki til
fiski vinnuna og veðhøldum úr lands
kassanum í milliardaklassanum høvdu
politikararnir skundað undir eitt sam
felagsins ábyrgdarloysi, ið ikki var sæð
fyrr. Bankarnir sjálvir vóru alt ov fúsir
at veita lán, men tá pengarnir vóru
uppi, og karusellin ikki kundi mala
meira, fóru húsagangirnir at gera um
seg. Sum eitt korthús rapaði øll tann
fíggjar liga skipanin, landskassin kom í
trot, fólk fluttu, og Sjóvinnubankin og
Før oya Banki fóru báðir á húsagang,
men vórðu bjargaðir og lagdir saman
undir miklum politiskum dramatikki.
Útrásin kostaði
Heilt onnur viðurskifti høvdu við sær, at
Eik Banki gjørdist insolventur. Eftir ár
2000 tók seg upp ein privatiseringsbylgja
í Íslandi, har bankarnir aftur komu á
privatar hendur. Í Føroyum, her Eik
Banki hevði fingið loyvi at virka sum
vanligur banki í 1994, hevði nýggja
leiðslan stórar vakstrarætlanir. Eins
og í Íslandi snúði tað seg um at fara
á útrásarferð uttanlands. Eik Banki
fekk sær banka í Danmark, keypti
seg inn í sparikassa í Íslandi, keypti
internetbanka og keypti eisini leivdirnar
av Kaupthing í Føroyum. Tá rákið vendi,
og fíggjarkreppan tók seg upp, vendu
plussini til minus, og nú fall bankin.
Lagnunnar speisemi má tað sigast at
vera, at meðan Eik hevði íslendskar
útrásarvíkingar sum fyrimynd, var
tað danski fastognarmarknaðurin, ið
koppaði bankanum.
Spurningurin er so, um føroyingar
hava lært nakað av bankaskrædlunum.
Ið hvussu er kann sigast, at læran av
banka skrædlinum í 50’unum var,
at lítið skil er í at spenna ein heilan
banka fyri eina so váðafulla vinnu
sum fiski vinnuna. Hetta hava føroysku
bankarnir fyri ein part ásannað, tí
seinnu árini hava teir lagt stóran dent
á at spjaða váðan í ymsar vinnur. Eisini
lærdu føroyingar av áttatiárunum.
Almenni stuðulin til vinnulívið varð
nærum av monter aður heilt, landið helt
uppat at lata vinnulívinum veðhøld, og
villskapurin í vinnulívinum sjálvum, har
tað m.a. snúði seg um at váða so nógv
sum gjørligt upp á landsins rokning,
helt uppat, og bankar fóru at krevja, at
verkætlanir vóru burðardyggar. Læran
av Eikskrædlinum er so, at lítið batar
at vinna allan heimin, um tú mást bøta
við lívinum.
Politiskt atgerðarloysi
Tann mest áhugaverdi spurningurin nú
er, hvør leikluturin hjá landskassanum
verður. Eik hevur biðið um 600 mió. kr.
úr landskassanum, men skal tað vera
vist sum amen í kirkjuni, at hvørja
ferð ein banki í Føroyum fer um koll,
skulu skattgjaldararnir bjarga honum?
Hvussu ofta skal hetta mynstrið
endurtaka seg? Hví hava føroyskir
myndugleikar ikki síðan 1992 kravt
at verða neyvt kunnaðir um støðuna
í føroysku peningastovnunum, so teir
aldrin aftur skuldu verða tiknir á bóli
sum tá? Skulu kreppurnar altíð noyða
okkum at taka røttu avgerðirnar, og
sleppur skynsemið ikki at ráða, fyrr
enn álvarin dýrt keyptur stendur í
durunum? Løgmaður rópar í hesum
døgum halleluja um tað sonevnda
danska trygdarnetið. Men hvør trygd
er í tí at ganga við bindi fyri eyguni
um støðuna í egnum landi og noyðast
at lofta helvtini av fíggjarkervinum
við føroyskum skattakrónum eftir
fáum døgum? Kennist tað trygt, at
tað er Fíggjareftirlitið, sum hvørja
ferð skumpar undir katastrofurnar hjá
landskassanum?
Nógv bendir á, at tað hevði verið
ein fyrimunur, um føroyskir politikarar
fóru at hugsa eitt sindur sjálvir, settu tær
treytir, sum setast skulu, fyri at dríva
samfelagið forsvarliga, og so góvust at
hálova ytri faktorum, ið grundleggjandi
eggja til, at somu politikarar nettupp
ikki hugsa sjálvir og bera seg forsvarliga
at. Føroyski almenningurin man vera
deyðamøddur av at fáa tílík sjokkboð,
sum bórust mánamorgunin, og í staðin
fyri at liggja á knøunum fyri donskum
myndugleikum eigur løgmaður at
langa nevan í borðið og krevja, at
Fíggjareftirlitið rapporterar hvørt nikk
og prikk, sum tað veit um føroyskar
bankar, út í Fíggjarmálaráðið á Argjum,
so føroyingar altíð vita, hvussu statt er
í Føroyum.
Læran av bankaskrædlinum í 50'unum var, at ov vandamikið er at leggja øll eggini í eina kurv.
Læran av skrædlinum í 90'unum var, at planbúskapur byggir hvørki lond ella bankar. Læran
av Eik-skrædlinum er so, at lítið batar at vinna allan heimin, um tú mást bøta við lívinum.