Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 1. oktober 2010 8 VIKUSKIFTI formansskifti Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Hann hevur altíð runnið í hølinum á eldra beiggjanum. Hann las heimspeki, politikk og bú­ skapar frøði á Oxford University, eins og beiggin. Hann vardi sosialistisku sjónarmiðini í tannáringaárunum, sum beiggin eisini legði stóra orku í. Hann hevur somu yvirskipaðu polit­ isku sannføring og fór sama politiska vegin sum beiggin, tá hann bjóðaði seg fram fyri enska Labour­flokkin. Hann valdi somu síðu sum beiggin í innan hýsis stríðnum í Labour og tók undir við sjónarmiðunum hjá Gordon Brown, heldur enn Tony Blair, sum fyrstu árini fyri aldarskiftið togaðust um, hvønn veg flokkurin skuldi fara. Tí navnkendi hann seg bara sum »hin Miliband«. Nú verður tað helst eldri beiggin, sum fer at brúka tað vendingina. Ed Miliband vann formansvalið í Labour í vikuskiftinum. Nærmasti kapp­ ingar neytin var eldri beiggi hans ara, David Miliband. Við sigrinum trínur yngri beiggin úr skugganum á eldra beiggj anum fyri fyrstu ferð. Marxistiskur pápi Stjórnarskipanin og politiskt kjak hevur altíð havt virkan leiklut í heiminum hjá Miliband. Úrslitið av ósemjuni millum stór veld­ ini í Evropa var skotbrestir og blóð, tá Adolphe Miliband, pápi teirra, flutti úr Belgia til London í 1940. Hermenninir hjá Hitler fóru buldrandi inn í belgiska økið, tá familjan Miliband flýddi til Onglands fyri at bjarga lívinum. Adolphe Miliband, sum seinni skifti navn til Ralph, var talsmaður fyri ensku marxistarnar og ræddist ongantíð at tala alment at virkseminum í enska arbeiðara­ flokkinum. Mamma teirra, Marion Kozak, var eisini virkin á enska vinstra vong in um. Døgurðakrókurin í heiminum hjá familjuni Miliband hýsti fleiri drúgvum og rokmiklum orðaskiftum um sosialistiskan politikk. Við árunum luttóku báðir syn ir­ nir í kjakinum við hús. Robin Blackburn var ofta á vitjan hjá familjuni Miliband. Hann minnist væl ungu og ágrýtnu synirnar. – Teir vóru sera, sera skilagóðir. Eg minnist serliga, at Ed tók meg fullkomiliga á bóli, tá hann loysti Rubik’s Cube eftir einum minutti og 20 sekundum, sigur Tony Benn við BBC. Skúlanæmingarnir Miliband gjørdu ikki stórvegis um seg. Teir hildu seg oftast aftur og løgdu nógv fyri at vera væl fyrireikaðir og røkja sínar skyldur. Ed Miliband hevur seinni staðfest argandi, at hann var tó ikki so nørdutur, at floksfelagarnir løgdu á hann. Ymsir beiggjar Enskir miðlar gita dúgliga, hvussu for­ mans stríðið hevur ávirkað viðurskiftini millum brøðurnar. David Miliband boðaði frá miku dagin, at hann tekur seg aftur í politikki. Orsøkin er einføld, sambært honum. – Tveir beiggjar skulu ikki stjórna Bret­ landi. Eingin skal seta spurnar tekin við, hvør er oddamaðurin í flokk inum. Tí verði eg bara vanligur parlia ments limur í fram­ tíðini, boðaði hann frá á tíðinda fundinum. Hann segði, at miðlarnir royna at finna skørð í hansara stuðuli til yngra bróðurin, og slíkan illgruna ynskir hann ikki. Meðan almenna ljósið er varpað á beiggjarnar, hava ongar ábendingar ver­ ið um, at ólag er komin millum teir. – Tú stóð teg sera væl í formans­ stríðnum. Eg elski teg, segði Ed Miliband við eldra beiggjan á tíðindafundinum, tá úrslitið varð kunngjørt. Ed Miliband hevur sagt, at David Miliband er als ikki liðugur í bretskum politikki, hóast hann ikki fekk neyð uga stuðulin frá floksfeløgunum á for mans­ valinum í Manchester síðsta leygar dag. Oona King hevur altíð staðið brøð­ unum nær. Hon ger greitt, at teirra viður­ skifti verða fyri bakkasti. – Sjálvandi ávirkar tað. Tað eru dømi um, at politikkur fær ólag í familjur, og tað kemur ikki óvart á meg, um brøðurnir