Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-04, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. oktober 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. oktober · Nr. 141 34 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo í SoSialinuM MikudaGin Mikudagin 6. oktober verður eitt stórt bilblað sum inlegg í Sosialinum. Í blaðnum er m.a. samrøða við 94 ára gamla Jógvan Gerðalíð, ið er elsti klaksvík­ ingur sum hevur koyrikort og framvegis koyrir bil. Eisini er samrøða við ungan mann av Skálafjørðinum, sum lærir til bilmekanikara í Klaksvík. Annars eru ymiskar frá­ sagnir frá bilfrontinum sum t.d. at gentur dáma væl sterk­ ar litir á bilum, søgan um ein norðmann sum ætlaði at bakka 30 kilometrar til hús, um pør sum klandrast um koyriveg og ferð í bilin, og um at nýggjar billyktir blenda ikki. Eisini er ymiskt nýtt frá bilshowinum í Paris, og um at føroyingar keypa fleiri bilar. Vitjað verður eisini á onkr­ um bilverkstaði. Eisini verður tilfar um lakkering av bilum við vatnbaseraðum lakki. FirstStop hjá í Marabello FirstStop Føroyar var í síðstu viku boðið við til eina áhugaverda vitjan til Marabello í Italia, har vitjað var á Ferrari verksmiðjuni. Umframt Ferrari vitjanina var eisini vitjað á einum vín bóndagarði, og á síðsta búplássinum hjá kenda tenorinum Luciano Pavarotti. Bridgestone, sum eigur FirstStop dekk­ketuna, og Ferrari hava í fleiri ár havt eitt tætt samstarv, serliga í sambandi við Formel 1 kapp­ koyringina, og eiga teir fleiri sigrar saman. Fríðrikur Bláhamar Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin 2. oktober er samrøða við Ola Karl Hammer um ein nýggjan dekkverkstað í Hvalvík. Vitjað verður í Vøruhúsinum á Hjalla, har Sámal Olsen frá lakkdeildini fortelur um eitt nýtt slag av lakki til lakkering av bilum. Prátað verður við fólk á altjóða eldradegnum, sum var hildin 1. oktober um ellisakfør sum vórðu sýnd fram í Tórsgøtu. Samrøður eru við Finn Johansen, Sverra Mortensen og Mortan Rasmus­ sen. Óli Karl Hansen Sverri Mortensen Finnur Johansen Hósdagin 7. oktober kl. 17.10 Ein av teim eldru Ferrari bilunum, ið vóru at síggja á framsýningi