mánadagur 4. oktober 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Hetta er so elendigt, at eg
kann ikki lova, at eg fari at
atkvøða fyri tí.
So bersøgin er Magni
Laksáfoss
úr
Sam bands
flokkinum, tá ið vit biðja
hann um eina viðmerking til
fíggjarlógina fyri næsta ár,
sum samgongan hevur lagt
fram.
Tað er fyrst og fremst
parturin um tað sokallaða
tilfeingisskattin, sum Magni
Laksáfoss, finst hvassliga at.
Men hann fýlist eisini á, at
sum hann sær tað í løtuni, er
nýggja fíggjarlógin kliniskt
reinsað fyri alt, sum eitur
nýskipanir.
– Ætlanin at áleggja vinn
uni ein tilfeingisgjald er
endað við einum eykaskatti
á ávísar vinnur .
Hann sigur, at hann hevur
longu gjørt vart við, at eftir
hansara tykki er uppskotið
um tilfeingisskattin so elend
igt, at hann tekur ikki undir
við tí.
Kortini staðfestir hann, at
fíggjarlógin er ein heild, so
tað verður endaliga úrlitið av
viðgerðini, sum fer at gera av
um hann atkvøður fyri ella
ikki, tá ið saman um kemur.
Slagið stóð í vár
Magni Laksáfoss staðfestir,
at veruligu samráðingarnar
um fíggjarlógina er um várið,
tá ið játtanarkarmurin verður
samtyktur, har íløgukarmur
og
rakstrarkarmur
verða
lagdir.
Tað, sum nú er eftir, er, at
hvørt ráðið sær hevur býtt
sína heildarjáttan sundur
ímillum tey ymsu málsøkini
hjá ráðnum.
– Vit vita av royndum, at
tað hevur gingið avbera illa
at halda játtanarkarmin og
spurningurin er um vit skulu
trúgva upp á, at karmurin fer
at halda í ár.
– Men skal tað eydnast
skulu
allar
fylgilógirnar,
sum eru 10 í tali, eisini sam
tykkjast. Verður bara ein
av fylgilógunum feld, er
fíggjarlógin útholað, so má
tíðin vísa, hvat hendir.
Ikki í familju
Sjálvur heldur Magni Laksá
foss, at níggju av teimum
10 fylgilógunum eru skila
góðar.
Men afturfyri er tann 10.
fylgilógin er so høpisleys, at
hann himprast við at taka
undir við fíggjarlógi ni
Og tað er fylgilógin um
tað ætlaða tilfeingisgjaldið.
– Tað, sum er lagt fram,
er ikki í familju við til
feingis gjald. Hetta er ikki
annað enn ein eykaskattur á
alivinnu, uppsjóvarvinnu og
trolararnar í Barentshavi.
Magni Laksáfoss sigur,
at endamálið við einum
tilfeingisgjaldið er at krevja
eitt gjald frá vinnuni fyri
loyvi til at troyta tilfeingi.
– Tað førir við sær, at tað
vera bara tey effektivastu
og best riknu skipini, ið
yvirliva, tí tað verða bara
tey, sum klára at betala til
feingisgjald.
– Úrslitið av einum røttum
tilfeingisgjaldi er sostatt, at
bygnaðarligu skeivleikarnir
í fiskiflotanum verða rætt
að ur og at hann sum frá
líður verður lagaður til fiska
tilfeingið.
Úrslitið av tí er so aftur,
at tað ber til at gagnnýta
hvørt skip so effektivt, sum
gjørligt.
Hann sigur, at hetta, sum
samgongan hevur lagt fram
nú, hevur heilt og aldeilis
ongi av hesum eyðkennum
fyri ein tilfeingisskatt.
– Hetta er ikki eitt upp
skot, sum upp á nakran máta
tillagar flotan.
Tvørtur ímóti heldur hetta
uppskotið fast um bygnaðin,
sum hann er, men tað verður
bara lagdur ein eykaskattur á
einstøk virki og einstøk skip.
– Tí er hetta ikki annað
enn ein eykaskattur á nøkur
heilt fá úrvald skip og virki.
Endamálið
við
hesum
er sostatt ikki at laga til
feingisvinnuna til tilfeingið,
men einans at fáa pengar í
landskassan, leggur hann
afturat.
Tingmaðurin fyri Sam
bands flokkin ivast eisini í,
um tað yvirhøvur er lógligt
at pilka ávísar vinnur burt ur
úr og áleggja teimum eyka
skatt.
– Tað svarar til at leggja
skatt á øll tey, sum eita Peter
sen til eftirnavn – og ongan
annan, leggur hann afturat.
Hevur landskassin brúk
fyri pengunum, mælir Magni
Laksáfoss heldur til at bíða
við at byggja ítróttarhøll í
Sandoy og at bíða við til
feingis gjaldinum til ein veru
lig skipan kann setast í verk.
Meira á síðu 9
Magni Laksáfoss
vil ikki lova nakað
FÍGGJARLÓGIN Sumt av tí, sum stendur í fíggjarlógini fyri næsta ár, er so elendigt, at eg
kann ikki lova, at eg atkvøði fyri tí, sigur Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum
Tað sum skuldi verða eitt tilfeingisgjald í fíggjarlógini, er so elendigt, at eg kann ikki taka undir við tí, sigur Magni Laksáfoss, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
ELENDIGT
Hetta
er sum
at leggja
skatt á øll,
sum eita
Petersen til
eftirnavn
Hetta er einki uttan
ein eykaskattur á nøkur
heilt fá skip og virki
Tað er
betri at
bíða við
ítróttar
høllini í
Sandoy