verða ávirkaðir av úrslitinum, sigur King fyri BBC. David Miliband var nýggja stjørnan á politiska hválvinum, tá hann tók við sum uttanríkisráðharri í 2008. Skoðsmálini vóru beinanvegin, at langt um leingi hevði Bretland ein uttanríkisráðharra við hugsjónum. Hann var serliga væl um­ tóktur, tí hann lát ongantíð við halan um, tá republikanski forsetin í USA og hans­ ara nýkonservativu ráðgevar settu hann undir trýst. Politiskir serfrøðingar siga, at brøð­ ur nir eru ikki so líkir politiskt, hóast alt. David Miliband er meira høgravendur á vinstraveinginum enn beiggin. David Miliband var leingi mettur at verða komandi floksformaðurin. Hann hevur verið meira alment frammi. Ed Miliband hevur verið ráðharri við orku­ og veðurlagsmálum í stjórnini hjá Gordon Brown. Hann hevur áður starvast sum sjónvarpsmaður. Red Ed Labour hevur fingið luft undir veingir nar aftaná formansvalið. Tað er væntað, at Ed Miliband fer at flyta flokkin meira til vinstru, enn verk­ ætlanin við New Labour ætlaði. Neil Kinnock, sum var formaður í Labour frá 1983 til 1992, sigur, at langt um leingi fer flokkurin at arbeiða fyri sínum sjónarmiðum undir leiðslu av “Red Ed”, sum Ed Miliband verður róptur. – Flokkurin er í tryggum hondum, og vit fara at vinna valið uppiborið næstuferð. Miliband yngri er ein sera dugnaligur politikkari, sigur Neil Kinnock við BBC. Keldur: http://www.bbc.co.uk/news/ uk-politics-11433643 http://www.bbc.co.uk/news/ uk-politics-11316855 http://www.bbc.co.uk/news/uk-politics-11434 Hann trein fyri fyrstu ferð úr skUgganUm Hjá eldra beiggjanum, tá Hann vann formansvalið í enska laboUr-flokkinUm í vikuskiftinum. nú Hava ensku arbeiðararnir Hava sett sítt álit á »red ed« Ed Miliband 40 ára gamal Heldur saman við Justine thornton tey hava ein son Útbúgvin á oxford University og London school of Economics Var ráðharri við orku- og veðurlagsmálum í stjórnini hjá Brown fyrrverandi sjónvarpsmaður RED ED er navnið, sum bretskir miðlar rópa Ed miliband. reyði liturin er tekin um kollvelting, sinnisrørslu og sosialismu, og tað eru lýsingarorðini, sum eru mest nýtt um nýggja formannin í Labour IRAK-KRÍGGIÐ David miliband, eldri beiggin, hevur altíð tala at krígnum í irak. Ed miliband hevur eisini sett kríggið á dagskránna. “irak- kríggið hevur havt við sær, at bretar hava mist álitið á stjórnina í landinum. og eg skilji tað væl. Grundgevingarnar kunnu ikki verjast,” hevur hann sagt. FÁAR ATKVØÐUR tað vóru fáar atkvøður, sum skiltu miliband-brøðurnar á formansvalinum. Bretskir serfrøðingar siga, at báðir hava hugsjónir og ræðast ikki broytingar. orsøkin, at yngri beiggin vann, er, at hann gjørdi meira um seg seinastu vikurnar undan valinum, verður mett. tríggjar milliónir flokslimir greiddu atkvøðu. STUÐLAR BEIGGJANUM Hóast David miliband hevur tikið seg niður av ovastu rók í Labour-flokkinum, fer hann framvegis at stuðla beiggjanum. Hann fer at lata bróðurin finna eina nýggja leið, sum kann beina Labour fram at aftur stjórnarvaldinum í Bretlandi. – Havi eg nakað at siga beiggja mínum, so geri eg tað privat, segði David miliband á tíðindafundinum mikudagin. LABOUR AFTUR FREMST fáar dagar eftir, at Ed miliband varð valdur til formann, vísti ein veljarakanning, at Labour hevur størri undirtøku enn konsevativi flokkurin – fyri fyrstu ferð í trý ár. sambært kanningin hevði Labour fingið 40 prosent av atkvøðunum, um val var nú. konservativi flokkurin hevði fingið 39 prosent, og samgonguflokkurin, Liberaldemokratarnir hevði fingið 12 prosent. seinast, Labour var á odda í veljarakanning, var í oktober í 2007. Fakta ED MILIBAND ReyðI ed Leiklutirnir eru broyttir: David Miliband stendur nú í skugganum á yngra beiggjanum