mánadagur 4. oktober 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Klokkan 8.45 í morgun
fleyt olja á vegnum heilt
frá Skarðshjalla, eftir
landsvergnum, Vegnum
Langa og niðan móti
Karla Magnusarbreyt.
So mikið av olju var
á vegnum, at bilarnir
gliðu.
Boðini vórðu send til
sløkkiliðið í Havn og til
Landsverk, sum fóru at
reinsa vegin.
Politiið fann skjótt
fram til lastbilin, sum
hevði likið oljuna. Hann
hevði verið á Hjalla eft ir
gróti og koyrt tað til eitt
byggipláss í Hoy víks
hag anum.
Sambært politinum
kann
lastbilaførarin
vænta at verða skuld
settur fyri dólkingina, og
eigarin fær rokningina
fyri uppruddingina.
Lastbilur
lak olju
Ein lastbilafyritøka kann
vænta sær rokning fyri at ein
bilur teirra í morgun lak olju
á vegnum frá Sandvíkahjalla
og víðari niðan í Hoyvík
Randi Jacobsen
Sunnukvøldið kom Tjald0rið
inn á Vestmanna við línu bát
inum Jákupi B úr Klaksvík.
Jákup B royndi í ein út
nyrð ing úr Mykinesi, tá ið
hann fekk trol um skrúv
una.
Grímur Lassen, reiðari
sigur, at Jákup B noyddist at
bíða fleiri tímar eftir Tjaldri
num, og tað tók sína tíð at
sigla inn á Vestmanna.
Fyri
at
froskmenninir
kundu fara niður, var neyð
ugt at fara inn.
Tað tók ikki langa tíð at
fáa trolið av, men óhappið
gjørdi, at teir mistu eitt sam
døgur.
Teir høvdu nakað av línu
standandi og settu í nátt.na
fyri uppruddingina.
Tjaldrið sleipaði Jákup B inn
Mynd: Álvur Haraldsen
Línubátur fekk trol um skrúvuna
Jákup B misti eitt samdøgur, tí hann fekk trol um skrúva og noyddist inn at faá tað av
Randi Jacobsen
Koyristuðulin til fólk, sum
hava langan veg til arbeiðis,
verður nú minkaður við
tveim um milliónum krón
um.
Tað verður gjørt upp á
tann mátan, at tey, sum hava
minni enn 50 km til arbeiðis
aftur og fram, fara hereftir
ongan stuðul longur at fáa,
og stuðul verður latin í mesta
lagi í 220 dagar.
Hetta merkir, at heilt
nógv fólk fara at missa ferða
stuðulin.
Men samstundis verður
ikki rørt við ferðastuðulin,
sum løgtingsfólk fáa, sjálvt
um
tey
frammanundan
fáa væl meira enn onnur
í stuðuli. Hesin stuðul er
ásettur við lóg.
Tey fáa flutnings kostn
aðin endurgoldnan við at
ferð ast við egnum bili við
Strandferðsluni 100 ferðir um
árið, og tey fáa koyripening
millum Heimstað og Tórs
havnar 100 ferðir um árið.
Tingfólk, sum búgva í Havn,
í Hoyvík, á Argjum og á Hvíta
nesi fáa tó ongan stuðul.
Tað
eydnaðist
í
dag
hvørki at fáa viðmerking
frá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum ella løgmanni.
Formaðurin í fíggjarnevndini
hevði ikki hug at gera nakra
viðmerking.
Sum skilst er ikki semja
í samgonguni um hetta
uppskot, ið ikki hevur verið
til hoyringar.
John Johannesen, for
maður í tingbólkinum hjá
Javnaðarflokkinum er als
ikki nøgdur við, at skarvast
skal av ferðastuðlinum hjá
vanligum arbeiðsfólki og ikki
hjá tingfólkum. Hann heldur
tað ikki líkjast nøkrum, at
tingfólk fáa fleiri ferðir so
nógv í ferðastuðli sum onnur
fyri at koyra sama tein til
arbeiðis.
Munur á fólki
– Summi tosa um at lækka
tinglønina hjá tingfólkum.
Lønin er einki at tosa um.
Heldur eigur at verða hugt
eftir stóru viðbótunum, sum
summi tingfólk fáa, sigur
John Johannesen.
Ein
sammeting
av,
hvussu nógv ein vanligur
løntakari og ein tingmaður
búsitandi í eitt nú Klaksvík
vísir,
at
løntakarin
fær
15.603 krónurum árið fyri
at ferðast millum Klaksvík
og Tórshavn. Tingfólkið fær
83.120 krónur.
Ein løntakari í Sandoynni
við arbeiði í Havn, fær
4.704 krónur í ferðastuðuli.
Tingfólkið fær 37.320 krónur.
Ein vágbingur, sum ar
beiðir í Havn, fær 11.193
krónur um árið. Tingfólkið
við bústaði í Vági fær 61.280
krónur.
Løgtingsfólk varð
veita koyristuðulin
Koyristuðulin til fólk, sum hava minni enn 50 km til arbeiðis, fellur
burtur, men koyristuðulin til løgtingsfólk verður ikki rørdur
Tingfólk fáa fleiri ferðir so nógvan koyristuðul sum aðrir løntakarar, og tá skal
leggjast aftrat, at tingfólk fáa fyri 100 dagar, og onnur fyri 220 dagar
Píkadekk kunnu minka
um deyðsvanlukkur í
hálku við heili 42 pro
sent um. Tað vísur ein
nýggj kanning, sum júst
er kunngjørd í Svøríki.
Svenska Trafikverket
og Vectura í Svøríki hava
staðið fyri kanningini,
har kannað var, hvør
mun urin er millum van
lig vetrardekk og píka
dekk í sambandi við
deyðs vanlukkur í hálku.
Kanningin staðfestir,
at fyri teir bilar, sum
ikki hava ESP antispinn
skipanina,
er
stór ur
munur á, um fólk brúka
píkadekk ella vetrar
dekk.
Tá ið talan er um bilar
við ESP skipanini – og
tað eru flestu nýggjari
bilar – hevur tað minni
týdning, um bilar brúka
píkadekk ella vetrar
dekk.
Landsverk sigur, at
tað týdningarmesta er
hóast alt, at fólk skifta
frá summardekkum til
vetrardekk í hálktíðini
Píkadekk minka
um deyðs
van lukkur