mánadagur 4. oktober 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
Sosialurin
ØRAR ÆTLANIR:
Hasar ætlanirnar eru so høpisleysar og skilaleysar, at tú
fært teg ikki at trúgva, at fólk við vanligum gonguviti
hugsa slíkar tankar!
NIAGARAFOSSAR / VIKTORIUFOSSAR:
Hatta kann næstan samanberast við ætlanir um at gera
seg inn á Niagarafossar í Norðuramerika og Viktoriufossar
í Afrika!
ÚTSTYKKING OG BÁTAHYL Í SANDAGERÐI:
Í Føroyum kunnu Fossáartýningarnar kanska samanberast
við ætlanir um at stykkja út alt Sandagerði til húsabygging
og haraftrat at gera bátahyl innast á Sandagerðisvík!?
KOSTNAÐUR:
Dugir onkur at siga okkum, nær áatýningarnar hjá SEV
verða liðugt goldnar við verandi ravmagnsprísum?
ANDLITSBÓKAR- OG ALTAMÓTMÆLI:
Tit, sum eru í “Andlitsbókini”, mótmælið fosstýningini!
Eru eingi ALTA-mótmælisfólk í Føroyum, sum í Noregi á
sinni?
E.S.: HVØR EIGUR ÁIR OG FOSSAR?
spurdi upprunamaður í “Amerika” einaferð.
Við áa- og fossavarðveitingarkvøðu
Bjargið Fossá!
– Steðgið áatýningunum!
Eru føroyingar umhvørvisbarbárar?
Eyðun á Borg
á Borg á Argjum á mikkjalsmessu 2010
Zakarias
Wang
lýsir
í
drúgvari grein í miðlunum
úrslitið av fólkaatkvøðuni
í 1946. Og hann hevur púra
rætt, tá ið hann vísir á, at
úrslitið var, at tríggir smáir
triðingar ávikavist atkvøddu
fyri
stjórnaruppskotinum,
sótu heima og atkvøddu fyri
loysing – tann síðsti 1 % størri
enn hin fyrsti.
Ein triðingur
gerst fleirtal
Men loysingarmonnum líkt
fer hann at (mis)tulka og
(vill)leiða lesaran, soleiðis at
hann fær ein lítlan triðing at
vaksa seg til eitt fleirtal! Sum
próvgrund nýtir hann fyrst
eitt dømi um, hvussu menn
atkvøða, tá ið farast skal á
fjall! Veit ikki, um Zakarias
nakrantíð hevur verið á fjalli,
tá ið hann heldur, at hetta
dømi kann brúkast, men har
eg eri vanur at ganga á fjall, er
tað røktingarmaðurin saman
við hagastýrisformanninum,
sum avger, um vit fara ella
ikki. So Zakarias – dømið er
ónýtiligt!
Og vit fara tríggjar ferðir
árliga – taka seyðin inn um
veturin, fara í várgongu
at royta um summarið og
á
skurðfjall
um
heystið
at taka slaktið. Og hetta
gera vit hvørt ár. Og fyri
ikki so ógvuliga nógvum
árum síðan vóru vit eisini
í klipping. Sostatt hava tað
verið yvir 200 fjallgongur
síðan fólkaatkvøðuna 1946.
Kanst tú atkvøða 200 ferðir
um loysing? Nei, Zakarias
– dømið er aftur ónýtiligt!
Kann fólkaatkvøðan
broytast við kunngerð
um og rundskrivum?
Síðan nýtir Zakarias eitt
dømi um reglurnar, sum
eru galdandi í tinginum í
samband við atkvøðugreiðslu.
Taka vit eina so týðandi
lóg sum skattalógina, sum
er frá 1983, so er hon broytt
78 ferðir, 27 kunngerðir eru
gjørdar, 41 rundskriv eru send
út umframt vegleiðingar.
Hvussu
ofta
kanst
tú
broyta fólkaatkvøðuna, gera
kunngerðir ella rundskriv og
vegleiðingar? So Zakarias
– heldur ikki hetta dømið
kann brúkast!
Føroyingar ynsktu
ikki loysing
Hvat so? Jú, fólkaatkvøðan
segði í veruleikanum onki
og var bert ein fløkja (samb.
bretska
søgufrøðinginum
John F. West: ”a masterpiece
of
inconclusiveness”).
Tí
var bert eitt at gera – at
spyrja føroyska fólkið, hvat
tað var, tey meintu. Og tað
gjørdu kongur og danska
stjórnin. Svarið kom á løg-
tingsvalinum í november
sama
ár.
Og
føroyingar
ynsktu ikki loysing!
Johan Petersen
Hevur Zakarias nakrantíð
verið fjallmaður?
Fyri at rættvísgera (mis)tulkingina av fólkaatkvøðuni í 1946 soleiðis, at ein lítil triðingur gerst
eitt fleirtal, nýtir Zakarias Wang tvey dømir – at boða á fjall og viðtøka av løgtingslógum! Veit
ZW veruliga ikki, hvussu hesar skipanir eru? Samanberingin er púrasta burutrvið!!!